hósdagur 3. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 147 - 3. august 2006
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
“Tað ringasta við at vera so ovurhonds ríkur
er at konan er givin við at matgera sjálv”
Sitat: Henry Ford
Fríggjakvøldið 21. juli
skipaði KJ Hydraulik
fyri einum Palfinger
tiltaki í Mykinesgøtu
í Havn, har umleið
40 lastbilaeigarar og
entreprenørar vóru
møttir
Kranar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Kvøldið byrjaði við eini
framsýning uttan fyri hjá KJ
Hydraulik í Mykinesgøtu,
har nakrir lastbilar við
nýggjum Palfinger kranum
vóru sýndir fram. Kranar
hava stóran týdning í øll
um byggivirksemi. Nýggj
astu kranarnir eru sera
framkomnir, teir arbeiða
skjótt, eru lættir at handfara
og stórur dentur er lagdur á
trygdina. Eisini varð nýggj
asta útgerðin til kranar sýnd
fram.
Síðan var farið inn, har
eitt flott sjálvtøkuborð við
sjógæti frá Poul Rustin í
Fuglafirði var sett upp. Pal
finger-stjórin fyri Skandi
navia, Gerhard Karrer,
hevði
eina
áhugaverda
videoframløgu av Palfinger
fyritøkuni, og vísti hvørji
virkisøki fyritøkan fæst
við. Hann sýndi fram teir
nýggju kranarnar og serligu
eginleikarnar við Palfinger
kranunum.
Palfinger fyritøkan varð
stovnað í Eysturríki í 50-
unum. Teir gera kranar, ið
kunnu lyfta frá einum tonsi
upp til 150 tons. Palfinger
er heimsins størsta fyritøka
av sínum slagi og fremstir
innan framkomna tøkni.
Umframt fleiri verksmiðjur
í Evropa eru Palfinger verk
smiðjur í t.d. USA, Kanada,
Brasilia og í Kina.
Í Føroyum er tað fyri
tøkan KJ Hydraulik við
høvuðssæti á Kambadali,
ið umboðar Palfinger-kran
arnar. KJ Hydraulik er kend
fyri sín serkunnleika innan
hydraulik og maskintøkni.
Fyritøkan veitir og serviser
ar útgerð til fiskiídnaðin,
alivinnuvinnuna
á
sjógvi og landi, umframt
flutningsvinnuna og byggi
vinnuna. Fyritøkan veitir
eisini útgerð og tænastur til
marknaðir uttanlands.
Fyrr í ár setti KJ Hydrau
lik á stovn eina deild í
Mykinesgøtu í Havn og
keyptu grannafyritøkuna
Norð Trukk.
Palfinger
framsýning
hjá KJ
Hydraulik
Gerhard Karrer, stjóri hjá Palfinger í Skandinavia, Viggo K. Johannesen, sølustjóri, og Sofus S. Gregersen,
marknaðarleiðari hjá KJ Hydraulik
Uttan fyri hjá KJ Hydraulik í Mykinesgøtu vóru lastbilar við nýggjum Palfinger kranum vóru sýndir fram
Stórur áhugi var fyri at royna nýggju Palfinger- kranarnar
Umleið 40 fólk vóru møtt til Palfinger tiltakið