hósdagur 3. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 3. august 2006
15
tíðindi
Sjáldan hava so nógv fólk
savnast í gjónni í Elduvík,
sum tað vóru mikukvøld
ið, tá hjúnini Brattaberg,
Susanne og Rúni, sungu
har. Eini 300 mundu tey
vera, sum vóru komin at
lýða á sang og var gjógvin
millum klokkan sjey og
átta í gjárkvøldið stúgv
andi full av fólki og sangi.
Løtan byrjaði við felags
sangi, og fleiri hundrað
raddir tóku væl undir við
»Nú nemur náttin við smær
ur«.
Síðani tóku tey bæði
Rúni og Susanne yvir, og
við fylgispæli frá Cristop
her Arpin sungu tey fýra
verk hvør. Talan var um
verk eftir Jules Massenet,
Mozart, Georges Bizet,
Richard Wagner, Giuseppe
Verdi og Otto Nicolai.
Blandingin av djúpum
og høgum tónum skaptu
saman við gjónni og teim
mongu áhoyrarunum eina
minniliga og søguliga løtu,
tí neyvan hava so mong
fólk verið savnað í gjónni í
Elduvík.
Síðani sluppu áhoyrar
arnir aftur at syngja, og
hesaferð var tað »Einki er
sum summarkvøld við
strendur«, sum var felags
sangurin.
Tiltakið vardi ein tíma
og endaði við, at øll fingu
sær súpan , og meðan sopið
varð,
minkaði
manna
múgvan í gjónni spaku
liga.
Gjógvin í Elduvík
var full av sangi og
fólkum mikukvøldið.
Hjúnini Brattaberg
sungu og hugtóku á
forkunnugari konsert,
har 300 fólk vóru
komin at lýða á
KONSERT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sjáldsamur og søguligur sangur
300 fólk vóru í gjónni
í Elduvík í lýddu á
meðan Rúni og Susanne
Brattaberg sungu
Hepni Sudoko vinnarin funnin
Á middegi í dag hevur
Sosialurin funnið ein hep
nan Sudoku vinnara. Vinn
arin varð Hanna Joensen
úr Signabø. Hon hevur
ognað sær heili fýra at
gongumerki til Summar
festivalin – tvey til vaksin
og tvey til børn. Somuleið
is fær Hanna eitt gávukort
á 1000 krónur. Summar
festivalurin byrjar sum
flestum kunnugt í dag, so
tað er bara at skunda sær
eftir atgongumerkjunum.
Birita Christiansen fann hepna Sudoko vinnaran í rúgvuni.