Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2006 13 Urnan við Tollak Joensen av Oyrabakka verður jarðað í Norðskálakirkjugarði Leygardagin kl. 15. Helena Danielsen, búsitandi á Nesi, fødd Hald­an­sen, and­aðist á Eysturoyar ellis- og røkatarheimið hós­­dagin, 3. august, 87 ára gomul. Kistan fer av Røktar­heiminum í Runavík leygardain kl. 17.00. Jarðar­ferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 14.00. Kristine úr Fugloy, vanliga nevnd Ninna, and­að­ist 3. august á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 73 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum leygardagin kl. 14.00. Jarðar­ferðin verður úr Betesta sunnudagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Ninnu, kunnu lata eina gávu til „Akurin“; konta í peningastovninum. Inga Hansina Weihe, Skála andaðist á Lands­sjúkra­ hús­inum 1. august 87 ára gomul. Kistan fer úr Lands­ sjúkra­húskapellinum, í dag klokkan 18.00, í Skála kirkju. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 14. Sung­ið verður úr Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Ingu Hansinu, kunnu lata eina gávu til Skála kirkju; konta í peningastovnunum. Kistan við Hákun Frimodt Joensen fer úr Lands­sjúkra­ hús­kapellinum í Vesturkirkjuna í dag kl. 16. Jarðar­ferð­in verður úr Vesturkirkjuni í morgin, fríggjdagin, kl. 13.00. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara høgt elskaði sonur og beiggi Tollak Oskarsson av Sandi so brádliga var tikin frá okkum. Takk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Takk til Hera Joensen, prest, og takk til tykkum øll, sum komu í kapellið. Takk til tykkum, ið tóku ímóti okkum, tá vit komu suður. Takk til tykkum, sum vitjaðu og ringdu. Takk fyri troystarrík orð. Takk til Jákup Reinert Hansen, prest, sangarar, tónleikarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum og hjálptu til annars. Takk fyri blómur og kransar og tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Nanna, Oskar, Birna og Rói Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Gunnar Guttesen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til talarar, Ebenezerkórið, Dupultkvartettina og Triple Trio, fyri hjálp og yndisligan sang. Takk til B36. Til tykkum, ið sendu heilsanir, ringdu og vitjaðu okkum, sendu kransar og blómur og peningagávur til Akurin. Og tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Ragnfríð og børnini við familju Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Esther Simonsen 380 Sørvágur andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Ellisheiminum í Miðvági. Tøkk til Ingu Dam, prest, fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar, kirkjutænara, berarar og gravara. Tøkk fyri uppringingar, blómur, kransar, gávur til Ellisheimið og tykkum øll, ið hjálptu til á annan hátt til jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Børnini við familju Longu í gjár byrjaði skráin fyri ársins Summarfestival og eins og undanfarin ár, so ber væl til at fara við báti til Klaksvíkar at uppliva festivalin Summarfestivalur dagfinn@sosialurin.fo Klaksvíkingar hava spent seg út í samband við Summarfestivalin í ár. Við­ víkjandi tjalding, so hava teir økt um tjald­ingar­møgu­ leikarnar. Men eins og undanfarin ár, so er eisini møguleiki hjá bátaeigarum at koma siglandi á festivalin. Henda møguleikan hava fleiri nýtt undanfarin ár. Á stongunum eru góðir atløgumøguleikar og har er atgongd til wc, vatn og líknandi. Longu hósdagin komu fyrstu bátarnir til Klaks­ víkar. Fyrstu bátarnir komnir á Summarfestival Myndin er ársgomul, men hósdagin stevndu fyrstu maritmu festivalgestirnir inn eftir vágni í Klaksvík Lesið - so eru tit við