Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 147 - 3. august 2006 Skrivstovufólk til Tórshavnar kommunuskúla Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir skrivstovufólki til Tórshavnar Kommunuskúla. Arbeiðið umfatar Vanligt skrivstovuarbeiði og roknskaparførslu. Førleikaprógv Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving, vera teldukønur, duga at arbeiða sjálvstøðugt og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og viðskiftafólk. Starvs- og setanarviðurskifti Starvið er parttíðarstarv og verður sett 1. sep. 2006. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hanus Joensen, skúlastjóra, tlf. 302580, ella Jákup Simonsen, deildarleiðara á trivnaðarfyrisitingini, tlf. 302010. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. august 2006. Tórshavnar kommuna Leyst starv Lesið meira um størv á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni lýsingar