fríggjadagur 4. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 148 - 4. august 2006
tíðindi
Eg hevði marruna
í trý ár, tí hvørki
trygdin ella veitingar
skyldan verða yvir
hildin í SEV. Har
eru allar heimildir
blandaðar saman
og mannagongdir
viðvíkjandi trygd og
backup eru ikki til
staðar, sigur ein ikki
sørt opinskáraður
Hans Tausen Olsen,
fyrrverandi umboðs
nevndarformaður í
SEV, í samrøðu við
Sosialin.
SEV
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ólavsøkumorgun
fór
streymurin, og nærum alt
landið fór í svart. Seks tímar
seinni kom rættlag á aftur,
og Klæmint Weihe, stjóri
í SEV, hevði úr at gera, at
greiða frá um orsøkirnar
og at lova broytingar í
trygdarskipanum og manna
gongdum. Ein gravkúgv
fekk skuldina og SEV
átók sær ábyrgdina. Men
ikki øll eru nøgd við frá
greiðingarnar frá SEV-
stjóranum, harímillum fyrr
verandi umboðsnevndar
formaðurin, Hans Tausen
Olsen.
– Hendingin ólavsøku
morgun mátti koma fyri
fyrr ella seinni. Eg havi
gjørt vart við vansar og
manglar í trygdarskipanini í
fleiri ár, men leiðslan hevur
als ongan áhuga í at lurta
eftir, ella at gera tað, sum
serkunnleikin mælir til,
sigur Hans Tausen Olsen.
– Eg hevði marruna í
trý ár, tí hvørki trygdin
ella veitingarskyldan verða
yvirhildin í SEV. Har eru
allar heimildir blandaðar
saman og mannagongdir
viðvíkjandi trygd og backup
eru ikki til staðar. Og ongin
áhugi er fyri at seta í gildi
eina vegleiðing ella handbók
við trygdarfyriskipanum
og mannagongdum, sum
annars er galdandi í øðrum
londum, greiðir Hans Tau
sen Olsen frá.
Landið lamið
í mánaðir
Sundsverkið, sum veitir
streym til nærum alt landið,
koyrir sum ein eind og alt
er tengt saman.
– Tað átti sjálvsagt at
koyrt í tveimum, tí um eitt
nú eldur kemur í, so ligg
ur alt landið lamið, ikki
bara í dagar ella vikur,
men í mánaðir, sigur fyrr
verandi umboðsnevndarfor
maðurin. Og hann greiðir
frá, at tað er ikki bara sum
at siga tað, at fáa til vega
nýggjar kraftstøðir ella
serkunnleika, sum kann fáa
alt upp at koyra aftur.
– Í Danmark er tað
soleiðis, at um øll verkini
fara í luftina í senn, so fær
landið streym frá granna
londunum. Her hjá okkum
er eingin backup, um
streymurin fer, sigur Hans
Tausen Olsen.
Ongir brandmúrar
Og hann greiðir víðari frá, at
eitt dømi um, at Sundsverkið
kann fara niður nær sum
helst er, at sonevndu kraft
transformatorstøðirnar og
maskintransformatorstøðir
nar standa lið um lið við
ongari brandvernd ímill
um.
– Fer ein so fara allar.
Eitt nú um toran slær niður
ella um eldur kemur í. Alla
aðrastaðni skilur mann tær
sundur við brandmúrum
ímillum, so at bara ein fer
um nakað hendir. Hetta
sama er galdandi inni á
Skálabotni, sigur Hans
Tausen Olsen.
Uppá spurningin um, hvat
hann heldur um hendingina
ólavsøkumorgun, tá alt,
sum kundi ganga galið,
gekk galið, sigur Hans Tau
sen Olsen:
– Tað sigur seg sjálvt,
at báðar trygdarskipanirnar
eiga ikki at kunna ganga
niður samstundis og er tað
bera enn eitt dømi um at
mannagongdir og eftirlitið
als ikki lúka krøv, sum
serkunnleikin ferð eftir
ferð hevur gjørt vart við,
men sum leiðslan velur
at yvirhoyra, sigur Hans
Tausen Olsen. Og hann
vísir eitt nú á, at mælt
hevur verið til, at SEV
setur í gildi eitt sonevnt
“sikkerhedskvalitets
styringssystem” sambært
krøvunum í nýggju “stærk
strømsbekendtgørelsen”,
sum kom í gildi 1. oktober
2005, men at hetta ikki
hevur verið tikið í álvara og
tískil ikki er komið í gildi
her í Føroyum enn.
Óhefti
rakstrarleiðarin
Sambært
Hans
Tausen
Olsen hevur Dansk Energi
mælt til at seta í starv ein
óheftan rakstarleiðara, sum
hevur evstu ábyrgdina av
trygdini.
– Men hesum verður
heldur ikki lurtað eftir og
ætlanir eru heldur ikki um
at gera tað, sigur Hans
Tausen Olsen.
Men hvat gjørdi Hans
Tausen og meirilutin í fyrr
verandi stýrinum fyri at bøta
um trygdina og at tryggja
náttarsvøvnin hjá umboðs
nevndarformanninum?
– Orsøkin til mikla
stríðið í SEV um setan
av einum rakstrarleiðara
hevði samband við, at
hvørki eg sum umboðs
nevndarformaður, ella fyrr
verandi meirilutin í stýrin
um fyri SEV kundu góðtaka
støðuna. Vit kravdu, at
ein óheftur rakstrarleið
ari bleiv settur í SEV og
at hesin skuldi hava bein
leiðis tilvísing til stýrið.
Men stjórin vildi ikki sam
starva viðvíkjandi hesum
spurningi, men gjørdi alt
fyri at mótarbeiða setanini
av einum óheftum rakstrar
leiðara, sigur Hans Tausen
Olsen, sum heldur at fyrr
verandi stýrið fór illa og
at tíðin nú er búgvin til
at reinsa luftina og at fáa
hansara upplivingar fram.
– Rakstrarleiðarin fyri
SEV hevur ábyrgdina av
allari
trygdarskipanini
í SEV, herundir eisini at
trygdin viðvíkjandi veit
ingartrygdini hjá SEV er
í lagi. Eg og fyrrverandi
meirilutin i stýrinum fyri
SEV vóru av teirri áskoðan,
at vit ikki longur kundu liva
við, at stjórin einsamallur
sat við hesi uppgávu.
Avoldaður
felagsskapur
– Orsakað av einaveldi
stjórans, er SEV í dag ein
avoldaður
felagsskapur,
sum als ikki livir upp til tey
krøv, sum í dag at verða sett
einum elfelag. SEV livir
heldur ikki upp til tey krøv,
sum fyrisitingarliga verða
sett elfelagsskapum av teirri
stødd, sum SEV hevur.
Hetta er sera álvarsamt, tá
hugsað verður um, at SEV
er einasti veitari av streymi
í landinum, sigur Hans
Tausen Olsen.
Og hann greiðir víðari
frá, at ætlanin hjá meiri
lutanum var at seta ein
óheftan
rakstrarleiðara,
sum skuldi fáa hesi viður
skifti í rættlag, og sum
skuldi hava ábyrgdina av at
gjøgnumganga allar trygd
arskipanir í SEV og av at
trygdin var í lagi.
– Rakstrarleiðarin skuldi
vera trygdin hjá stýrinum
og umboðsnevndarformann
inum um, at alt viðvíkjandi
trygd er í lagi hjá SEV,
sigur hann.
- Vit hildu, at tað ikki er
rætt, at stjórin fyri SEV, sum
skal taka sær av fíggjarligum
uppgávum, skuldi hava
dagligu ábyrgdina av hes
um økinum. Eins og í
øllum størri fyritøkum eru
sett fólk, sum einans hava
ábyrgdina av, at trygdin er
í lagi, sigur Hans Tausen
Olsen.
Politiskt mál
Og hann vísir víðari á, at
hann heldur tað vera sera
harmiligt, at ongin eftir
øllum at døma vildi við
gera teir spurningar, sum
veruliga lógu aftanfyri
avgerðina hjá meirilutanum
í stýrinum, um at koyra
stjóran til hús.
– Men, at málið í staðin
bleiv ein politisk tilgongd,
har persónjakstran og ósak
lig viðurskifti vórðu tikin
fram um veruliga spurn
ingin, nevniliga hvussu
SEV sum fyritøka verður
stýrd, sigur Hans Tausen
Olsen. Og hann sigur seg
vilja vera við, at stjórin
ella deildarstjórar og rakst
rarleiðarin eiga ikki at vera
sami persónur, sambært til
mæli frá Dansk Energi.
Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarlimur í SEV:
– Trygdin
í SEV er ein
tikkandi
bumba