Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 3. august 2006 29 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond – Ongar rakettir kunnu ávirka vilja okkara at verja landið Ehud Olmert, forsætisráðharri Stutt sagt Stjórn í upploysn Framgongdin hjá teimum víðgongdu islamistunum í Somalia hevur nú við sær, at landsins stjórn er um at fara í upploysn, skrivar AP úr høvuðsstaðnum Mogadishu. Í gjár boðaðu fýra ráð­harrar frá, at teir høvdu gjørt av at taka seg úr stjórnini, sum hev­ ur dúvað upp á vestur­ lendskan og serliga ameri­ kanskan stuðul. Sostatt hava 34 ráðharrar nú sagt stjórnini farvæl. Teir fýra ráðharrarnir siga í einari felags kunngerð, at teir kunnu ikki góðtaka, at stjórnin blankt sýtir fyri at tingast við islamistarnar, sum hava tikið ein stóran part av landinum teir sein­ astu mánaðarnar. Rokið í stjórnini byrjaði seinasta hósdag, tá 18 ráðharrar løgdu frá sær, og seinasta týsdag valdu 12 aðrir at gera tað sama. Eygleiðarar í Mogadishu halda, at hetta kann rudda slóð fyri, at islamistarnir sleppa upp í stjórnina, men onnur stúra fyri, at islamistarnir ætla sær at taka alt valdið í Somalia. Janukovitsj tikið við Hevði kanska gikt Eitt petti av einum fingri hjá navnframa konginum Karl 5. bendir á, at hann noyddist at leggja frá sær, tí hann var so ringur av gikt. Karl 5. var keisari í Týsklandi og kongur í Spania, og hann ráddi tí yvir einum stórum parti av Evropa og teim­ um nógvu sponsku hjá­ londunum kring heimin. Í 1556 legði hann frá sær, og kanningar av lítla­ fingri hansara benda nú á, at tað var helst giktin, sum noyddi hann frá. Teir sponsku granskararnir, sum hava kannað fing­ urin, siga, at kongur kann hava fingið gikt av øllum víninum, sum hann sambært søguni drakk. Granskararnir siga, at Karl 5. var helst so ringur av gikt, at tað ávirkaði evni hansara at leiða tað stóra ríkið. Millum annað vísa teir á, at í 1552 noyddist hann at sleppa ætlanini at taka franska býin Metz, og granskararnir halda, at kongur steðgaði álop­ inum, tí giktin noyddi hann at fara til hús. Í Ukreina hevur Viktor Jusjtsjenko, forseti, til­ nevnt fyrrverandi kapp­ ingar­neyta sín, Vik­tor Janukovitsj, for­sætis­ ráðharra, eftir at stuð­ ulsflokkarnir hjá forset­ anum máttu gevast við royndunum at skipa eina samgongustjórn. Á forsetavalinum í 2004 stóð stríðið um forsetasessin mill­um Jusjtsjenko og Janu­ko­ vitsj, og tá vann tann fyrri. Viktor Jusjtsjenko segði í dag, at hann og Janukovitsj hava skrivað undir eina avtalu um stjórnarskipan, eftir at tann seinni hevði játt­að at virka fyri, at Ukreina tekur seg nærri ES, og at stjórnin skal halda fram við teimum búskaparpolitisku broyt­ ing­unum. Eygleiðarar í Kiev siga, at forsetin hevði ikki annað val enn at biðja sín fyrrverandi mót­ støðumann um stuðul. Hin møguleikin var at senda tjóðartingið til hús og at skriva út nýval, men meiningakanningar hava víst, at Jusjtsjenko og hansara stuðlar høvdu tapt, bleiv val útskrivað nú. Viktor Janukovitsj Fyri fyrstu ferð síðani ísraelsku álopini á Libanon byrjaðu, eru tekin um politiska ósemju millum USA og Ísrael Ísraelski forsætisráðharrin var avgjørdur, tá hann gjørdi støðuna í Libanon upp á gjár. Ísraelsku álopini á støðir hjá Hizbollah fara at halda fram, og tey verða ikki steðgað, fyrr enn ein altjóða friðarherdeild er komin til Libanon. Eygleiðarar hava heft seg við, at orðini hjá Olmert stríða beint ímóti ætlanini hjá amerikonsku stjórnini, sum vil hava frið í Miðeystri sum skjótast. – Vit tosa ikki um vik­ ur, men um dagar, segði Condoleezza Rice, uttan­ ríkisráðharri, í gjár. Eygleiðararnir halda kort­ini ikki, at ósemjan millum USA og Ísrael er so álvarssom, tí londini eru á einum máli um, at bardagin ímóti Hizbollah er eitt lið í bardaganum ímóti yvirgangi og samstundis eitt stríð við tey bæði stuðulslondini hjá Hizbollah, Iran og Sýria­ land. Men ísraelska bumbu­ álopið á Kfrar Qana sunnu­ dagin, sum kostaði 54 sivilfólkum lívið, hevur gjørt tað trupult hjá amerikonsku stjórnini at verja ísraelsku krígsførsluna, skrivar AP, og í Bretlandi er Tony Blair, forsætisráðharri, fyri hvøssum atfinningum, tí hann sigur seg taka undir við politikkinum hjá Bush í Miðeystri og aðrastaðni. Ísrael er sum sagt sinnað til vápnahvíld, tá eitt al­tjóða herlið kann tryggja frið í Libanon. Hizbollah hevur eisini sagt seg vera sinnað at leggja vápnini, um treytirnar fyri einari vápnahvílkd ikki eru ov harðar, men Ísrael sigur, at tað fer ikki at sleppa kravinum um, at Zizbollah verður avvápnað. Londini, sum umhugsa at senda hermenn til Liba­ non, eru greið yvir, at ein vápnahvíld munar lítið, um Hiabollah ikki kann taka undir við henni. Tað er al­ment kent, at Hizbollah er alt annað enn fegið um fremmandar hermenn á arabiskari jørð, og tað vísti felagsskapurin eisini í áttatiárunum, tá hann noyddi bæði franskar og amerikanskar hermenn at taka seg úr Libanon. Togan Politiskir eygleiðarar í Brux­elles siga, at fleiri diplomatiskar avbjóðingar liggja fyri framman. Higar­ til hevur USA gjørt alt fyri at halda Iran og Sýrialand uttan fyri kreppuna, tí sam­ bært amerikonsku stjórnini eru tey bæði londini ikki ein partur av einari loysn, men heldur tað øvugta. Í Evropa er ikki semja um, hvussu farast skal fram. Írski uttanríkisráðharin, Der­mot Ahern, segði í gjár, at tað slepst ikki uttan um Sýrialand, um krepan skal loysast, men franski forsetin, Jacques Chirac, vil ikki hoyra talan um at draga Damaskus upp í stríðið. Chirac vil vera við, at Sýrialand var uppií, tá vinnaður hansara, Rafiq Harriri, doyði av einar bumbuspreinging í Beirut. Frakland víl tí heldur hava smband við Iran um kreppuna. – Iran eigur sín part í kreppuni, og tað er tí ikki annað enn rímiligt, at landið verður tikið við upp á ráð, segði farnski u t t a n r í k i s r á ð h a r r i n , Philippe Douste-Blazy, í gjár. Men Iran hevur eisini síni krøv fyri at medvirka til eina loysn í Libanon, og her spøkir kreppan um landsins kjarnorkuætlanir aftur. Á altjóða oljumarknaðinum stúra fólk fyri, at tropiski stormurin Chris skal oyði­ leggja ein part av olju­ útbúnaðinum í Meksikanska Flógvanum, og tað hevur trýst oljuprísin uppeftir teir seinastu dagarnar. Í gjár kom prísurin á norðsjóvarolju upp í 76,44 dollarar á marknaðinum í London, og tað var nakað oman fyri prísin dagin fyri. Men tað er kortini ikki bara Chris, sum ávirkar prísin, siga eygleiðarar og vísa á, at tann spenta støðan í Miðeystri ger eisini sítt. Marknaðarserfrøðingur­in Victor Shum, ið starvast hjá Purvin & Gertz í Singapore, sigur við Reuters, at prísurin fer helst at liggja miðskeiðis í 70’unum, sama hvønn skaða Chris ger. Amerikanska veður­stov­ an hevur ávarað um, at tropiski stormurin kann raka partar av oljuútbúnaðinum í Meksikanska Flógvanum, og at illveðrið kann gera stóran skaða aðrastaðni eis­ini. Illveður ávirkar oljuprísin Diplomatisk togan millum USA og Ísrael