hósdagur 3. august 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 3. august 2006
25
Angela og Hannebal
hava í 9 ár hugtikið
børn og ofta eisini
vaksin. Men hvat fjalir
seg handan smyrsl og
leiktjøld og hvussu
nógv arbeiði liggur
í leiklutinum sum
barnavinur nummar
eitt í Føroyum? Og
hvussu ávirkar hetta
gerandislívið? Vit
hava hitt Angelu í
morgun, meðan hon
gjørdi seg klára til
enn eina framførslu,
ið verður á Summar
festivalinum í kvøld
Samrøða
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Dagfinn Olsen
Grafikkur: Jón T. Einarsson
Í 9 ár hava Angela og Hanni
bal verið ogn Føroya fólks.
Øll kenna tey og soleiðis
hevur tað verið, síðani
tey byrjaðu at undirhalda
saman á palli og síðani í
sjónvarpi.
Men hvussu er tað at
gerast kendur? At fara frá
at vera Angela Petersen til
at vera tann Angela, sum
øll kenna og børnini elska?
Vit hava hitt Angelu,
sum hósdagin fyrireikaði
seg til enn eina fram
førslu, nevniliga á Summar
festivalinum í Klaksvík.
Klokkan er júst farin av 9
hósmorgun og vit fáa ein
heitan kaffimunn, meðan
Angela greiðir frá.
– Eg eri smaðin. Men tá
eg komi í føðingardagar til
dømis, so vænta fólk sær
unidrhald, hóast eg helst
bert vil lurta og ikki vera
so nógv frammi. Har fara
fólk helst skeiv av mær.
Sjálv síggi eg hetta við
undirhaldinum nokk meira
sum eitt arbeiði. Men tað
er tó ikki strævið at heilsa
uppá børn og siga hey,
men tað strævna og torføra
liggur í at finna uppá okkurt
nýtt til framførslurnar,
sigur Angela, sum ásannar,
at hon í roynd og veru er
heppin.
– Eg skal hugsa t.d. um
at fáa børnini at gloyma
upptøkutólið og tað kann
vera trupult. Men eg vil
so fegin hava øll við og
ikki gera sum so manga
aðrastaðni, har børnini
vera roynd fyrst ella bara
klipt burtur. Og tað er
týdningarmikið at fylgja
við í, hvat er frammi innan
t.d. leikur. Ella bara tað at
tosa um tenn. Fólk hugsa
kanska ikki so nógv um
tað, men tað fyllir nógv
í
barnatilveruni,
sigur
Angela, ið eisini ger mun
á, um talan er um Fres,
Angelu og Hannibal ella
annað.
Er hon muslimur?
Angela er útbúgvin peda
gogur og er nú farin til
Danmarkar at lesa sálar
frøði. Tað at búgva í Dan
mark hevur bæði fyrimunir
og vansar, men er sera læru
ríkt, metir Angela.
– Tað er sera ymiskt, hvat
er frammmi í barnasjónvarpi
niðri og tað, ið vit kunnu
loyva okkum í Føroyum.
T.d. vilja børn vita hvat vín
er. Tað er trupult at taka upp
í Føroyum, men børnini
síggja tað tó á útlendskum
sjónvarpsrásum, men bara
á øðrum tungumáli. Og
eisini er mangt at síggja á
teknifilmi, har tað ofta er
so sum so við moralinum,
sigur Angela.
– Tá Angela og Hanni
bal leggja tilrættis, so verð
ur nógv arbeitt við spurn
inginum um, havt er rætt
og hvat er skeivt. Børn
vita sera væl og tey elska
hendan leikin, ið gongur
fyri seg. Leikluturin hjá
mær, Angelu, er so at vísa
á skilagóðu loysnina, men
aftur her er stórur munur á,
hvørt talan er um pall ella
sjónvarp, sigur Angela.
– Tað
er
avmarkað
hvat ein kann loyva sær í
sjónvarpi og tí hendir tað
lættæiga, at evnir ganga
aftur og tað er slítandi. Tað
undrar meg í roynd og veru,
at vit hava hildið so longi,
men tann dag eg kenni, at
vit ikki hava meira at geva,
so gevist eg beinanvegin,
staðfestir Angela.
– Øll frítíðin fer til at
hugsa um hvat kann nýtast
á palli ella í sjónvarpi. Nógv
tíð fer til at leggja tilrættis,
men tað er so, at trupult
er at venja, tí nógv má
roynast. Ein má eisini taka
til eftirtektar, hvørt talan er
um lítil ella stór børn ella
um stilla ella villa fjøld.
Ein má altíð hava ein ætlan
B. Men so kann henda, at
okkurt als ikki riggar, ella
at vit finna útav onkrum,
sum visir seg at vera júst
tað rætta, sigur Angela.
– Alt er umhugsað. Eg veit
væl, at lívið er annað enn
pylsur og vatnrevolvarar.
og børn eru nú so von og
góð við meg, at tey ofta
siga mær ymiskt, sum bert
er okkara millum, men tað
er nú einaferð ikki alt, ið
eg kann taka upp í eini
sending sum Fres, og tað
kann níva meg viðhvørt.
Men tað er veruliga meira
enn bert undirhald í øllum
hesum, og ein álvarslig síða
er eisini. Men barnalívið
skal vera stuttligt, tó at
álvarsligar løtur eisini eru,
og tað kanska meira tann
vegin eg nú fari, nú eg lesi
sálarfrøði og byggi víðari á
førleikan sum pedagogur,
sigur Angela.
– Tað finnast nógv sløg
av undirhaldarum og tað
hendir nógv júst nú. Men
ein hugsar viðhvørt um,
hvat hendir, tá eg eri burtur
úr
hugaheiminum
hjá
børnunum? Fleiri hugsa
ikki um hetta, men taka alt
sum eina sjálvfylgju. Tey
spyrja ikki aftur umaftur
og summi gloyma enntá
at gjalda fyri framførslur,
hóast talan ikki er um stórar
upphæddir. Men tá eg hugsi
um tað, so er tað ófatiligt,
sum vit eru lítið krevjandi,
tí ofta tørvar okkum ikki
pall ella mikrofon, men
børnini elska tað vit gera.
Vit hava heldur ongantíð
avlýst, hóast sjúka ella
ryggtrupulleikar hava gjørt
um seg viðhvørt, sigur
Angela
um
undirhald
araparið Angelu og Hanne
bal, sum tó ikki eru par
uttanfyri palløkið.
Síðani Angela flutti til
Danmarkar hevur hon upp
livað eitt sindur av rasismu
og hevur hetta serliga verið
síðani tiltiknu Muhammed
tekningarnar komu fram.
– Eg eri ofta hildin at vera
muslimur og havi fingið
onkra skolu í bussinum ella
tá eg eri til handils. Men so
er tað eisini løgið at koma
aftur til Føroya, tí valla
eri eg komin á flogvøllin,
áðrenn eg hoyri børn siga:
Áhhh, hygg!! Angela!! Og
so má eg minnast til at
heilsa og práta, men eg
gloymi ongantíð, at júst
hetta veruliga er ein gáva,
sigur Angela, sum tó fegn
ast um lívið í Danmark, har
hon er meira ókend.
– Eg sleppi ofta alt ov
lætt í Føroyum, tað er ein
veruleiki. Men Føroyar er
mítt land. Eg verði altíð
Føroyingur og eg kenni
meg sum føroying, hóast eg
kanska ikki síggi út sum ein,
sigur Angela skemtandi.
– Niðri í Danmark byrji
eg á berum og tað er sunt
og læruríkt fyri menniskju,
sigur Angela, sum fegnast
hvørjaferð hon kemur heim
í arbeiðsørindum ella at
vitja familju..
Munur á
Angela sigur eisini, at
munur er á at vera Angela
og at vera Hannebal, tí hann
er bara ”á”, tá smyrslið er á,
meðan Angela alla tíðina
er ”á”.
– Og tað er eisini so, at
ger eg okkurt galið, t.d.
blandi meg tá fólk kjakast
um okkurt, so gerast fólk
skjótt ovfarin og skilja onki
av tí heila, tí tey vænta, at
eg ikki havi eina meining
um nakað, men bert eri
barnavinurin Angela. men
eg eri eisini ein vaksin
persónur, minnir Angela á.
Niðri hava Angela og
Hannebal, (ið bæði búgva
niðri
í
lestrarørindum,
blðm.), roynt seg sum undir
haldarar. Angela hevur
eisini roynt ymiskt, sum
hon ikki hevur roynt her
heima og tað hevur gingið
rætta vegin, hóast onki er
ítøkiligt enn.
Um tilveruna sum før
oyskur útiseti í Danmark
sigur hon, at hon kennir tað,
sum býr hon mitt ímillum.
Hon hevur roynt seg inn
an so mangt innan barna
undirhald og staðfestir, at
hevði hon hildið ein støðg,
so hevði tað tikið ár at bygt
innlitið í barnatilveruna
uppaftur.
Fyri nøkrum árum síðani
fekk hon eisini altjóða
viðurkenning í einum for
um, har fólk innan barna
sjónvarp savnast, men av
ymsum orsøkum kom ikki
meira burturúr hesum.
– Tað er stórur munur á
at gera sjónvarp til børn
og sjónvarp um børn.
Sjálv geri eg heilt greitt
sjónvarp til børn, og tað
hugtók fólkini, ið lótu mær
viðurkenningina,
metir
Angela.
Hon metir eisini, ay børn
ini eru nógv broytt hesi árini,
ið Angela og Hannebal hav
verið frammi.
– Í byrjanini vildi ongin
siga nakað, tá upptøkutóli
fór frá, men nú vilja øll við,
sigur Angela.
Nýtt show
Tey bæði arbeiða nú við
nýggjum framførslum og
Hannebal gerst alt meira
vandamikil og hann svølgj
ur nú svørð og tílíkt. Og
staðfestir
Angela,
at
útgerðin nú er blivin meira
kostnaðarmikil. Tey bæði
arbeiða eisini við nýggjari
sjónvarpsrøð, ið er øðrvísi,
enn tað vit áður hava sæð
frá teimum.
– Børn spyrja eisini
ofta, hvussu tað er at vera
Angela og Hannebal, tí tey
undrast, sigur Angela, sum
fegin heilsar børnum, tá tey
hittast, men hinvegin kann
tað heldur vera tey vaksnu,
ið taka alt sum givið.
Um leiklutin sum barna
vinur nummar eitt í Føroy
um sigur Angela stutt og
greitt:
– Stuttligt og gevandi er
tað í øllum førum!
Lívið er annað enn pylsur og vatnrevolvarar
Summar Festivalurin á Rás 1
Televarpið sendir næstu dagarnar sending um Summar
Festivalin. Tosað verður við fólk um festivalin, og
aktuellur tónleikur verður í sendingini, sum verður víst
fýra ferðir um dagin. Fyrstu ferð í dag kl. 12.15
Um vikuskiftið verður Summar Festivalurin hildin
í Klaksvík, og Televarpið spennir seg út við serligari
sending um festivalin. Næstu dagarnar ber til at síggja
ein forvitnisliga sending um festivalin á Rás 1 hjá
Televarpinum.
Í sendingini verður tónleikur við aktuellu bólkunum
spældur, og tosað verður við bæði fyriskipara og onnur
fólk um festivalin.
Sendingin verður send hvønn dag frá í dag og fram
til týsdagin. Sendingin verður í luftini fýra ferðir um
dagin:
Kl. 12.15, kl. 16.15, kl. 19.15 og kl. 21.15
tíðindi