Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 3. august 2006 31 VinnumálaráÐiÐ Vinnumálaráðið søkir eftir fulltrúa Fyri løgfrøðing í farloyvi søkir Vinnumálaráðið eftir løgfrøðingi frá 1. september 2006 og 12 mánaðir fram við møguleika fyri føstum starvi. arbeiðið Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru: • At veita landsstýrismanninum og stjóranum løgfrøðiliga ráðgeving • At gera uppskot til lógir og kunngerðir • Málsviðgerð • Kæruviðgerð Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Umsøkjarar, ið hava staðið bachelor útbúgving í løgfrøði, eru eisini vælkomnir at søkja. Umsøkjarar við viðkomandi royndum hava fyrimun. Harumframt skulu umsøkjarar duga føroyskt og enskt væl og hava kunnleika til EDV. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir Vinnumálaráðnum, umframt onnur stjórnarráð. Umsókn, saman við prógvum, CV, viðmælum o.ø., skal verða send til Vinnumálaráðið Postsmoga 377 110 Tórshavn Freistin at søkja er fríggjadagin 18. august 2006. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, stjóra, tlf. 356070. Nýggi Dagstovnurin í Sørvági søkir eftir einum stuðulsfólki Starvið snýr seg um eitt barn við fysiskum breki. Uppgávurnar eru m.a. at : • vera um og stimbra barnið í samspæl við onnur børn á stovninum • stimbra fysisku førleikarnir hjá barninum • fara við barninum til venjingar/fysioterapi o.a. Arbeiðstíðin: Er 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Umsøkjarar, ið hava útbúgving sum pedagogar og starvsfólk við líknandi royndum hava fyrimun til starvið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gitta av Kák leiðara á dagstovninum Løn og setanartreytir: Sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Í lønarflokki 3 til 8 fyri hjálparfólk og 11 til 18 fyri pedagogar. Umsókn saman við útbúgving, royndum og møgu­ ligum viðmælum, skulu sendast innan 15 august 2006 til : Nýggi Dagstovnurin í Sørvági Att: Gitta av Kák Varðagøta 8 Fo­380 Sørvágur Viðmerkjast skal : »umsókn til stuðul« lýsingar