fríggjadagur 4. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
5
– Um eldur kemur í Sundsverkið, liggur
landið lamið í mánaðir.
Hans Tausen Olsen, fyrrverandi umboðsnevndarformaður í SEV
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
tíðindi
Helgi Larsen og
Jan Allan
Müller hava vegna
Injector Door stevnt
trollemmavirkinum
Rock í Vági fyri
fútarættin, av tí teir
meta, at teirra snið
verður ólóglógliga
brúkt av Rock
RÆTTARMÁL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Herfyri skrivaði Sosialurin,
at stríðið um rættindini til
at gera trollemmar harðnar
alsamt.
Helgi Larsen, sum upp
runaliga stovnaði lemma
virkið í Vági, hevur saman
við Jan Allan Müller, ið
gera Injector Door-lemm
arnar, stevnt Hans J. Joen
sen, sum nú stendur á
odda fyri lemmavirkinum
Rock í Vági fyri fútarættin.
Væntandi kemur sakin fyri
rættin í seinast í august
mánaði.
Helgi Larsen metir, at Sea
Bat-lemmarnir hjá Rock
líkjast teimum hjá Injector
ov nógv, og tí hava teir valt
at fara í Fútarættin. Hann
sigur eisini, advokaturin,
sum upprunaliga tók sær
av búnum av Injector Inter
national, ið fór á húsagang
og sostatt misti síni rættindi,
gav bæði tekningar og
teldu, har lidnir og testaðir
profilar lógu, til Sp/F Rock,
og hetta kom fram undir
eini rættarsak í fjør um teir
reyðu chart-lemmarnar, ið
Injector vann.
Sosialurin skilir, at Injec
tor hevur vart sniðgevingina
av teirra lemmum hjá Patent-
og
Varemærkestyrelsen,
og hesir lemmar vórðu
fyrstu ferð vístir fram á
fiskivinnusstevnuni í Før
oyum í mai í fjør undir
navninum “Stealth”. Lemm
ar av hesum slagnum er eitt
nú umborð á Jupiter.
Injector
Door
hevur
stevnt Rock og krevur, at
virkið í Vági steðgar sínari
framleiðslu.
Helgi Larsen sigur við
Sosialin, at Injector hevur
valt heldur at verja snið
gevingina enn at søkja um
patent, tí hetta verjir sniðið
og ikki funktiónina.
Ósemja um sniðið
Og tað er júst “knekkið”
í lemmunum, sum skilir
partarnar.
Í lesarabrævi í Sosialinum
26. juli skrivar Hans J. Joen
sen, at “Sea Bat (vinstru
megin) er samansett av
9 plátum, meðan Stealth
(høgrumegin) hevur 12
plátur. Ongin pláta er eins
á lemmunum báðum.
Báðir
lemmarnir
eru
knekkaðir. Tað eru flestu
flótitrolslemmar í dag.
Hetta er bæði galdandi fyri
flótitrolslemmar hjá Rock,
Injector ApS, Thyborøn
Skibssmedie í Danmark,
Hampidjan í Íslandi, og
Egersund Trål AS í Norra.
Eisini myndir av lemm
unum vísa greitt munin -
og her krevst sum so ikki,
at ein er serfrøðingur fyri
at síggja sjónliga munin á
lemmunum báðum.
Tekningar og myndir
vísa greitt, at talan er
um tveir heilt ymiskar
flótitrolslemmar. Trupult
verður tí hjá Injector at
gera endurgjaldskrav ímóti
Rock í Vági, tá talan er um
tveir ymiskar lemmar og
tvey ymisk design”.
Hesir lemmarnir hava
fingið góð skotsmál frá
m.ø. Sonny Johannesen,
skipara á Ennibergi, ið brúk
ar SeaBat-lemmarnar.
Hinvegin metir Helgi
Larsen, at hann var tann
fyrsti, ið menti lemmar við
slíkum knekki, og tí kann
eingin annar brúka hetta
sniðið, sama um knekkini
verða gjørd størri ella
minni.
Helgi Larsen sigur, at teir
gjalda loypandi fyri verju av
sniðgevingini, men at talan
er um stórar upphæddir.
Niðan fyri síggja vit
myndir av teimum báðum
lemmunum, sum stríðið er
um, og sum fútarætturin skal
taka støðu til. Vinstrumegin
eru tekningarnar av Sea
Bat-lemmunum hjá Rock,
ið vil vera við, at talan ikki
kann vera um líkleika við
Stealth. Høgrumegin síggja
vit Stealth lemmin saman
við vanligum lemmum
og SeaBatlemmum, og
sum ivaleyst verður ein av
próvgrundunum í rættin
um.
Trollemmarnir enda í fútarættinum
Tekning av Sea Bat-lemmunum vinstrumegin og Stealth-lemmunum høgrumegin. Sambært m.ø. hesi
tekning metir Hans J. Joensen ikki, at lemmarnir kunnu samanberast
Tekning av vanligum lemmunum, Stealth og Sea Bat. Við hesi m.ø. tekning halda Helgi Larsen og Jan Allan Müller seg kunna vísa
á, at talan er um sama snið, og teirra rættindi til sniðið eru brotin av Rock í Vági. Nú skal rætturin taka støðu til, um talan er um
eftirgerð
Stealth - Injector
SeaBat - Rock
Standard V-lemmur
Samanberingar millum vanligar pelagiskar V lemmar mótvegis Stealth, Injector og Seabat,
Rock
Seabat
Stealth
Ansøgningsnr. og
dato
DA 2005 00252,
20050901
Registreringsnr. og
dato
DR 2005 00220,
20051005