Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 3. august 2006 11 tíðindi Regluliga flýtur rusk á bryggjuni í Porkeri. Grannarnir eru í øðini og vilja hava viðurskiftini í rættlag. Bygdaráðsformaðurin játtar, at ruskið er ein trupulleiki: – Áðrenn árið er farið, hava vit funnið eina loysn, sigur hann. UMHVØRVI Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Ruskið stendur á bryggj­ uni – at kalla mitt í bygdini. Viðhvørt sær økið hampiligt út, men sum oftast er tað ein ótespilig sjón at síggja ruskið flóta allastaðni. So­leiðis hevur tað verið sein­astu 20 árini, sigur Petur Mein­hard Danielsen, sum býr tætt við bryggjuna. Hann leggur dent á, at allir grann­arnir eru í øðini: – Ruskið liggur bert 30 metrar frá sethúsunum. Um veturin luktar ruskið ikki so illa, men nú tað er summar, er tað fullkomiliga óliviligt her. Vit hava sent fleiri áheitanir til kommununa, men har fáa vit einki ítøkiligt svar. Somuleiðis hava vit ringt til Heilsufrøðiliga Starvs­ stovuna, men tey senda málið aftur til kommuna. – IRF plagar at tøma rusk­ ið hvønn mikudag, men longu sunnudag er bingj­ an full og rúgvurnar við síðuna av stórar, greiðir Petur Meinhard Danielsen frá. Hann skoytir uppí, at serliga er hann harmur um børnini: – Børnini spæla altíð á bryggjuni, og tískil er ruskøkið teirra spælipláss. Tey spæla í lortinum og leita eftir ymiskum. – Og tá brennistøðin her­fyri var í ólagi, vóru rusk­rúgvurnar fleiri metrar høgar. Fuglar, kettur og hund­ar drógu blæur og ann­ að úr rúgvuni og dálkaðu økið enn meira. Nú stendur slaktið fyri framman, og tá verða rúgvurnar størri, og lepparoykurin ræðuligur, sig­ur Petur Meinhard Dan­ iel­sen at enda. Bygdaráðsformaðurin í Porkeri, Eli Frederiksen, játtar, at kommunan hevur fingið fleiri áheitanir, men hann hevur tó ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til málið. Hann sigur tó í stuttari viðmerking, at bingjuplássið ikki altíð verið so væl umsitið, og at ábyrgdin liggur hjá komm­ ununi: – Vit hava arbeitt við mál­ inum leingi, men tað hevur ikki verið lætt at funnið eitt nýtt pláss til ruskbingjuna. Nú hava vit fingið eina áheitan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har teir heita á okkum at loysa trupul­ leikan. Áheitanina ætla vit at taka til eftirtektar, og áðrenn árið er farið, hava vit funnið eina loysn, lovar Eli Frederiksen, bygda­ ráðsformaður í Porkeri. Plásstrot er í fleiri av skúlunum í Tórshavnar kommunu. Hóast Hoyvíkar skúli júst er blivin útbygdur og farið er undir at byggja nýggjan skúla í Hoyvíkshaganum, nøktar hetta ikki tann stóra tørvin á skúlum í býnum Skúlabygging Ella Larsen ella@sosialurin.fo Fyri at nøkta tørvin skulu fleiri skúlar byggjast út, millum aðrar skúlin á Argjum. Tórshavnar komm­ una leggur í løtuni ætlanir um at útbyggja Argja skúla. Kommunan skal velja ímill­ um tveir møguleikar: annar er at útbyggja skúlan á verandi staði og at hava allar flokkarnar frá 1. upp til 9. á sama staði. Hin møguleikin er at byggja ein nýggjan skúla á Cepatrøðni, undir lið­ini á dagsstovninum á Argj­ um. Verður hendan loysn vald, skulu teir yngru flokkarnir, frá 1. til 3. flokk og frítíðarskúlin, vera í tí nýggja skúlanum, meðan 4.-9. flokkur skulu vera har, sum núverandi skúli er. Býráðið fer at viðgera málið og um ein mánað, fara tey at taka støðu til, hvørja loysn tey velja. Hildur Eyð­unsdóttir, forkvinna í ment­anarnevndini hjá Tórs­ havnar kommunu, sigur, at arbeiðið við útbyggingini kann fara í, gongd bein­ anvegin ein loysn er vald. Tað tekur væntandi nøkur ár at byggja skúlan. Kommunan hevur eisini ætlanir um at útbyggja skúl­an á Velbastað. Har er møgu­ligt at útbyggja ver­ andi skúla ella at byggja á øðrum staði. Har eru sam­ tyktirnar til byggingina ikki gjørdar enn, men Hildur Eyðunsdóttir sigur, at út­bygg­ingin hevur skund og vónar, at tey kunnu fara í gongd við arbeiðið um heilt stutta tíð. Tórshavnar komm­ una umhugsar møguleikan at selja Venjingarskúlan og í staðin fyri at byggja ein nýggj­an skúla í vestur­býnum Skúlabygging Ella Larsen ella@sosialurin.fo Tórshavnar kommuna eig­­ur 40 prosent av Venj­ ingarskúlanum, með­ an landið eigur hini 60 prosentini, har lær­ara­ skúlin og peda­gog­skúlin halda til. Komm­unan væntar, at landið vil keypa teirra part av skúlanum, og flyta fleiri hægri útbúgvingar inn á skúlan. – Skúlin er ikki opti­ malur til fólkaskúla, gong­ irnar eru langar, tað er langur vegur út og har er eingin skúlagarður, har øll børnini kunnu fara út at spæla í senn. Sigur Hildur Eyðuns­ dóttir, forkvinna í mentan­ arnevndini í Tórshavnar kommunu. – Skúlin er nógv betur egnaður til vaksin fólk. Ætlanin er at gera ein fólkaskúla úti á Fløtum, har pláss er fyri trimum flokkum á hvørjum ár­ gangi. Pengar eru ikki settir av til verkætlanina enn, men Hildur Eyðuns­ dóttir heldur tað hava skund at fáa ein nýggjan skúla. Hon vónar, at komm­un­ an fer í gongd við at gera ein nýggja Vesturskúla, so skjótt útbyggingarnar av Argja skúla og Velba­ staðar skúla eru lidnar. Rusk flýtur javnan á bryggjuni í Porkeri Útbygging av skúlunum á Argjum og á Velbastað Regluliga flýtur rusk á bryggjuni í Porkeri. Grannarnir eru í øðini og vilja hava viðurskiftini í rættlag. Venjingar­skúlin skal seljast