Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2006 11 tíðindi Góði Eyðstein: Í grein í bløðunum “Bjørn Kalsø ein lemjandi ósigur fyri smáu reiða­rí­ini” finst tú at sitandi lands­stýris­ manni í fiski­vinnumálum og leggur afturat, at und­ anfarnu landsstýrismenn hava megnað uppgávuna betur, tí teir hava ikki latið seg ávirkað av akade­m­ iskum kreftum. Hvønn landsstýrismann Eyðstein heldur hava verið tann besta, fari eg ikki at leggja meg út í, tí vit liva tíbetur í einum demo­kra­t­ iskum samfelag, har hvør einstakur sjálvur kann gera sær sínar egnu metingar um dygdirnar hjá poli­tik­ arum. Hesar metingar vilja sjálvsagt oftast vera merkt­ ar av egnum politiskum liti og áhugamálum, og eru tær tað óivað eisini í hesum føri. Hinvegin fari eg at gera nakrar viðmerkingar til onnur sjónarmið, sum koma fram í nevndu grein. Eyðstein sigur: “at ó­­­trygg­leiki valdar, og tí vilja tey flestu sleppa úr fiskivinnuni og selja”. Um hetta hevði verið støðan, átti skipaprísurin at fallið munandi. Mín fatan er tann øvugta. Í mínum dagliga arbeiði merki eg væl, at tað er ein hópur av dugnaligum føroyingum, sum fegnir vilja sleppa inn í fiski­ vinnuna, so ótrygg kann henda vinna hóast alt ikki metast at vera í løtuni. Rákið í tíðini innan so at siga alt vinnulív, bæði her heima og úti í heimi, eisini innan fiskivinnuna er, at eindirnar gerast alsamt størri. Tí er tað neyvan rætt bara at føra fram, at tað er førdi politikkurin hjá nú­ verandi landsstýris­manni, ið er ein lemjandi ósigur fyri smærri reiðaríini, ser­ liga tá hugsað verður um, at tað er í hesum sam­ gonguskeiði, at støða varð tikin til at seta skott í lóg­ ina um vinnuligan fiski­ skap, fyri at forða fyri, at allur útróðrarflotin hvarv upp í línuflotan. Varð hetta ikki gjørt eri eg vísur í, at eingin útróðrarbátur hevði verið eftir í flotanum í dag og harvið nógv færri smá reiðarí. Fari til seinast at undir­ strika, at eg ongantíð, hvørki í fjølmiðlum ella aðra­ staðni, havi lagt reiðarar undir at vera bandittar, og tí skilji eg als ikki hví Eyðstein Poulsen, reiðari velur at hava tað sum evnið í grein har mítt yrkið sum lands­stýrismaður verður við­­gjørt. Eri hinvegin samd­ ur við Eyðsteini í, at fiski­ vinnan er høvuðsgrund­ar­ lagið undir okkara bú­­skapi, og fari eg tí fram­haldandi at arbeiða fyri at skapa tryggar karmar um fiski­ vinnuna, vónandi øll­um før­­oya fólki at gagni. Viðmerking til Eyðstein Poulsen, reiðara Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Bjørn Kalsø Tann høgi markn­aðar­ prísurin á skipum í dag er gott tekin um, at dugnalig vinnu­ lívsfólk meta fiski­ vinnuna sum eina trygga og gevandi vinnu, og ber sam­ stundis eftir míni meting eisini boð um, at eingin ótryggleiki valdar í fiskivinnuni Nú í seinastuni hevur verið skrivað nakað um Hoyvíks­ tjørn. Men, tað sum er gjørt higartil, er alt í lagi, bara at hon ikki grinnast meiri, tí so verður hon oyðiløgd. Tí villdunnur, tær skulu hava vatn at standa upp og niður í. Og dykkontir skulu sanni­ liga eisini hava nakað av dýpi at kava í. Men har sum fleiri kokk­ ar eru, eru eisini fleiri upp­ skot, eitt av teimum er púra vilt. Og tað er sand­skrá­ ningin frá gøtuni kring vatnið. Nú gera teir tað, at hvørki villdunnur ella dykkdunnur koma at hava skjól at liggja undir, tá nógvur vindur er á tjørnini. So eg og fleiri við mær meina, at tað er burturspilt arbeiði. Fyri tað fyrsta, so kemur sandurin ikki at liggja, tí er pálandsvindur á vatninum, so veit mann at tað skapar eitt ávíst rák út frá og út á miðjuna. Og so grynnist vatnið upp aftur meiri. So hatta er fullkomiliga burturvið, at hugsa um sovorðið. Tí tjørnin verður oyðiløgd. So koma vit til sílini, tey skulu út aftur í tjørnina. Men eitt veit eg, at kemur sandurin – sum tað verður tosað um – so hava hvørki síl ella villdunnur ella dykkdunnur møguleika at leita sær skjól nakrastaðni á tjørnini. Eitt vita vit, at vit skapningar skulu hava nakað at goyma okkum undir. Nú hava vit ein stóran trupulleika av likk­ um, sum eru um tjørnina alt summarið og eg sjálvur og nógv við mær hava sæð likkur svølgt villdunnu ungar livandi. Síðsta ár kom eingin ungi undan umleið 80 villdunnum – so tað sigur ikki so lítið. Okkurt má gerast! Á hólmunum báðum skal onkur lágur vøkstur gróð­ ursetast, so tað skapar lívd hjá dunnunum, tá ið tær verpa. Og hetta er eisini ein fragd fyri eygað. Tí einaferð verður Tjarna­ garður liðugur útbygdur, so har fara tey gomlu at síggja eina vakra tjørn við lívi í aftur. Eg dugi ikki at síggja, hví tjørnin skal gerast til børn. Tað eru tjarnir og vøtn ikki gjørd til aðra­ staðni. Vit skulu heldur gera tað onkra aðrastaðni til børnini. Og skal eisini uppslag setast á Hólmin – bannað at fara uppá! Hoyvíkstjørn einaferð afturat Sverri Petersen Endamálið hjá lands­stýri­ num við Visjón 2015 er at styrkja grundarlagið undir føroyska vælferðar­sam­fel­ agnum. Hesum tekur Kom­ munusamskipan Føroya (KSF) fult undir við. KSF umboðar uml. 70 % av íbúgv­unum í Føroyum, og tí tekur KSF sjálvsagt virknan lut í øllum arbeiði at menna samfelagið sum heild. KSF heldur, at samfelag­ ið eigur at verða skipað greið­ari og smidligari, og neyð­ugt er tí við greiðum ábyrgd­arbýti millum land og kommunur. KSF leggur eisini stóran dent á, at kommunurnar skulu um­ sita tær uppgávur, ið bein­ leiðis eru viðkomandi fyri borgaran, tí kommunurnar eru betur førar fyri at nøkta ynski og krøv borgarans enn landið. Fortreyt fyri hesum er eyð­­sæð burðardyggar kom­ munueindir, sum hava før­ leika at taka ímóti upp­gáv­ unum. Hetta hevur lands­ stýrið somuleiðis staðfest við kommunuálitinum. KSF hevur samsvarandi hesum arbeitt áhaldandi við at fyrireika lima­kom­ munurnar til at taka ímóti størri umsitingarligum uppgávum. Eitt nú hevur KSF arbeitt við umfevnandi arbeiðsætlan, har mál verða sett fyri yvirtøkum av uppgávum og menning av umsitingarliga førleikanum úti í kommununum at røkja uppgávurnar. Tí er tað ørkymlandi, at landsstýrið í ólavsøkurøðu løgmans onga ítøkiliga ætlan hevur um útlegging av uppgávum til kom­mu­ nurnar. Ei heldur er nøkur ætlan um at skipa eina út­ leggingartilgongd at finna. Vit sakna eitt nú á útbúgv­ ingar- og menta­málaøki­ num ítøkiligar ætlanir um greiðari ábyrgdarbýti um fólkaskúlan, musikk­skúl­ an, frítíðarundirvísingina, fólka­bókasøvnini og bygda­ søvnini. Á almanna- og heilsumálaøkinum sakna vit ætlanir serstakliga um eldraøkið. Hetta eru alt týðandi øki úr rúgvuni, ið KSF í fleiri ár hevur strongt á lands­ stýrið um at fáa lagt út til kommunurnar at umsita. Tað undrar tó KSF, at lands­ stýrið í ólavsøkurøðuni tykist hava lagt allar ætlanir um útlegging av uppgávum til kommunurnar til viks. Landsstýrið boðar tó í ólavsøkurøðuni frá, at ætl­ anin er at dagføra lógina um sjálvbodna kommunu­ samanlegging til tess at fáa eintýdda áseting av, hvørjar kommunalu eindirnar í framtíðini skulu vera, antin talan verður um samstarv ella samanlegging. Hetta kann vera signal til kommunurnar um at fyri­ reika seg til komandi út­ leggingar. Vónandi er tað so. KSF er ikki í iva um, at útlegging av uppgávum til kommunurnar er lykilin til skipan av burðardyggum kommunueindum, sum aftur er grundarlag fyri einum betri skipaðum sam­ felag og betri tænastu til borgaran í einstøku kom­ mununi. Tí er trupult at skilja, hvørjum landsstýrið bíðar eftir. Tað er alneyðugt, at lands­ stýrið nú av álvara setur gongd á arbeiðið at fyrireika og fremja út­ leggingar. Tað er eisini alneyðugt, at landsstýrið í størri mun enn nú tekur kommunurnar við í lógar­ fyrireikandi arbeiðið frá byrjan. Í hesum er KSF altíð til reiðar at taka tøk saman við landsstýrinum. Takið kommunurnar við Stýrisformaður í Kommunusamskipan Føroya Heðin Mortensen