Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 147 - 3. august 2006 tíðindi Í fimleikahøllini á Venjingarskúlanum standa trettan fólk mitt á gólvinum og gera dansivenjingar NEATA festivalur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Hetta er undirvísing í per­­formance dansi, sum Kristina Sørensen skipar fyri, sum er ein av teimum fyrstu “workshoppunum” ið luttakararnir á NEATA festivalinum kunnu velja at vera við til. Heidi Madsen, 20 ár úr Danmark, er ein av lut­ takarunum á work­shoppini. Hví valdi tú hesa workshoppina? – Tí at her skulu vit røra okkum. Tað er stuttligari enn at sita og lurta eftir fyrilestrum. Heidi Madsen hevur spælt sjónleik í fýra ár, men brúkar vanliga ikki dans í sjónleikinum. Tað væntar hon heldur ikki at hon fer at gera framyvir. – Eg dansi í dag, tí tað er hugnaligt og eisini ein góður møguleiki at fáa størri felagsskap við hinar luttakararnar. Petur Meinhard Ellebye Andersen, 19 ár Petur Meinhard er ein av leikarunum í Drama­ verkstaðnum, sum framførdi leikin “Menn­ iskjan og tey fornesku.” Hvussu var at framføra í kvøld? – Tað var ordiliga stutt­ ligt at framføra, og tað gekk nógv betur enn vænt­ að.Eg eri glaður fyri at tað gekk so væl. Hvussu leingi hava tit fyrireikað tykkum? – Vit hava vant leikin í tríggjar mánaðir. Men fyrr í dag høvdu vit ringar vónir, serliga tí at pallurin her í Norðurlandahúsinum er so nógv størri, enn har vit hava vant. Tað var ein ógvislig broyting av umhvørvi. Men tað var stórsligið at fram­føra á pallinum í Norður­landa­ húsinum. Kristine Kreleberga, 19 ár, Litava Kristine hevur spælt sjón­ leik síðan hon var 12 ára gomul og var við til tann fyrsta NEATA festivalin, sum var í Litava í ár 2000. Hví ert tú komin við til hetta tiltakið? – Tí mær dámar væl sjón­leik og eg vóni eis­ ini at møta vinarligum fólki. Eg haldi tað vera spennandi at koma til eitt annað land, og at læra nakað av landinum og mentanini og kanska eisini málinum at kenna. Hvat fært tú burturúr? – Eg fái sera góða orku at spæla sjónleik, og vit hava tað stuttligt. Eg fái eisini samband við eitt annað land og vóni at fáa nýggjar vinir. Sjónleikaliga vóni eg at kunna geva nakað til hini ígjøgnum okkara framførslu, og eg vóni eisini at fáa nakað aftur, tá eg síggi framførslurnar hjá hinum. Hilmar Joensen er formaður í MáF, sum hevur skipað fyri at fáa NEATA festivalin til Føroya. – Vit vildu gjarna hava festivalin til Føroya, tí tað er nakað serligt við festivalum. Tað er deiligt at so nógv fólk koma saman. Tey eru úr ymiskum londum, men øll práta við hvønn annan, eisini um onnur evni enn sjónleik. Vinarbond verða knýtt og luttakararnir kunnu læra av hvørjum øðrum. – Hvønn seinnapart meðan festivalurin er, skipa nøkur kend sjónleikafólk fyri tjaki, har tosað um sjónleikirnar, ið vóru framførdir dagin fyri. Her fara vit afturum sjónleikin, so luttakararnir eisini kunnu læra av tí. – Tað hevur stóra ávirkan á sjónleikalívið í landinum, at vit kunnu fáa festivalin til Føroya. Øll sum eru við fáa íblástur, og tað skapar eisini ein hug at fara út um landið við sjónleikinum. Millum annað er MáF í ferð við at skipa fyri einari verkætlan saman við Noregi og Svøríki, har børn og ung úr hesum trimum londum fara at spæla sjónleik saman næsta ár. Í gjár byrjaði NEATA festivalurin, sum er tað størsta sjónleikatiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum NEATA festivalur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tríggir dreingir standa og kjakast um, at tveir teirra júst hava sæð huldufólk. Hin triði trýr ikki uppá tílíkt. Tá koma nakrar álvagentur í kjóla dansandi til teirra. Tær dansa og forføra. Dreingirnir verða meir og meir býttir uppií teimum. Inntil nakrar gentur brádliga koma rennandi og skúgva álvagenturnar til viks, so tær ikki skulu fanga dreingirnar. Hetta brot er tikið úr leik­inum »Menniskja og tey fornesku« ið Drama­ verkstaðið hjá Hjørdis Johansen framførdi. Her kemur ein flokkur av ungdómum út á eitt stað, har tey møta ymiskum verum úr teimum gomlu føroysku sagnunum. Leikurin var fyrsta fram­ førsla á NEATA festi­val­ inum, sum er størsta sjón­ leikatiltak sum hevur verið í Føroyum. Um 120 áhugasjónleikarar úr Norðurevropa luttaka á festivalinum, sum varðar í eina viku. Sjónleikararnir eru úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Hetlandi, Estlandi, Lettlandi og Litava. Festivalurin varð settur í Norðurlandahúsinum í gjár­ kvøldið av Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra. Hann vónar at allir luttakararnir fara at fáa nakað burturúr festivalinum og fáa íblástur frá hvør øðrum, hóast lut­takaralondini eru sera ymisk. Stuttligt at røra seg NEATA festivalurin settur Ein festivalur er nakað serligt Kópar komnir upp á land at dansa í leikinum hjá Dramaverkstaðnum Heidi Madsen Hilmar Joensen, formaður í MáF