hósdagur 3. august 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 147 - 3. august 2006 ]
Póllendingur
avloysir
Villeneuve
Royndarkoyrarin hjá
BMW Sauber, Robert
Kubica verður hetta
vikuskiftið fyrsti pól
lendingur, ið koyrir
eina formil 1 koyring.
Hetta tá hann avloysir
Jaques Villeneuve, ið
enn roynir at koma seg
eftir stoytin, ið hann
fekk, tá hann við rætti
liga nógvari ferð rendi
á ein vegg týsku formil
1 koyringini farna viku
skiftið.
Mario Theissen stjóri
hjá BMW Sauber sigur
við f1.com, at Jaques
Villeneuve hevur boða
liðnum frá, at hann
ikki verður nóg birgur
at koyra so stutt eftir
stoytin, men Theissen
leggur dent á at 21 ára
gamli Kubica hevur
verið sera sannførandi
bæði undir royndar
koyringum og fríggja
dagar fyri formil 1 koyr
inginarnar í ár, tí metir
liðið Kubica vera rætta
mannin at taka sær av
hesum.
-nud
FCK fekk
Ajax
Við 2-2 javnleiki á úti
vølli móti finska MyPa
vissaði danska FCK
sær, at tað verða teir,
sum í seinastu undan
kappingardystunum
skulu dystat við Ajax
um pláss í bólkaspæl
inum
í
Champions
League. Dysturin í
Parkini endaði við 2-
0 sigri til FCK, og tá
Fredrik Berglund eftir
12 minuttunum stútaði
bóltin í finska málið, var
mest sum greitt, hvør
skuldi víðari. Finnar
javnaður til 1-1, men
við beinleiðis frísparki
skoraði FCK aftur til 2-
1, og so bilti tað minni,
at mótstøðuliðið enn
einaferð javnaði.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
»Av teimum níggju kommununum, sum vit roknaðu við í verkætlanini,
hava átta eisini sagt ja, meðan tann níggjunda avgjørt ikki er avvísandi«
Jens Martin Knudsen
Hóast FSF ikki fekk
kravda skjalatilfarið
um fótbóltshøllina
í Skálabotni innan
1. august, so er
eingin vandi á ferð.
Tíðarætlanin sigur
framvegis, at høllin
skal standa klár til
nýtslu á heysti 2007
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá FSF í mars mánaði tók
avgerð um, at FIFA-stuðulin
til fótbóltshøll í Føroyum
skuldi latast verkætlanini í
Skálabotni, var talan ikki
um eina púra treytaleysa
játtan.
Eitt
av
krøvunum
í hesi var, at fíggjar- og
rakstrarætlan skuldi latast
FSF innan 1. august, og í
hesum skuldi eisini vera
skjalprógv fyri, at talan var
um eina veruleikakenda ætl
an.
Stuðulin ikki hóttur
Í dag eru vit komin til 3.
august, men enn hevur FSF
ikki fingið nøkur skjøl um
málið frá samtakinum,
sum stendur aftan fyri hall
arætlanina. Hetta váttar Óli
Holm, FSF-forseti, men
hann sigur tó samstundis,
at hetta í sjálvum sær ikki
er nakað, sum koppar verk
ætlanini.
– Evstamarkið, sum vit
settu til 1. august var fyrst
og fremst eitt mark, sum
FSF sjálvt hevði ásett. Tal
an er soleiðis ikki um, at
FIFA stuðulin kann hvørva
sum døgg fyri sól av hesum
ávum. Eg veit eisini, at
hóast einki skjalatilfar enn
er komið, so hevur eitt
ávíst samskifti verið mill
um umsitingina og fyri
reikararnar av høllini, men
júst hvussu langt hetta er
komið, veit eg ikki at siga,
sigur hann.
Koyrir eftir ætlan
Jens Martin Knudsen er
annar av høvuðsmonnunum
aftan fyri verkætlanina,
og hann staðfestir, at alt
arbeiðið viðvíkjandi høllini
koyrir eftir ætlan.
– Eg veit væl, at vit eru
nakrar fáar dagar seinkaðir,
men tað er slíkt, sum tíverri
kann henda, tá talan er um
summarfrí og annað, sum
órógvar. Støðan er í løtuni
tann, at skjølini sum so bara
skulu hava eina undirskrift,
áðrenn tey verða send FSF,
so tann parturin av málinum
er í lagi.
– Av teimum níggju
kommununum, sum vit
roknaðu við í verkætlanini,
hava átta eisini sagt ja, með
an tann níggjunda avgjørt
ikki er avvísandi. Og
tað er ikki so, at ætlanin
stendur og fellur við hesi
níggjundi kommuni. Hartil
er so Nes Kommuna, sum
kann
gerast
tíggjunda
kommunan í ætlanini. Tá
tilfarið varð latið inn, var
hetta á sín hátt í »kapping«
við Svangaskarð, og tí var
Nes Kommuna ikki við í
tí tilfarinum. Men vit hava
á ongan hátt sett toftafólk
uttanfyri, so tað er eisini
møguleiki fyri, at tann
kommunan legst afturat, og
tað ger bara ætlanina enn
burðadyggari, sigur Jens
Martin.
Enn sum áður staðfestir
hann, at ætlanin er, at
høllin stendur klár á heysti
komandi ár, og tá tilfarið
er latið FSF – væntandi
í kvøld – er klárt at fara
víðari við ætlanini, sigur
hann.
Innleiðandi arbeiðið er liðugt
Bert ein Formula-uppgerð
Komandi vikuskiftið verður eitt av teimum heldur friðarligu í Formula-deildini.
Ætlanin var annars, at fult umfar nú aftur skuldi standa á skránni, men tá neyðugt
varð við broytingum – orsakað av seinkaðu steypakappingini – vórðu dystirnir hetta
vikuskiftið fluttir til týskvøldið. Einasta undantakið var oddabrakið í Klaksvík, sum
helst má kallast fyri fyrsti festival-dysturin í Føroyum, har vit annars eru von við
stevnudystir.
Hinir fýra dystirnir verða allir spældir týskvøldið.
-mørk
Tær níggju kommunurnar, sum eru við í ætlanini um fótbóltshøllina í Skálabotni eru: Runavíkar, Sjóvar, Fuglafjarðar, Funnings, Gøtu, Leirvíkar,
Klaksvíkar, Sunda og Eiðis Kommuna. Hartil stendur tað Nes Kommunu í boði at verða partur av samtakinum