fríggjadagur 4. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
9
tíðindi
– Stýrið tók tó avgerð um,
at seta ein rakstrarleiðara,
men trupulleikin er, at hesin
arbeiðir undir stjóranum
og annars hevur ábyrgd av
dagliga rakstrinum hjá SEV.
Nýggi rakstrarleiðarin skal
sostatt kanna og eftirmeta
seg sjálvan og stýrið hevur
onki við hendan mannin
at gera, sigur Hans Tausen
Olsen, sum vil vera við, at
allir teir í stýrinum, sum
ynsktu at økja um trygd
ina vórðu varpaðir út. Og
tríggir sterkstremsverkfrøð
ingarnar søgdu allir upp,
tí teir fingu sagt ongar upp
gávur.
– Serkunnleiki varð ein
ans keyptur uttan fyri húsið
ella frá útlendingum. So
teir, sum hoyrdu til SEV,
stungu í sekkin og fóru til
Danmarkar, har teir settu
egið virkið á stovn, og
hava teir úr at gera har,
sigur Hans Tausen Olsen,
at enda.
Á heimasíðuni hjá SEV verður greitt frá
um streymslitið á Ólavsøku:
“Tað tók góðar fimm tímar at fáa streymveitinga
í rættlag aftur á ólavsøku, og tí fer SEV eisini at
endurskoða mannagongdir og styrkja telduskipanir
og neyðstreymsskipanirnar, sum taka við, tá
brek eru á netinum. Tað gekk sera illa í hond
ólavsøkumorgun, tí bæði telduskipanirnar og neyð
streymsskipanirnar slerdu eisini frá, og harumframt
gekk illa við samskiftinum millum tey, sum skuldu
rætta brekini.“
– Hendingin ólavsøkumorgun
mátti koma fyri fyrr ella seinni
Greinin varð send
Klæmint Weihe
til umrøðu. Sí
viðmerkingar
hansara á næstu
síðu.