hósdagur 3. august 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 3. august 2006
27
Ólavsøkufram
sýningin hjá Føroya
Ellisakførum varð
væl vitjað teir tríggjar
dagarnar, hon var
opin. Fleiri hundrað
fólk stukku inn á
gólvið í nýggju fram
sýningarhølunum hjá
Auto Service
Framsýning
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Framsýningin hjá Føroya
Ellisakførum í nýggju fram
sýningarhølunum hjá Auto
Service við Oyggjarvegin
var væl vitjað á ólavsøku.
Umframt bilar og motor
súkklur var eisini ein mynda
framsýning og ein fram
sýning við modellbilum hjá
Birgari Johannessen. Eisini
vóru aðrir framsýnarar við.
Gomul akfør vísa seg at
hava stóran áhuga millum
fólk. Tað er ofta soleiðis,
at tá fólk kunnu seta gomul
akfør í samband við tíðina,
tá tey vóru børn ella ung,
hava hesi ein serligan týdn
ing fyri tey.
Ein av fyrireikarunum av
framsýningini, Páll Daniel
sen, sigur, at teir eru væl
nøgdir við undirtøkuna á
ólavsøku. Hann heldur, at
bæði akførini og nýggju
hølini gjørdu sítt til, at alt
eydnaðist so væl. Hann
ynskir vegna felagið at
takka teimum vitjandi,
sponsorum, teimum sum
sýndu akfør síni fram og
Auto Service fyri frálíku
framsýningarhølini.
Ellisakførini settu
sín dám á ólavsøkuna
Á framsýningini vóru bæði bilar og motorsúkklur
Tveir gamlir Fordar, ein Ford A frá 1930 og ein Ford Capri frá 60-unum
Myndaframsýningin
hevði stóran áhuga
Flottir modellbilar hjá Birgari Johannessen vóru við á
framsýningini
bilar