hósdagur 3. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 3. august 2006
13
Jákup
Jensen,
vanliga
nevndur Jákup á Skipagøtu,
andaðist á Lands sjúkra
húsinum týsdagin 1. august,
86 ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Skúvoyar kirkju
fríggjadagin klokkan 12.
Tey, ið vilja minnast Jákup,
kunnu lata Missiónshúsinum
í Skúvoy eina gávu, konto
í peningastovnunum. Í sam
bandi við jarðarferðina siglir
Sildberin av Sandi fríggja
dagin, umleið klokkan 11,
í sambandi við túrin av
Gomlurætt klokkan 9.45.
Hákun Frimodt Joensen,
Tórshavn, ættaður úr Sumba
andaðist á Lands sjúkrahúsin
um mánadagin 1. august 81
ára gamal. Jarðarferðin verður
úr Vesturkirkjuni fríggjadagin
4. august kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Talið av útisetum, sum
fyri góðum seksti árum
síðani við bjørtum vónum,
virkisfýsni og eldhuga
stevndu aftur til Føroya,
er álvarsliga minkað. Ein
teirra var 88 ára gamla
Sunneva Thomassen fødd
Gøte, sum var borin til
gravar ólavsøkuaftan úr
Kristianskirkjuni í Klaks
vík.
Sunneva varð fødd á Fløtti
í Norðragøtu og var yngst
av 7 systkjum. Tað var gott
at vaksa upp í Norðragøtu
og hugaligt at ganga í
skúla hjá Konoy. Væl
mundi hon vera kálvfødd
bæði til likams og sálar, tí
móðurmálið skrivaði hon
lýtaleyst. Hon hevði tað,
tey í dag nevna drive. Bert
14 ára gomul gekk hon
tvær ferðir um vikuna um
Gøtueið til Søldafjarðar at
læra eingilskt.
Árið eftir fór hon á Há
skúlan. Eftir lokið skeið helt
hon fram sum arbeiðsgenta
hjá Sonnu av Skarði í 3
ár. Sjálv nevndi hon nýliga
í samrøðu í útvarpinum,
at á Háskúlanum fekk hon
íblástur og dirvi til at fara
til Onglands sum au-pair
genta. Tá tíðindini bórust
um, at Ongland møguliga
fór í kríggj, leitaði hon sær
til Keypmannahavnar. Hon
loftaði sær væl í útlegd,
og hon hevði móðurmálið
í viðføri. Sunneva hevði
natúrliga tign, og stóð
sum kletturin í forstovuni,
tá týskurin kom at heinta
jødisku professarahjúnini,
sum hon tænti hjá, og sum
vóru sloppin til rýmingar.
Hetta mundi eisini vera
hennara lyndiseyðkenni, at
hon lat seg ongatíð taka
av fótum. Tað mundi falla
asfaltføroyingunum lætt at
velja Sunnevu úr Gøtu til
fyrsta formann í felagnum
Oyggjaframa móðurmálin
um at bata. Í hesum felagi
var tað, at útisetar orðaðu
frælsisdreymar sínar. Hetta
er týðningarmikil partur
av frælsissøgu føroyinga.
Fyri stóran part vóru hetta
somu fólkini, sum aftan
á fólkaatkvøðuna hin 14.
sept. 1946 fóru at stovna
Tjóðveldisflokkin.
Her vóru Sunneva og
Mikk skómakarin so púra
samd. Tey hittust í Keyp
mannahavn, har hann gekk
á Tekniskum Skúla, og tey
giftust í 1943. Tað vóru
aðrir útisetar, ið hittust
og giftust undir krígnum.
Nakað sum eyðkendi asfalt
føroyingarnar – segðist
– var, at tey løgdu dent á at
geva børnum sínum mergjað
nøvn. Í teirra føri kom
fyrsti alvin at eita Ørvur.
Tá Sunneva kom heim við
honum í í 1945, mundi
hann vera einnevndur í Før
oyum. Síðani eru mongu
vøkru krígsnøvnini vorðin
fólkaogn. Heimkomin fingu
Sunneva og Mikk: Einar,
Kjartan og Marionnu. Øll
fýra børnini gera mun, har
tey eru. Ommubørnini eru
10 í tali – ein genta og
9 drongir, síðani koma 4
langommubørn – ein genta
og 3 drongir. Mikk og Sunn
eva búðu á Bakkanum á
Stongunum. Hann framúr
skemtari og hon glaðlynt
og láturmild. Tað var eitt
heim við bókum, og har var
nógv kvøðið. Mikk var við
til at stovna dansifelagið
í Klakksvík. Hjá teimum
á Bakkanum var høgt til
loft og vítt til veggja, og
ein barnaføðingardagur var
vælhóskandi høvi til at fara
upp á gólv. Tað gledd i hana,
nú hon lá á deyðastráð at
lesa greinina um føroyskan
dans í seinasta FRØÐI,
sum
ommusonurin,
lisentiatstipendiaturin Sól
finn skrivaði.
Tað var Sunnevu svárur
missur, tá Mikk fall frá í
1992, men hon menti seg
aftur og tók upp annan tátt,
gjørdist virkin í pension
istafelagnum og dámdi væl
at ferðast burtur í londum
við teimum. Tá hon fyri
sløkum 10 árum síðani
skuldi á fyrstu ferð sína til
Týsklands, tók hon linga
fonskeið í týskum máli.
Onkaommudóttirin – Eva
– búði hjá henni í nøkur
ár, áðrenn hon fór burtur
at nema sær útbúgving.
Sunneva gledd i seg til, at
Eva skuldi koma heim at
vitja í summar. Tá hon kom,
var omman fyri tað mesta
songjarliggjandi. Men knot
ur vóru í henni Evu. Hon
sat hjá ommu síni hvønn
dag. Saman við mammu
og mammubeiggjum gav
hon ommuni ta eydnu at
sleppa at verða verandi og
sovna í heimi sínum, og
verða hildin í hondina alla
leiðina til gylta liði.
Sunneva var hin seinasta
av sínum ættarliði á Bakk
anum. Tað var gott fyri
hana og serliga fyri okkum
onnur at hava hana ímillum
okkum. Umframt so mangt
annað so hevði hon kent
og staðið undir liðini á
teimum Símuni av Skarði
og Rasmusi Rasmussen
og konum teirra, eins og
hon sjálv var virkin millum
teirra, sum strongdu tað
heitið at byggja land eftir
krígslok . Hesi mentafólk úr
tí tíðarskeiði í søgu okkara,
sum meira og meira stend
ur sum gulløldin. Og hon
var av sonnum ein góður
brúgvabyggjari. Víði sjónar
ringurin og tolsemið henn
ara gjørdu, at tað altíð var
hugaligt at koma í prát við
hana.
Tað eru summar hugsjón
ir sum, tá ið tær einaferð
eru bornar í heim, ongantíð
doyggja aftur, men mugu liva
til tær ikki eru hugsan ella
sjón longur, men veruleiki.
Sunneva var fegin, tá full
veldissamgongan var skip
að. Nú var stundin komin til
handa. Hon vónaði veruliga,
at henni skuldi unnast at
uppliva loysingina. Børn og
ommubørn munnu tó kenna
hitan av hondum, ið sleptu
og fara at endurminnast
tað, hon hevur sagt frá, nú
60-áradagurin fyri fólka
atkvøðuni stendur fyri dur
unum.
Friður veri við minninum
um stillføru stríðskvinnuni
Sunnevu úr Gøtu!
Sonarkonan Karin
Sunneva Susanne Thomassen
f. Gøte 9. september 1918, deyð 25. juli 2006
Dagurin í morgin
4. august. Dominicus. Deyður 1221. Hann var ú rSpaniu og er fram um alt kendur sum maðurin, ið stovnaði eina
munkaskipan, ið fekk navn hansara og skjótt kom víða um lond. Navnið dominicanes kann eisini verða týtt Harrans
hundar, sum fólk róptu teir.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæra móðir og vermóðir
Inga Hansina Weihe
Skála
andaðist á Landssjúkrahúsinum 1. august,
87 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagon 3.
august kl. 18 í Skála kirkju.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 4. august kl. 14.00.
Sungið verður úr sálmabókini.
Familjunnar vegna
Kári og Majbritt
Tey, ið ynskja at minnast Ingu Hansinu, kunnu lata eina penin-
gagávu til Skála kirkju. Konta í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og
hjálpsemi, ið varð sýnt okkum, tá okkara góði
Henning Olaf Joensen
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Takk tit mongu, ið vitjaðu hann í heiminum og á Ellis-
og avlamisheiminum í Vágum, tá hann lá sjúkur.
Takk til starvsfólkið á Sjúklingahotellinum
Tórshavn og sjúklingavegleiðaran fyri tíðina, hann
var har hjá tykkum í Keypmannahavn.
Takk til heimasjúkrasystrarnar, sum vóru um hann
í heiminum.
Takk til leiðaran og tykkum øll á Ellis- og
avlamisheiminum, sum gjørdu so nógv fyri hann
og vóru um hann til tað síðsta.
Takk til David Johannesen, prest, fyri vitjanina.
Takk til Ingu P. Dam, prest, fyri góð og troystarrík
orð á Ellisheiminum og í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar og tit mongu, sum hjálptu
til við ymiskum, bæði tá hann lá sjúkur og til
jarðarferðina.
Takk fyri kransar, blómur og gávur til Miðvágs kirkju.
Takk til sangarar og til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum.
Hjartans tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Thorborg