Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 148 - 4. august 2006 Vit søkja eftir leiðara til Vinnulívsdeild okkara Yviri við Strond 2 í Tórshavn. Avbjóðingin: Í Føroya Sparikassa raðfesta vit vinnulívskundar okkara sera høgt, og Vinnulívsdeildin er ein týðandi liður í at røkka okkara visión, at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í landinum. Sum vinnulívsleiðari verður tín fremsta uppgáva at leiða og menna vinnulívsdeildina í tráð við aðalmálið omanfyri, og verður tín setningur at tryggja, at deildin, samanborin við kappingarneytarnar, liggur á odda í lønsemi og hevur mest nøgdu kundarnar Virksemið á Vinnulívsdeildini fevnir um ráðgeving, lánveiting og sølu til okkara vinnukundar í Suðurstreymoy, umframt ávísum vinnuligum kundum kring landið. Haraftrat arbeiðir deildin eisini við virksemi uttanlands. Tú fært ábyrgd av einum professionellum toymi av starvsfólki, og fevnir starvið tí eisini um starvsfólkarøkt, trivnað og samskipan av arbeiðnum, sum skal tryggja, at toymið virkar til fulnar, soleiðis at Vinnulívsdeildin til eina og hvørja tíð er kappingarfør og framfýsin. Talan er um eitt krevjandi starv, ið krevur innlit, áræði og orku, og leita vit tí eftir einum persóni, ið hevur hesar eginleikar: Fakligir eginleikar: · Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú sum Cand.Merc, Cand. Oecon, HA, HD ella líknandi · Tú hevur royndir innan leiðslu, ella ynski um at verða leiðari · Tú hevur innlit í vinnulív, roknskap og búskap, og gjarna eisini løgfrøði · Tú hevur góðar málsligar førleikar, og dugir væl enskt í skrivt og talu Persónligir eginleikar: · Tú hevur handilsligan hugburð og eyga fyri eini góðari forrætning · Tú ert nýhugsandi og forvitin, og sært møguleikar heldur enn forðingar · Tú hevur lætt við at taka avgerðir, og skjótt við at umseta hugskot til veruleika · Tú hevur gott yvirlit og samstundis tev fyri týðandi smálutum · Tú hevur ein jaligan hugburð, góð samstarvsevni, dugir væl við kundum og ert førur fyri at geva arbeiðsfeløgunum íblástur · Tú ert fleksibul, kanst arbeiða undir trýsti og ert sinnað/ur at leggja stóra orku í arbeiðið Vit bjóða: Eitt avbjóðandi starv við beinleiðis tilvísing til stjórn, og við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning á einari vinnulívsdeild í støðugari menning. Starvið verður sett sum skjótast og lønin verður sett eftir avtalu í samsvari við royndir og førleika. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara á tlf. 548510 ella Marner Jacobsen, forstjóra á tlf. 548570. Umsóknir skulu vera Sparikassanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. august kl. 12.00 og skulu stílast til: Føroya Sparikassi Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 100 Tórshavn petur & petur • 320870 Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í Føroyum. Á 17 privatkunda- og 2 vinnukundadeildum kring landið veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Í samtaki Sparikassans eru tvey dótturfeløg: Húsameklarafelagið Inni og Eik Bank. Í samtakinum starvast 289 fólk. Leiðari til Vinnulívsdeildina