hósdagur 3. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 147 - 3. august 2006
Mangir tankar og minni fara
ígjøgnum høvdið á okkum,
tá vit eru til jarðarferð. So
var eisini hendan vakra
summardagin,
Hjørdis
Djurhuus stóð undir børu
í Havnar Kirkju seinastu
ferð og varð løgd til hvíldar
í leiðisgarðinum, har allir
vegir okkara møtast. Skjótt
eru liðin 20 ár, síðan Hákun
doyði, og Hjørdis gjørdist
einkja.
Bert fáum er unt at
liva so drúgt foldarlív.
Henni restaðu bert fýra
ár í tey hundrað, nú hon
– mett av døgum – skjeyt
foldarhamin. Nevni hennara
langa æviskeið, tí tað vóru
so nógv fólk og fylgdu,
hóast fáir av javnaldrunum
eru eftir á lívi til at sýna
henni seinasta heiðurin.
Hetta mundu vera fólk,
mong væl yngri enn hon,
sum ynsktu at biðja hesi
gomlu konu og góðum
minnum um hana og Hákun
farvæl. Hon var eitt slag av
fólki, sum nú fækkast í tali.
Tann tíðin, hon umboðaði
so nógv gott av, eru um at
verða søga.
Ein so gott sum full
kirkja bar boð um, at hon
var serstøk á so mangan
hátt. Hóast vit øll ynskja
okkum sjálvum og okkara
kæru langt lív, so man vera
best at sleppa til hvíldar, tá
viknandi heilsa ger ellina
strævna. Vit uppliva tað
sum eina ”góða” jarðarferð,
tá hin farna hevur rokkið
høgan aldur, er sloppin
hiðani stillisliga og hevur
lagt meir eftir seg, enn ein
kundi vænta av miðal fólki.
Hjørdis kom í hendan heim
fyri so langt síðan, at vit
valla fata broytingarnar síð
an tá, sjálvt um vit royna.
Eitt so happadrúgt og
væl eydnað æviskeið ger
mannalívið so ríkt – eisini
fyri tey, sum kent hava og
varað av.
Henda heilsan skal nú
ikki vera nøkur longri hug
leiðing, hóast høvið er so
gott sum nakað; men bert
ein tøkk til eina gamla vin
konu, sum, tó at 38 ár vóru
ímillum okkara í aldri, var
líka spennandi at koma á tal
við ta seinastu sum sum ta
fyrstu ferðina, vit hittust.
Um uppruna hennara er
stutt at siga, at hon var fødd
27. apríl 1910 í Havn, dóttir
Hans Kamban, føddur í
Skúvoy og lærari í Havn, og
Mariu f. Ziska úr Klaksvík.
Av systkjun Hjørdisar eru
nú bert Ebba Petersen og
Janus Kamban eftir á lívi.
Gentur flestar fyrra part í
farnu øld fóru út at tæna, at
arbeiða í handli ella fiski,
áðrenn tær giftust, settu
búgv og fingu familju.
Tær, sum høvdu serlig evni
og meir enn vanligt áræði
til eina hægri útbúgving,
kundu lesa til lærara, og tað
gjørdi Hjørdis. Hon fekk
prógv á Føroya Læraraskúla
í 1932.
Lagnan vildi tað so, at
hon gekk í sama flokki sum
nakað javngamli skúvoy
ingurin, Hákun. Tey blivu
góð og giftust. Eftir at hava
undirvíst Innan Glyvur og
í Skálafirði í tvey ár, fekk
Hákun fast lærarastarv í
Klaksvík, hagar tey fluttu,
fingu børnini og búðu í
mong ár.
Tíbetur hevði Hjørdis tað
rætta lyndið, sum eisini tá
kravdist av kvinnu, sum tók
upp á seg sum meginskyldu
at vera hús- og barnamóðir.
Uttan ein góðan ”bakk”
og tryggan heimafront er
trupult at ímynda sær, at
Hákun kundu havt útinnt
tað lívsverk í føroyskum
politikki, hann varð valdur
til, virdur fyri og verður
mintur fyri av eftirtíðini.
Tað var ikki lætt at vera
í faðirs og móður stað, at
vera mat- og húsmóðir tá í
tíðini, meðan maðurin var
burturstaddur til arbeiðis.
Túsundtals
føroyskar
konur høvdu og nógvar
hava hendan leiklut enn
– ikki minst í okkara fiski
mannaheimum.
Hákun
var nógv í Havn í ting-
og landstýrisarbeiði í 40-
og 50-árunum, tá børnini
vóru smá og vuksu til har
norðuri. Tá var líka langt
millum tingstað í Havn og
heimstað í Klaksvík, sum
tað í dag er millum útlond
og Føroya.
Børnunum,
Hjarnari,
Tórmóði, Anniku, Maluni,
Jógvani, Kristin (fyrru, sum
doyði sum barn) og seinnu
Kristini, 6 í tali á lívi, untist
at vaksa upp við føturnar og
í ørmunum á eini blídligari
mentamóður. Hjørdis hevði
í holdið borið, fekk í fylgju
heimanífrá og í førningi
frá tí Læraraskúla, sum
var grundaður á norrøna
siðmenning, fakliga vitan,
mentan og mál, eina dýpd
og breidd av upplýsing og
stórar skattir at oysa av til
teirra, sum lurtaðu eftir.
Altíð las hon nógv, dugdi
væl at siga frá og man hava
lagt í børnini forvitni og
ynski eftir at vita meir og
at fáa útbúgving.
Væl varð sett við. Djur
husarnir bera orð fyri at
halda væl saman. Samanhald
gevur styrki. Tað góða, ein
leggur í børnini, kemur ofta
aftur seinni. Annað ættarlið
eftir Hjørdis og Hákun
fekk í fult mát kærleika
og umsorgan, ið Hjørdis
omman sum savningardepil
í familjuni gav teimum,
og sum Hákun í seinni
árum hevði stundir at geva
abbabørnunum. Tað tykist,
sum eisini triðja ættarliðið
javnan kom við teirra for
eldrum út á Skansaveg,
har tey bæði gomlu búðu,
eftir at børnini vóru vaksin
og Hjørdis flutt til Havnar
seinna part í 50-árunum.
Í 40- og 50-árunum, ja
enntá inni í 60-árini, vóru
øðrvísi politiskar arbeiðs
treytir enn í dag. Stór og
brádlig
umskifti,
stutt
ímillum vælferð og armóð
gjørdu, at tað mangan
rísnaði millum flokkar
og menn, sum gingu høgt
upp í dagsins stríðsmál.
Hákun var brasin av lyndi,
trúfastur móti teim, sum
vóru støðuføst í fylking okk
ara. Hesi eru tey, sum ein
politikari skal hava serligt
tol og hegni til røkja.
Hjørdis man hava verið
góður makkari og hollur
ljóðbotnur
hjá
Hákuni
at royna sínar hugsanir
ímóti. Hon var so kvom
og klók. Hon las meir enn
tey allarflestu. Tann, sum
gekk niðri við Eystaru vág,
varnaðist, at á Skansavegi
brann ofta ljós til út móti
morgni. Tað mundi vera
Hjørdis, sum nøktaði sítt
vitanarbrell við lesnaði og
arbeiddi eftir vanliga niður
faringartíð. Tað var sjáldan
ov seint nakað kvøld at
ringja til Hákun at tosa um
dagsins mál og politiskar
tvørleikar. Var hann niður
farin, so fekst tú altíð eitt
prát við Hjørdis. Tú visti
altíð meir enn áðrenn.
Hjørdis hevði so gott inn
skygni og man hava verið
hollur ráðgevi, tá nógv
ráddi um hjá Hákuni at taka
rættar avgerðir. Hann hevði
skalda- og stemningslyndi.
Hann hugsaði ofta taktiskt
og var kanska í so varin,
áðrenn hann tók avgerð.
Hjørdis var gløggur eyg
leiðari í stillum og álítandi
eyðlýsarin av fólki og
hendingum. Tað liggur ofta
meiri til kvinnuna enn til
okkum menn. Hon hevði
síni føstu politisku ýti,
stuðlaði sjálvsagt Hákuni
politiskt, men fýrdi ikki fyri
at mýkja hann við mótsøgn,
tá tey vóru ósamd um mál.
Hon hevði – umframt at
vera óvanliga væl og klass
iskt lisin – framúr gávur
at festa síni jarðbundnu og
skilvísu sjónarmið á blað.
Var altíð fús við tí góða, væl
valda orðinum, tá nógv stóð
á í politiskum orðadrátti á
tingi og í bløðunum.
Fleiri Kamban-fólk hava
framúr viðfødd málslig
evni. Hjørdis skrivaði allar
sínar greinar og lesarabræv
við fagurskrift. Seinasta
kurlan líka væl úr hondum
greitt sum hin fyrsta. Tolin
og miðvís gav hon sær tíð til
at argumentera. Legði ofta
langar lestrar úr hondum.
Verri enn so alt kom á prent.
Ofta ”angraði” hon og bað
um at bíða. Spell, tí lesarin
misti jú ein góðan íblástur
tann dagin. Men tá hon lat
frætta frá sær alment, lósu
fólk altíð við andakt.
Tað kom sjáldan fyri, at
hon rættaði í egnum handriti,
og hon hevði eitt skaldsligt
ljóðlag og hóskiligt orðaval
til evnið. Málrútman ald
aðu
eftir
pappírinum.
Setningsbygnaðurin var so
syntaktiskt og grammatiskt
rættur. Javnvágin millum
høvuðs- og eykasetningar
var so góð. Fá punktum og
nógv komma. Tað krevur
greiðari hugsan og sterkari
intellekt enn stakkerað mál
brúk í sersetningum, sum
nú er vanligt og neyðugt
fyri at vera lisið.
Í dag hevði ein vitug
kvinna sum Hjørdis uttan
iva verið á hægri læru
stovni í holt við lestur í bók
mentum, søgu ella siðsøgu,
og høvd hevði hon havt til
eitt professorat.
Men Hjørdis meistraði sín
stíl og fløktist ikki. Brúkti
semikolon meistarliga. Máls
ligi musikaliteturin stuðlaði
eygum og oyrum lesarans
til at fata boðskaðin. Orð og
máliskur rullaðu so vakurt
og gingu upp í hægri eind
av stíli og boðskapi. Ein
frøi at lesa so fróða konu.
Brúkti orðamyndir og dømi
úr bókmentum, søgu og
søgn so meistarliga lætt til
tann boðskap, hon vildi føra
fram. Skemtandi, argandi
og speisom, tá hon vildi
tað, men ongantíð beisk
ella hørð móti teim ella tí,
hon talaði at.
H
o
n
kom til hjálpar politiskt og
etiskt, tá hon sjálv kendi á
sær, at onkrum trongdi til
eina hond. Oftast við navni
undir. Stundum ónevnd,
men tað, hon skrivaði, var
altíð borðbært.
Hjørdis var landstýris
mannakona í 8 og okkara
”first lady”, løgmansfrúa,
í 4 ár. Tað læt hon tó ikki
á sær kenna. Hon var hin
sama sum áður og púra
ósnobbut. Legði lítið í at
føra seg fram alment, hóast
hon noyddist viðhvørt.
Stuðulsrollan passaði henni
betur og fall heilt náttúrlig.
”Cherchez la femme” siga
fransmenn. Leitið eftir
kvinnuni (aftan fyri mann
in). Tað var hennara sjálv
valdi lutur. Hon hvíldi væl
soleiðis og meistraði hann
eisini til fulnar. Tað kendist
henni ikki sum nakað off
ur. Tvørturímóti treivst
hon væl millum vinir sín
ar, bøkurnar og lesnað
annars. Hennara lívsvirði
vóru nevniliga heilt onnur
enn hjá karrierukvinnum í
dag, sum okkara samfelag
tó nýtur so nógv gagn av,
nú hús, heim og børn við
nútíðar tøkni, útbúgving,
hent- og møguleikum hava
latið upp fyri javnstøðu á
arbeiðsmarknaðinum uttan
fyri heimið.
Hjørdis gjørdi lítlan háva
úr sær sjálvari. Dámdi
væl eitt prát um evni, sum
kravdu lisna vitan og íborið
vit. Stillfør gekk hon um
gøtur, vitjaði síni næstu og
vinir og gjørdi sínar skyld
ur – helst til størri gagn
fyri
hjúnafelaga,
børn,
eftirkomarar og harvið
umvegis fyri land og fólk,
sum hon kendi og skilti so
væl. Føroyar høvdu neyvan
átt tann Hákun, vit virðis
mettu, enn um hon hevði
gjørt meir burtur úr sær
sjálvari og meiri framsøkið
fylgt sínum persónligu
áhugamálum.
Vit, sum kendu Hjørdis
og høvdu ta gleði at eiga
hana sum vinfólk so langt
æviskeið, sum henni varð
tilmált, eru ríkari av tí.
Tað gav at býta, tá hon í
Útvarpinum fyri fáum arum
síðani leiddi okkum lurtarar
eina seinastu heiðursrundu
gjøgnum okkara kæra heim
stað, gomlu Havnina.
Tað kendist á sín hátt enntá
fløvandi og minnisvekjandi
at fylgja henni til moldar
undir liðini á manni hennara
og vinmanni okkara, Hák
uni, hendan vakra summ
ardagin. Har liggja eisini
tvíburðarnir Kristin (fyrra,
ið doyði bert eitt ára gomul)
og Jógvan sonurin, sum lat
lív av vanlukku á skipi í
bestu árum.
Vit eru øll partur av okkara
samtíð. Hjørdis eyðvitað
eisini av sínari. Nú eru ikki
so nógv eftir av hennara
ættarliði og hugburði, og
lítla land okkara er ein
stóran
persónleika
og
eina megnar mentakvinnu
fátækari, nú hon er farin.
Mest sakna hennara næstu
mammu, vermóðir, ommu
og langommu. Soleiðis skal
tað vera. Tit hava okkara
samkenslu.
Friður veri við minninum
um vituga, vitandi og blíd
liga fróðarfólkið, Hjørdis
Djurhuus.
Óli
Hjørdis Djurhuus
1910 – 2006
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá góða systir, svigarinna, mostir og
fastir okkara
Gunvør Joensen
hjá Ernst hjá Ísaki
Tórshavn
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Hera Joensen, prest, og kirkjutænarar,
Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk øll tit, ið
fylgdu Gunvør til hennara seinasta hvíldarstað.
Eivind, Dukki og Hanna við familjum