Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 147 - 3. august 2006 Fyri stuttum hendi eitt álvarsamt ferðsluóhapp, har fleiri unglingar vóru í bilinum. Ein atvoldin til óhappið var ein seyður á vegnum, sum bilførarin mátti bremsa harðliga fyri Ferðslutrygd Seyður á vegnum er at­voldin til í minsta lagi 100 ferðslu­ óhapp árliga. Nøkur av hesum ferðsluóhappum eru sera álvarsom. Hvat ferðsluskaðar, or­ sakað av seyði á vegunum, kosta samfelagnum saman­ lagt er ikki gjørd nøkur útrokning uppá. Men so mikið er í hvussu er greitt , at tryggingarfeløgini rinda millión upphædd krónur árliga fyri skaðar upp á bilar, har seyður er atvoldin til óhappini. Haraftrat kemur kostnað­ urin av persónsskaða við sjúkudøgum og varandi meini. Higartil hava myndug­ leikarnir latið eyguni aftur fyri hesi deyðsfellu, sum øll, ið koyra á vegunum, hvønn einasta dag mugu liva við. Stika fram við vegnum Í álitinum um nullhug­sjón­ ina, sum nú er samtykt í løgtinginum, mælir Ráðið fyri Ferðslutrygd til, at stik­að verður fram við veg­ unum. Politiski myndugleikin noyðist at taka hett a vanda­ mál í álvara, soleiðis at arbeiðið at skilja ferðslu og fenað frá hvørjum øðrum verður gjørt. Seyður á vegunum ein deyðsfella Higartil hava myndugleikarnir latið eyguni aftur fyri hesi deyðsfellu, sum øll, sum koyra á vegunum hvønn einasta dag mugu liva við Mynd: Rúna Sivertsen Tryggingarfeløgini rinda millión upphædd krónur árliga fyri skaðar upp á bilar, har seyður er atvoldin til óhappið Mynd: Rúna Sivertsen Volvo Cars hava latið ein myrkabláan Volvo XC90 til Benedict XVI páva. Lyklarnir vórðu handaðir pávanum undir ein móttøku í Vatikaninum mikudagin 28. juni Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mikudagin 28. juni 2006 fekk Benedict XVI pávi lyklarnar til ein spild­ur­ nýggjan Volvo XC90, som Volvo Car Corporation hevur givið honum.  Bilurin varð latin pávan­ um undir eini mótt øku í Vatikaninum. Hjástødd vóru eisini umboð fyri Volvo Car Corporation og Volvo Auto Italia. Talan er um ein Volvo XC90 við V8 motori, ið er sergjørdur til pávan. Bilurin er myrkabláur við ljósari kabinu. Benedict XVI pávi fekk ein spildurnýggjan sergjørdan Volvo XC90 frá Volvo Car Corporation Volvo XC90 til pávan Tilmæli frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd • at stikað verður framhaldandi fram við vegunum, so at ferðsla og fenaður verða skild hvørt frá øðrum, • at ávaringarskelti um seyð verða sett upp við vegjaðaran, har seyðahús og seyðasmogur eru, og hoyggj verður givið, Kelda: www.ferdslutrygd.fo bilar