hósdagur 3. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 147 - 3. august 2006
Nevndin í Ættleiðingar
felagnum skipaði seg herfyri
við Anju Andreasen sum for
kvinnu
20. mai var tann árligi
familjudagurin og aðalfund
urin hjá Ættleiðingarfelagnum
hildin í barnagarðinum á
Mýrunum í Runavík. Familjur
úr Eysturoynni høvdu fyriskip
að dagin.
Luttøkan var góð, umleið
120 vaksin og børn. Tey
ættleiddu børnini, ið luttóku,
vóru úr hesum londum: Bul
sgaria, Etiopien, Indien,
Kolumbia, Korea, Kina, Suður
Afrika, Tailand og Vietnam.
Byrjað var við morgunmati
og síðani vóru nakrir sangir
sungnir.
Eftir hetta hevði Bessi
Bjarnason, Marte Meo ráð
gevi, kunning um Marte
Meo háttin, um hvussu
Marte Meo verður brúkt til
at vegleiða foreldrum í at
skapa tilknýti til ættleidda
barnið, og at vera mennandi
í samskiftinum við tað.
Aftaná døgurða var aðal
fundurin. Í meðan aðalfund
urin var, varð skipað fyri
tiltøkum fyri børnini. Ung
fólk úr Eysturoy sungu
saman við børnunum og
børnini spældu eisini bæði
inni og úti í barnagarðinum
á Mýrunum, sum var ein
frálíkur karmur um hetta
tiltak. Bæði foreldur og børn
hugnaðu sær óført.
Nýggir nevndarlimir
Á aðalfundinum vóru 2
nýgg ir limir valdir í nevndina,
tað vóru Anja Andreasen og
Bessi Bjarnason.
Tann 14. juni kom nevndin
saman og skipaði seg
soleiðis: Forkvinna er Anja
Andreasen, skrivari er Bessi
Bjarnason, kassameistari
er Ann Lindberg og nevnd
arlimir Annika Marr Poulsen
og Poul Geert Hansen.
Eitt sera týdningarmikið
endamál hjá Ættleiðingarfel
agnum er at fáa í lag samband
millum ættleiðingarfamiljur.
Felagið vil fegið virka sum
samskipari ella sambind
ingarlið millum familjur.
Í viðtøkunum hjá felagnum
stendur, at Ættleiðingafelagið
virkar m.a. fyri, at øllum
verður givin somu rættindi,
uttan mun til uppruna. Fel
agið virkar eisini fyri at
ættleidd verða integrerað
í tað føroyska samfelagið,
og at kunna um ættleiðing,
har tørvur er á tí eins og tey
umboða áhugamálini hjá
felagnum mótvegis mynd
ugleikunum.
Ættleiðingarfelagið er
altíð til reiðar at hjálpa og
vegleiða um ættleiðing.
Felagið hevur tilknýti til,
heilsusystir, fysioterapeut,
talupedagog og áhugabólkar,
sum ein kann venda sær til,
um ein hevur ættleitt eitt
barn ella hevur ætlanir um
at ættleiða eitt barn.
Ættleiðingarfelagið hev
ur eina heimasíðu, www.
aettleiding.fo Har ber til
at fáa ymiskar upplýsingar
um ættleiðing, somuleiðis
ber eisini til at senda fyri
spurningar inn til felagið.
sb.
Stutt sagt
Seinast í hesum
mánaðinum kemur
New Zelendski psyko
terapeuturin Pauline
Skeates til Føroyar at
halda skeið.
– Eg havi verið á
fleiri skeiðum hjá
Pauline. Her gjørdist
Gud meiri livandi
og umsorgarfullur
fyri mær, sigur Hilda
Viderø úr Klaksvík,
sum skipar fyri hesi
vitjanini
Vitjan
Snorri Brend
Sálarfrøði: – Á hesum
skeiðunum havi eg verið
sera fegin um ta menning,
og tey amboðini eg fingið
at arbeiða við.
– Nú vil eg geva øðrum
føroyingum
møguleika
fyri hesum sama, sigur
Hilda, sum dagliga starvast
sum familjuterapeutur og
supervisor.
Pauline Skates er sálar
frøðingur og psykoterapeut
ur, og hevur seinastu fimm
árini undirvíst í kirkjum og
samkomum í mongum lond
um í Europa.
Høvuðsevnið á øllum hes
um skeiðunum hevur verið,
hvussu tað andaliga lívið hjá
tí einstaka ávirkar kenslulívið,
sálina og likamið.
Tað hevur nú eydnast
at fáa Pauline til Føroya.
Skeiðið verður í døgunum
28. og 29. august, og er ætl
að leiðarum innan kirkjur og
samkomur, og fyri fólki sum
arbeiða við sálarrøkt innan
samkomurnar.
– Brúk fyri tí
Júst hetta við kenslulívinum,
sálini og likaminum hevur
stóran áhuga hjá Hildu
Viderø í arbeiði sínum.
Hon hevur tí verið á
skeiðum hjá Pauline sein
astu tvey árini, og veit tí,
hvønn boðskap henda nógv
eftirspurda kvinnan hevur at
bera fram.
– Á hesum skeiðum var
varpað ljós á mína Guds
mynd. Hetta kendi eg sera
gott og týdningarmikið,
tí Gud á henda hátt
gjørdist meiri livandi og
umsorgarfullur.
– Hetta hevði eg so avgjørt
brúk fyri, sigur Hilda.
Eftir skeiðini hevur hon
merkt, at hon hevur fingið
størri frímóð, og ikki minst
gleði at fara undir tær upp
gávurnar, sum ligg ja fyri
framman.
Hetta tilboðið ætlar
hon nú at geva víðari til
ábyrgdarfólk innan kirkjur
og samkomur. Annars eru
øll vælkomin á skeiðið,
sum ynskja størri kunnleika
til tann andaliga tørvin og
hvussu ein persónur er
samansettur.
Skeiðið er á enskum máli.
Men sum skilst er Pauline
Skeates von at undirvísa
á enskum, og er tí løtt at
skilja.
Sandoy: Sunnudagin 13.
august skipar Sandoyar
Kunningarstova fyri túri
til Lokloysi.
Lokloysi er eitt sermerkt
stað, ið ligg ur norðast á
vestursíðuni á Sandoynni.
Her er náttúruhavn, sum
fyrr varð nýtt hjá bátum at
seta upp í.
Á túrinum, sum byrjar kl.
14 verður Karlot Petersen
ferðaleiðari. Prísurin er
280,00 við matpakka og
kaffi.
Sagt verður, at tað er
avmarkað luttøka.
sb.
Sermerktur túrur
til Lokloysi
Nes:
Hóast
mong
kanska halda, at tær fýra
vindmyllurnar í Nes Haga
ikki eru so vakrar á at líta,
er kortini líkt til, at fólk
vitja hetta staðið.
Orsøkin til hetta er, at á
staðnum har vindmyllurnar
standa er eitt so avbera
vakurt útsýni í mangar
ættar. Trupulleikin hevur
higartil verið, at vegurin
ikki var asfalteraður, men
tað er hann nú.
Tann góðar 2 km. langi
vegurin, sum gongur tvørtur
um eitt náttúruvakurt
lendi, er í summar vorðin
asfalteraður av Sev.
Nú vegurin til vindmyll
urnar er vorðin asfalteraður,
metir Nes kommuna, at
hann kann vera til stóra
nyttu hjá ferðavinnuni og
fólki annars.
– Økið er eitt satt
panorama, við útsýni í
allar ættir, verður sagt.
Kommunan ætlar at
seta upp vegskeltir upp við
vegin, eins og borð, stólar
og ruskíløt. Á henda hátt
kunnu tey ferðandi seta
seg niður at njóta túrin
og ta sera vøkru náttúru,
sum er í økinum eystur á
Eystnes.
sb.
Samherji: Trolarin, sum
hetlendingar herfyri seldu
til íslendsku fyritøkuna
Samherji, er nú farin til
fiskiskap. Talan er um
trolaran Serene, sum nú
ber heitið Margrét.
Blaðið Shetland Times
skrivar, at reiðaríið Sam
herji eigur 14 stórar trol
arar, sum m.a. eru keyptir
úr Týsklandi, Grønlandi,
Bretlandi – og Føroyum.
Serene er annar trolarin
sum Samherji keypir úr
Hetlandi. Hann kemur
ístaðin fyri ein annan og
eldri trolara, sum ikki er
til fiskiskap longur.
sb.
Fjúrtandi trolarin
til fiskiskap
Vindmyllur og panorama
hjá ferðafólki
Vindmyllurnar í Nes Haga standa í sera náttúruvøkrum øki
Mynd: Nes kommuna
– Fekk áræði og gleði
til uppgávurnar
Pauline Skeates er nógv
eftirspurd sum skeiðhaldari.
Nú kemur hon til Føroya at
undirvísa leiðarum innan
kirkjur og samkomur
Ættleidd skulu fáa síni rættindi
Hóast psykiatri’in
hevur verið fyri mun
andi framstigum sein
astu árini, ásannar
landsstýrið at enn er
langt á mál
Heilsa
Í nógv ár hava trupulleikar
verið á psykiatriska økinum.
Hetta kemst millum annað
av, at ein ikki hevur havt
nakra økispsykiatri ella sosi
alpsykiatri, og hetta hevur
ovbyrjað sjúkrahúspsykiatri’ina
á Landssjúkrahúsinum.
Seinastu árini hevur støð
ugt verið arbeitt við at skipa
allar partar av psykiatri’ini
betur m.a. við at gera eina
heildarpsykiatri í Føroyum.
– Økispsykiatri er sett í
verk, og ætlanin er at menna
hana komandi árini, stendur
at lesa í fylgiskjølum til
løgmansrøðuna.
Innan sosialpsykiatri’ina er
stuðulsskipan fyri sinnisveik
sett á stovn, sambýli til sinn
isveik eru fingin til vegar og
bygg inevnd er sett at fyrireika
búpláss til brúkarar, ið hava
serligan tørv á hjálp.
Psykiatriski depilin hevur
eisini arbeitt við at dagføra
viðg erðartilboðini, m.a.
við at legg ja meira um til
ambulantar viðg erðir, gera
viðg erðarætlanir fyri sjúk
lingar og dygdarmenna við
gerðarskipanina.
Langt eftir á mál hjá psykiatri’ini