Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 148 - 4. august 2006 tíðindi – Har manglar eitt meiri skipað samstarv millum barnagarð og fólkaskúlan. Í danmark riggar hetta heilt væl onkustaðni og tó minni væl aðrastaðni. Vit kundu verið fyrimyndin fyri onnur á hesum økinum. Vit hava fleiri fyrimunir hesum viðvíkjandi, orsakað av at okkara samfelag er so lítið, so sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen DAGSTOVNAØKIÐ & FÓLKASKÚLIN Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Formaðurin í Føroya Peda­ gogfelag upplýsir, at slíkt samstarv finst í einstakum førum. Í barnagarði fyri­ reika tey seg til at fara í skúla, t.d. á Argjum er hetta rættiliga væl skipað. Men yvirordnað er eingin skipan hetta kundi verið betri, upplýsir Jarvin F. Hansen. Hetta skal styrkjast. Tí í hesum fyrireikingararbeiði opnast ein nýggjur heimur fyri børnunum. – Vit kundu verið fyri­ myndin fyri onnur á hes­ um økinum. Vit hava fleiri fyrimunir hesum við­víkj­ andi, orsakað av at okkara samfelag er so lítið. Hví eftirapa okkum eftir øðrum londum? Eg haldi at vit gera hetta ov nógv. Men hartil skal sigast, at gransking og hagtøl mangla á økinum. Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, upp­ lýsir, at eftir PISA-kann­ ingini varð hetta økið umrøtt á fundi millum avvarðandi myndugleikar og starvsfólk. Har var m.a. frammi, at børn verða innskrivað í januar og febraur-mánað í tí árinum, sum tey skulu í skúla. Tá varð spurningur settur við, hví mann ikki innskrivar børnini eitt ár áðrenn skúlabyrjan og ásetir læraran eisini. Og um tað eru børn, við serligum tørvi – so kann lættari verða fylgt við teimum. Hann peikar á vansarnar við núverandi støðu, tá ið tað viðvíkur børn við serligum tørvi og eisini yvirhøvur. – Barnið er sum eitt óskriv­að blað, tá ið tað kemur í skúla. Tað er so flott, at stuðulin, sum barn­ ið hevur, sleppur ikki í skúlan og stendur og bíðar eftir skúlatíð. Sama barn hevur ein stuðul í skúla­ tíð og so ein heilt annað stuðulspersón og ein ann­an form fyri stuðli eftir skúla­ tíð. Fyri nógvum árum síðan bleiv tað í politiskum høpi sagt, at málsøkið er eitt gráøkið, tvs. at mann hevur verið í iva um, hvør skal hava ábyrgdina fyri hendan partin. – Stuðulskipanin er und­ir Almenna og Heilsu­ málaráðnum, og skúlin und­ ir mentamálaráðnum. Hetta hevur ligið í vegin. Magnus Tausen slær fast, at har manglar ein sam­ skipan á økinum og ein nýggjur máti at hugsa um barnið skal til. – Í staðin fyri hugsa um barnið í 0-7, og so at byrja av nýggjum við áramálinum – 7 til uml. 16 ár. Og so aftur víðari og víðari – eisini eftir miðnámsskúlan, tá ið viðkomandi skal út á arbeiðsmarknaðin ella annað. Barnið ella per­són­ urin kann t.d. hava ymiskar innlæringar­trupul­leikar. Vit kundu fingið nógv meiri burturúr eini betri samskipan á økinum og so er eisini neyðugt at hugsa barnið inn í eitt nógv longri tíðarskeið. Málsøkið er skipað und­ir Almenna og Heilsu­ málum, og ikki undir Menta­málaráðnum, har skúla­mál eru. Um hetta ávirk­ar samstarvið millum fólkaskúla og barnagarð er ikki staðfest, men hevur sum sagt verið frammi í politiska kjakinum. Tey í Føroya Pedagog­ fe­lag kenna tað, sum at Dagstovnaøkið ikki verður raðfest í nóg stóran mun. – Vit mangla umleið 200 pedagogar til at uppfylla dagstovnalógina, sum m.a. sigur, at 2/3 av arbeiðinum á einum dagstovni, skal vera útbúgvið fólk. Hetta er tað fyrsta, sum skal gerast. Hetta skal tó ikki skiljast sum um, at eg eri ónøgdur við hjálparfólkini, sum arbeiða á dagstovnum kring landi, als ikki. Men ofta hava hesi søkt inn á pedagogútbúgvingina og eru ikki sloppin. Ætlanin er, at fleiri náms­ frøðingar verða útbúnir til næsta ár. Men Jarvin metir ikki, at beinleiðis skúlagongd skal vera á barnagarði. - Men undir núverandi støðu haldi eg ikki, at vit skulu hava eina skipaða skúlagongd undan 1. flokki. T.d. er tað er jú munur á, hvussu gentur og dreingir búnast. Føroya Pedagogfelag rað­ festir ovast, at fleiri náms­ frøðingar koma út. Jarvin F. Hansen upplýsir, at hvørt ár eru umleið 150 umsøkjarar og bara 25 sleppa inn. – Men, tó kann mann uppbyggja samstarvið mill­ um barnagarð og fólka­ skúla upp samstundis, sum arbeitt verður við at fáa fleiri námsfrøðingar. Tí tað burdi ikki kostað so nógva orku at byggja hetta samstarvið upp. Fyrimunir við einum lítlum samfelag – Tað er eitt slag av líkasælu, at sam­ starvið millum barnagarð og fólka­ skúlan er sum tað er, slær leiðarin á Dagstovninum á Argjum fast. Tey fyrstu árini, 0-7, eru av alstórum týdningi fyri barnið og samfelagið. Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Gudrun W. Rasmussen, náms­frøðingur og leiðari á Dagstovninum á Argjum, heldur, at eitt samstarv mill­ um barnagarð og fólkaskúla skuldi verið skipað og nógv, nógv meiri av. Á Argjum hava tey havt eitt slíkt samstarv í eini 5-6 ár. Hon greiðir frá ar­beiðinum og letur væl at. Árið undan skúlabyrjan læra børnini, sum skulu í fyrsta flokk, týðandi tættir, sum hava við skúlagongd og innlæring at gera. Áðrenn summarfrítíðina verða børnini, sum skulu í skúla, savnaði. Tað verður skrivað til hesi børnini um, at tey kunnu møtast á Frítíðarskúlanum. Har hitta tey komandi floksfelagar og fáa útflýggja eina mappu har tey verða kunnaði um hvønn annan, við myndum, nøvnum og øðrum. – Børn eru forvitin og sera áhugaði í bókstavum og tølum. Vit arbeiða við slíkum, og vit leggja ser­ ligan dent á sosialisering av barninum – tað, at øll eru við, tó uttan at køva áræðið og evnir hjá einstaka barninum. Gudrun er samd í, at eitt samstarv millum skúla og barnagarð átti at verið kring alt landið. Hon peikar á týdningin, sum liggur í hesum fyrstu árinum í einum mannalívi. - Um viljin er tilstaðar, so fær mann dygd burturúr. Og hendan dygdin hevur ávirkan framyvir – tað er so heilt vist! Alt verður lært í teimum fyrstu árunum, ella sagt annarleiðis, so verður grundin løgd hesi fyrstu árini. Tá ið tað snýr seg um innlæring, tá er tað lættari byggja upp, um grundin er væl løgd. Men, um tað verður farið lætt um barnið, so er vandi fyri at ein líkasæla mótvegis innlæring kann koma í! Gudrun W. Rasmussen slær fast, at dygd skal vera í arbeiðinum. Eitt møguligt samstarv skal vera væl umhugsað. Men somuleiðis heldur hon tað verða eitt slag av líkasælu, at samstarvið er sum tað er, tí talan er jú um framtíðin. Eitt slag av líkasælu Á dagstovninum á Argjum er eitt rættiliga væl skipað samstarv millum skúla og barnagarð.