fríggjadagur 4. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
7
tíðindi
Faroe Petroleum
heldur fram við
at keypa seg inn í
olju- og gassloyvi í
Norðsjónum og hevur
júst keypt seg inn í
fýra loyvi á bretskum
og hálendskum øki.
Felagið hevur nú 21
loyvi, og eru staðfest
olja ella gas á 5 av
loyvunum. Felagið
er við í boringini á
landgrunninum og
fer í 2008 at bora
leitibrunn saman
við ENI á land
grunninum.
Olja
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Faroe Petroleum heldur
fram við at víðka um sítt
virksemi. Nils Sørensen,
stjóri í felagnum sigur við
Portalin í morgun, at felagið
hevur frá ConocoPhilips
keypt (5,89%) í 4 loyvum,
sum øll liggja í syðra
parti av Norðsjónum. 2 av
loyvunum eru á bretskum
øki og 2 eru á hálendskum
øki.
Trý av hesum loyvum eru
gasfund: Minke Main, sum
væntandi framleiðir frá
apríl 2007, Minke Graben
og Orca har avgerð um
framleiðslu verður tikin
seinni í 2007.
Tað 4. loyvið er eitt leiti
loyvi í hálendskum øki,
har Faroe Petroleum hevur
2.5%.
Hini oljufeløgini í loyv
inum eru: E.ON Ruhrgas,
RWE Dea, Gaz de France
og Wintershall.
Góðtaka mynduleikarnir
útbyggingarætlanina verður
nettoparturin hjá Faroe
Petroleum frá Minke Main
2.45 milliardir kubikføtur
av gassi. Kostnaðurin av
útbyggingini verður mett
ur til umleið kr. 500 mill.,
og parturin hjá Faroe
Petroleum av hesum er mett
ur til umleið kr. 30 mill.
sigur Nils Sørensen, stjóri í
Faroe Petroleum.
6. juni í ár keypti
felagið eisini 10% í gass
fundinum Breagh frá Ster
ling Resources (UK), sum
eisini liggur í syðra parti
av Norðsjónum. Ein ætl
an um at bora ein avmark
ingarbrunn á loyvinum verð
ur viðgjørd av pørtunum.
Við hesum keypum hevur
Faroe Petroleum nú 21
loyvi, og eru staðfest olja
ella gas á 5 av loyvunum.
Faroe Peroleum hevur
einini latið umsóknir inn
til 24. bretsku rundu,
og arbeiðir nú við 2006
útbjóðingarrunduni í Noregi
upplýsir Nils Sørensen.
Atlantic Petroleum hevur
keypt part í fýra loyvum í
Norðsjónum
Faroe Petroleum
keypir gassfund
Oyndarfjørður: Leygar
dagin 12. august verður
summarhugni í Oyndarfirði.
Tiltakið er bæði fyri børn
og vaksin.
Á skránni verður millum
annað
undirhald,
grill,
felagssangur, hugleiðing og
dansur. Byrjað verður kl.
17. og hildið verður áfram
út á náttina.
Hetta er fyrstu ferð at eitt
tílíkt tiltak verður hildið í
bygdini. Tað er nevndin fyri
ítróttarfelagið í bygdini,
sum hevur tikið stig til
tiltakið.
Ætlanin er at summar
tiltakið skal verða afturvend
andi, og bygdarfólkið vónar
tí, at nógv fólk kemur á
vitjan í Oyndarfirði hendan
dagin.
sb.
Vágur: Leygarkvøldið fáa
vágbingar og suðringar eitt
forvitnisligt høvi at sleppa
til operakonsert undir opn
um himli.
Hetta hendir tá Susanne
og Rúni Brattaberg enn
einaferð fara á “pall” leyg
arkvøldið kl. 19 í Kleivini
á Vágseiði, saman við
amerikanska pianistinum
Christopher Arpen. Miku
kvøldið høvdu tey nevniliga
konsert í gjónni í Elduvík.
Rúni byrjaði sína sang
karrieru í kirkjukórinum
Ljómi fyri eini 20 árum
síðani. Hann hevur áður
sagt, at lærutíðin í kórinum
var høgt í metum, og var
eitt gott grundarlag fyri tí,
sum hann nú fæst við.
Á skránni á konsertini
eru tónlistarligar perlur
frá kendu operaverðini.
Ágóðin av konsertini fer
til nýggja Ljómhúsið, sum
kirkjukórið Ljómur keypti
fyrr í summar. Endamálið
við hesum húsinum er at
verða savningarstað til
felagstiltøk, umframt at lista
fólk sum vitja Suðuroynna
kunnu gista her.
Atgongumerki til kon
sertina kosta 100 kr., írokn
að ábit og kaffi. Skuldi tað
ikki viðrað, verður kon
sertin í kirkjuni í Vági.
sb.
Summarhugni í bygdini
Operakonsert í heimbýnum
Djúpa røddin hjá Rúna
Brattaberg verður nú at hoyra
á Vágseiði