Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 148 - 4. august 2006 Meginfelag Føroyska Studenta og Altjóða Skrivstovan skipar aftur í ár fyri einum kunnandi fundi fyri teimum, sum fara uttanlands at lesa. Pisudagurin verður sunnudagin 6.august kl. 17.00 í Miðlahúsinum PISUDAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Aftur í ár fara Meginfelag Føroyska Studenta (MFS) og Altjóða Skrivstovan (ASK) saman við Føroya Sparikassa at bjóða øllum teimum, ið hava fingið játtandi svar frá útbúgvingarstovnum utt­an­lands til kunnandi fund sunnudagin 6.august kl.17.00 í Miðlahúsinum. Á skránni verða: • Luttakararunda- hvør ert tú, hvar og hvat skalt tú lesa. • MFS sum áhugafelags­ skapur • At gerast lesandi – tað ókenda • At vera lesandi – lívið sum lesandi • SU- viðurskiftið • Onnur praktisk viður­ skifti • Lesandi og búskapur (Føroya Sparikassi) • ASK – lestur uttan fyri Dan­mark • Bólkauppdeiling- lesandi frá ymiskum býum í Dan­mark, Onglandi og Skotlandi svara spurn­ ingum. Fáa eina lættari lestrarbyrjan MFS er ein studentapolitiskur felagskapur, sum arbeiðir fyri teimum lesandi. MFS skipar millum annað fyri sosialum tiltøkum. Megin­ parturin av orkuni verður tó nýttur til kunning um lestr­ armøguleikar og lestrarstøð. Alt arbeiðið verður gjørt ólønt. MFS fær 200.000 krón­ ur av fíggjarlógini árliga. Doris Bjarkhamar er for­kvinna í MFS. Hon legg­ur dent á, at tiltakið sunnudagin er fyri at tey, sum fara uttanlands at lesa, kunnu fáa eina førning við sær og sostatt eina lættari lestrarbyrjan. – Hetta er eitt aftur­vend­ andi tiltak, sum altíð er fyrsta sunnadag í august. Undirtøkan hevur verið góð, men í fjør lá tiltakið eitt sindur óheppið, tí at tað var tann besti summardagurin á árinum, og eg haldi eisini at HB og B36 spældu tá. – Vit vóna at nógv møta upp, tí at vit vilja fegin hjálpa teimum, sum fara uttanlanda at lesa. Vit kunnu svara spurningum um ymisk ivamál. – Vit halda, at vit hava eina spennandi skrá í ár við onkrum øðrvísi eisini. Vit hava ofta fingið spurningar um fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum lesandi, og í ár fáa vit fólk frá Føroya Spari­ kassa, sum koma at geva eina meting um, hvussu tað er skilabest at leggja bú­skapin sum lesandi. – Tiltakið er eisini ein góður møguleiki at møta øðrum, sum fara at lesa. Lut­takararnir fáa eisini møguleika at tosa við fólk, sum eru komin miðskeiðis í teirra lesnaði, og tað skuldi heilt vist verið gott at fingið eina 1. persóns-frágreiðing um lívið sum lesandi, sigur Doris. Mentanarligar forðingar Altjóða Skrivstovan er undir mentamálaráðnum. Í Fíggjarlógini stendur soleiðis um Altjóða Skrivstovuna: “Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn í 2000 og er endamálið hjá skriv­stovuni at vera savningar­stað fyri vitan um útbúgv­ing­ar-, granskingar- og stuðuls­ møguleikar uttan fyri Føroyar. Herumframt er skrivstovan sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og er savningarstað fyri vitan um útbúgving og gransking, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan hevur ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og – ráð­geving, umseting av mill­umlanda avtalum og skipanum, umframt sam­ skip­an av samstarvi við út­lendskar lærustovnar.” Holger Arnbjerg er leið­ ari ASK. Hann metir, at pisu­dagurin hevur stóran týdn­ing. – Vit arbeiða fyri at økja um talið av lesandi uttan­ lands - eisini í øðrum lond­ um enn Danmark. Ofta eru forðingarnar fyri at fara enn longur enn til Danmarkar at lesa meira praktiskar og mentanarligar enn tær eru búskaparligar. – Vit skipaðu millum ann­að fyri tiltakinum „markleys útbúgving“ í fjør, sum var lestrarkunning um lestrarmøguleikar kring heimin. Arbeiðið gevur ávøkst­ur, og talið av lesandi uttanlands er vaksandi, sigur ágrýtni leiðarin á ASK. Fyriskipararnir vóna, at fólk taka av tilboðnum og møta upp í Miðlahúsinum klokkan 17 sunnudagin. Lestrarkunning fyri pisur í Miðlahúsinum P/F Skretting Føroyar hevur selt bygningin við keiina í Hvalvík til SP/F Sæborg. SP/F Sæborg fer at nýta ein fjórðing av bygninginum til goymslu. Tað írestandi verður leigað út. – Við goymsluni hava vit møguleika at skipa okkara útgerð betri, sigur Tummas Justinussen, reiðari KEYP OG SØLA Heini S. Kritsiansen heinik@sosialurin.fo SP/F Sæborg hevur keypt høllina hjá P/F Skretting Føroyar, ið stendur á kaiøkinum í Hvalvík. Bygningurin fer at verða nýttur sum goymsluhøll. Tummas Justinussen er reiðari í felagnum: – 500 fermetrar av høll­ ini, ið er 2000 fermetrar til­ samans,  skulu nýtast sum goymsluhøli hjá skipum felagsins, og írestandi 1500 fermetrarnir verða út­leigaðir. – Skretting fara at leiga ein part til skrivstovuvirksemi, og brennistøðin fer eisini at leiga. Skretting hevur eftir øllum at døma selt bygningin, tí at teir ikki longur hava tørv á so stórum goymsluplássi. Fóðurmarknaðurin er broyttur soleiðis, at tað verður blást beinleiðis á skipini, og tí er ikki eins stórur tørvur á goymslu. Keypið er ein liður í at fáa skipað útgerðina hjá SP/F Sæborg betri. – Tíðirnar eru soleiðis, at alt er vorðið meira ruddi­ ligt. Onkur útgerð hjá okk­ um hevur verið goymd í Leirvík í sama bygningi sum skrivstovan, og okkurt hevur ligið uttanfyri. Eisini hava vit økt um virksemið, so tørvurin á einari goymslu er avgjørt til staðar. – Nú hava vit koyrt sumt burtur, og tað, sum vit skulu nýta, goyma vit væl skipað í goymsluni, sigur Tummas. Tað, at høllin liggur við eina kei, var avgerðandi fyri keypi. – Vit hava leingi ynskt okkum eina goymslu, sum liggur við eina kei. Hon má liggja við eina kei, so at skipini sleppa framat at av- og áskipa teirra útgerð. Goymslan í Hvalvík er sera væl egnað til hetta enda­málið, sigur Tummas Justinussen at enda. Bygningurin hjá Skretting í Hvalvík skift eigara Bygningurin sum Sp/f Sæborg hevur keypt, er tann sum á myndin liggur nærri sjónum. – Vit hava leingi ynskt okkum eina goymslu, sum liggur við eina kei. Hon má liggja við eina kei, so at skipini sleppa framat at av- og áskipa teirra útgerð, sigur Tummas Justinussen, reiðari Mynd: Rólant W. Dam