fríggjadagur 4. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 148 - 4. august 2006
Borðið bindur
Løgmansrøða hevur fingið lemjandi atfinningar frá and-
støðuni. Hetta halda vit er eitt sindur órættvíst. Víst er
ikki óvanligt, at samgongufólk rósa, meðan andtøða finst
at eini løgmansrøðu. Núverandi løgmaður helt seg hel-
dur ikki aftur við sínum hvøssu atfinningum, tá hann sat í
andstøðu. Tað vil so vera og vit hava her onga sum helst
skyldu at verja samgonguna. Hinvegin halda vit tað vera
eitt sindur órættvíst at skíra løgmansrøðuna fyri politiska
svadu og at siga hana vera skizzofrena. Ikki tí at vit meta
orðið sum nakað ókvæmsorð, men tí, at vit meta hetta vera
eitt sindur órættvíst. Røðan er heilskapað og als ikki ut-
tan visjónir. Hon er eisini eyðkend av, at tað er og hevur
verið rættiliga góður polititiskur arbeiðsfriður hesi árini.
Og hetta var júst eitt endamál við hesi samgongu, at hon
skuldi skapa arbeiðsfrið og stabilitet, nakað sum bæði
vinna og einstaklingar suffaðu eftir undir tí trubulentu ful-
lveldissamgonguni. Sagt verður, at løgmanssrøðan bert er
ein politisk svada uttan visjónir. Hetta er ikki heilt rætt.
Visjónir snúgva seg um annað enn fullveldi. Visjónir
snúgva seg m.a. um eisini um gerandisdagin hjá vanligum
fólki, og hetta var júst nakað av tí, sum henda samgon-
gan legði dent á, tá hon legði frá landi. Hinvegin hevur
formaður Tjóðveldisfloksins rætt í, at politiskar visjónir
skulu ikki orðast av embætisfólki. Er hetta so, er tað átalu-
vert, tí sjálvandi skulu visjónirnar orðast av politikarunum
sjálvum. Hinum kemur lítið gott burturúr – tað hava vit
sæð við eitt nú “Hvítubók”, sum í stóran mun júst var eitt
(frálíkt) embætismannaog serfrøðingaavrik uttan politiska
kjølfestu.
Men sum sagt er nógv áhugavert í løgmansrøðuni, sum
viðkemur vanligum fólkum og teirra dagliga lívi. Víst
verður á, at húsaprísirnir hækka. Tað kostar nú so nógv at
keypa sær hús ella íbúð í miðstaðarøkinum, at tað nærum
er vónleyst hjá ungum familjum, skulu tær ikki at binda seg
fíggjarliga til langt inn í ellisár. Oljuprísirnir eru methøgir,
og tí er tungt at húsast hjá nógvum familjum og hjá eldri
fólki. Løgmaður lovar at gera nakað við hetta, og lovar, at
familjan fer at standa fremst í raðfestingunum á komandi
fíggjarlóg. Bústaðarpakkin, sum Landsstýrið fer at leggja
fram, fer at gera tað lættari hjá ungum fólki og familjum
at seta búgv og fer eisini at betra um møguleikarnar hjá
fólki við serligum tørvi at fáa sær egnan bústað. Hetta fer
at verða gjørt við tveimum lógaruppskotum - einum um
lutaíbúðafeløg og einum um bústaðapartafelag. Skipanin
við lutaíbúðafeløgum ger tað lættari hjá fólki við lægri
inntøkum at seta føtur undir egið borð. Somuleiðis fara
eldri fólk at kunna skifta hús síni um við minni bústaðir.
Við hesum gerst bústaðarmynstrið fjølbroyttari. Lógin um
bústaðapartafelag fer at skipa Húsalánsgrunnin og Íbúða-
grunnin í eitt alment partafelag, sum skal fíggja bústaðir
til fólk við serligum tørvi.
Landsstýrið fer at gera tað møguligt hjá lesandi at fara í
barnsburðarfarloyvi, so at korini hjá teimum gerast betri og
farið verður undir at leggja barnafrádráttin um til eitt út-
gjald. Hetta merkir, at eisini tey, sum onga arbeiðsinntøku
hava, fáa barnastuðul. Umframt hetta ætlar Landsstýrið
at hækka stuðulin til barnafamiljur við serligum tørvi.
Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um sjúkradagpen-
ingalóg, sum fer at gera, at tímalønt fáa betri møguleikar
at vera heima hjá sjúkum børnum, og eitt uppskot um fe-
lags foreldramyndugleika fyri at styrkja støðuna hjá bæði
børnum og foreldrum. Hetta kann bert vera at fegnast um,
men samstundis mugu vit ávara um, at her er talan um sera
stór og kostnaðarmikil lyfti, sum andstøðan hevur skýrt at
vera beinleiðis vallyfti. Skal andstøðan ikki fáa rætt, so má
og skal samgongan fremja hesi lyfti á ein sømiligan hátt.
Hetta merkir, at tað má ikki henda, at samgongan í evstu
løtu samtykkir neyðugu lógirnar fyri síðan at lata fígging-
arspuringin yvir til eitt komandi landsstýri. Borðið bindur,
og alt má vera púra klárt, tá henda samgonga um ikki so
langa tíð fer til val.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sitat úr onkrum blaðið ella sum onkur hevur
sagt íð er við í einari grein hjá okkum í dag ella
ein stuttur stu
Xxxxxxx Xxxxxxxx um okkurt
SAMBAND
eirikur lindenskov@
sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
VIÐMERKING
Trygdin í SEV í hásæti
SEV hevur alla tíðina
trygdina fremst í huganum.
Tí er tað at rongja sann
leikan, tá fyrrverandi um
boðsnevndar formaðurin í
SEV, Hans Tausen Olsen, í
samrøðu við Sosialin royn
ir at billa fólki inn, at trygd
in í SEV er ein tikkandi
bumba. Hans Tausen Olsen
vindur trygdarspurningin
upp í ein ellubita, og tí skal
her verða greitt frá ymsu
trygdarøkjunum í SEV.
Eg vísi staðiliga aftur, at
trygdin í SEV er ein tikk
andi bumba. Tað hevur al
tíð verið gjørt nógv burtur
úr, at ásetingar í lóggávuni
verða fylgdar. Hans Tausen
Olsen vanvirðir og eyð
mýkir í samrøðuni tey
mongu dugnaligu starvs
fólkini, sum enn eru í SEV,
eins og hann við sínum
orðalagi eisini fer illa við
ráðgevum okkara.
Eg kenni einki til, at fyrr
verandi umboðsnevndar
formaður hevur gjørt vart
við vansar og manglar í
trygdarskipanini í SEV,
hvørki fyri mær persónliga,
á stýrisfundum ella á um
boðsnevndarfundum. Hvønn
serkunnleika sipað verður
til, er mær eisini ókunn
ugt.
Trygd – hvat
meinar hann við?
Í samrøðuni verður spurn
ingurin um trygd fløktur
soleiðis saman, at tað besta
eg kann gera, er at greina
spurningin
eitt
sindur
nærri.
Trygd – hvat er
trygd í SEV-høpi?
Tá tosað verður um trygd,
má hetta definerast nærri á
ymsu trygdarumráðunum.
Brunatrygd
Er tað Brunatrygdin tosað
verður um, eru anleggini
hjá SEV projektera soleiðis,
at ásetingarnar í Bruna
lógini verða fylgar. Før
oyskir og danskir serfrøð
ingar hava eftirkannað
skipaninar, og Sundsverkið
er ikki eitt undantak í so
máta. Seinastu árini er bøtt
munandi um brunatrygdina
á Sundi v.m., tá tveir stórir
transformarar vóru fluttir
úr maskinhøllini.
Arbeiðaravernd
Er tað trygdin hjá starvs
fólkunum, tað snýr seg um,
er m.a. talan um arbeiðara
verndarlógina.
Tær ásettu skipaninar í
lógini við trygdarnevnd,
trygdarbólkum og trygd
arumboðum vóru settar í
verk fyri mongum árum
síðani og hava virkað væl.
Vit eru spardir fyri stór
vegis skaðar, tí trygdin
áhaldandi er í hásæti.
Sterkstreymslógin
Tá tað snýr seg um elveit
ingarøkið, er tað sjálvsagt
sterkstreymslógin,
sum
hevur stóran týdning. Dan
ska
sterkstreymsreglu
gerðin, sum eisini er gald
andi í Føroyum, hevur
neyvar ásetingar um trygd
ina. SEV fylgir hesum
ásetingum, og broytingar í
reglugerðini koma í gildi í
Føroyum samstundis sum í
Danmark.
Fyri at økja trygdina á
hesum øki hevur “Sikker
hedsstyrelsen” sett í gildi
eina SKS – skipan við gildi
frá 1. okt. 2005, og sum
skal verða sett í verk í sein
asta lagi 1. okt. 2006.
Dansk Energi ger eina
telduskipan til endamálið,
sum “Sikkerhedsstyrelsen”
kann góðtaka, og sum el
feløgini síðani kunnu nýta
- eisini SEV.
Hetta er sama skipan,
sum fyri fleiri árum síðani
var sett í gildi fyri góð
kendar
elinnleggjarar.
Endamálið er at seta trygd
ina í hásæti við at skráseta
alt, sum verður gjørt. Ein
onnur ISO 9000 skipan og
sostatt eitt amboð, sum
rakstrarleiðarin skal nýta í
sínum dagliga arbeiði.
Eyka máttur
Trygdin í skipanini er eisini
tongd at tí eyka motororku,
sum er tøk, tá okkurt bilar.
Avbyrgdir í Atlantshavi má
hesin eykamáttur verða á
hóskandi støði. Sum er, er
eykamátturin á elverkunum
tvær ferðir hámarkslastina.
Á kaðal- og linjuøkinum,
er so væl útbygt nú, at
flestu brúkarar hava meir
enn ein streymveitingarmø
guleika.
Veitingarskyldan
SEV er sum kunnugt ein
asti elveitari í Føroyum.
Tað merkir, at SEV hevur
veitingarskyldu í øllum
landinum. Soleiðis hevur
tað verið, og er tað enn.
Ein umsókn um streym
veiting verður svarað, so
leiðis at umsøkjarin fær
ávíst eitt íbindingarstað.
Treytirnar fyri íbinding
kunnu vera ymiskar, alt
eftir hvar íbinding ynskist.
Hendingin
ólavsøkumorgun
Eg havi fleiri ferðir kunna
um, hvat hendi við streym
veitingini Ólavsøkumorg
um.
Tá eg havi nevnt, at ávís
ar mannagongdir og ávísar
neyðstreymsskipanir skulu
eftirkannast og møguliga
broytast, var tað serliga við
atliti at kunna seta turbinur
og motarar í gongd, tá netið
annars var spenningsleyst
Tórshavn tann 4. august 2006
Klæmint Weihe, stjóri
Stjóri í SEV
Klæmint Weihe
Lesið
-so eru tit við!