fríggjadagur 4. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
15
tíðindi
Á ólavsøku gjørdist
átta ára gamla
argjagentan Bjørk
Anthoniussen hepni
vinnarin av eini
Europa-ferð fyri
40.000 kr.
– Eg havi higartil
bara sæð lýsingar frá
Disneylandi í sjón
varpinum. Men nú
ætli eg mær so sjálv
hagar, sigur Bjørk
Vinnari
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Argir: – Ja, eg bleiv ordi
liga glað tá eg fekk tað at
vita. Eg segði bara jubbi-
jubbi!, greiðir Bjørk frá, tá
Sosialurin spyr hana nærri
um vinningin.
Um ólavsøkuna gjørd
ist Bjørk nevniliga tann
hepni vinnarin av høvuðs
vinninginum hjá Tórshavnar
Ítróttarráði.
Hon hevði frammanundan
keypt tveir seðlar fyri pening,
sum hon sjálv hevði spart
saman.
Vinningurin var ein
Europa-ferð, hvørs virði er
uppá 40.000 kr. Fyri Bjørk
er kortini eingin ivi um,
hvagar leiðin ber í 2007 – til
Fraklands!
– Tá eg fortaldi vinkonun
um at eg hevði vunnið hesa
ferðina vórðu tær eisini glað
ar. Og tær vildu fegnar sleppa
við, greiðir Bjørk frá.
Bjørk gongur í Venjingar
skúlanum, men heldur
summarfrí í Føroyum í ár.
Komandi ár gongur leiðin til
Disneyland í Paris!
Hon hevur altíð sagt, at
ein skal trúgva uppá at ein
fer at vinna. Og sannleikan
í hesum vísdómsorðunum
fekk Bjørk so sanniliga at
sanna í hesi vikuni.
Húshjálp
Átta ára gamla Bjørk er hepp
in at eiga eina ommu, ið býr
so mikið tætt við hana at tær
ofta síggjast. Í roynd og veru
næstan hvønn einasta dag.
Tá Bjørk er og vitjar omm
una í Havn roynir hon altíð
at hjálpa henni við ymiskum
húsligum arbeiði.
– Eg plagi at spyrja
ommu, um eg kann hjálpa
henni at rudda, vaska ella
tøma uppvaskimaskinuna.
Tað dámar mær sera væl,
greiðir Bjørk frá.
Fyri hetta arbeiðið fær hon
so onkutíð eina 10-krónu og
til aðrar tíðir eina 20-krónu.
Hesin peningurin fer kortini
ikki til forbrúk, - langt frá tí.
Heima
hjá
ommuni
hevur hon nevniliga eina
pengamappu, har ruddingar
pengarnir verða goymdir væl
og virðiliga í. Men onkutíð
fer hon eftir mappuni til at
keypa okkurt skilagott fyri.
Hetta hendi henda eina
dagin, tá ein javngamal
vinmaður hennara gekk
runt og seldi lutaseðlar
fyri Tórshavnar Ítróttarráð
– Skava&Vinn-seðlar.
Ansað eftir seðlunum
Hesum tiltakinum vildi
Bjørk fegin stuðla og fer
inn eftir egnu pengamappu
síni. Hon gjørdi ikki mætari
enn at keypa tveir seðlar fyri
pengarnar, sum hon sjálv
hevði savnað saman.
– Tá eg so skavaði seðl
arnar sá eg, at eg hevði ikki
vunnið nakað her. Men eg
sá at tað stóð okkurt annað
á seðlinum, sum eg ikki
skilti.
– Eg bað so ommu lesa,
hvat stóð har, greiðir Bjørk
víðari frá.
Á seðlinum stóð, at ein
kundi senda inn seðlarnar,
sum so vórðu við í lutakast
inum um tríggjar ferðir uttan
lands.
Bjørk gjørdi ikki mætari
enn at goyma seðlarnar á
eini hill hjá ommu síni, og
hevur síðani ansað væl eftir
teimum.
Omman helt kanska, at hon
gekk ov høgt upp alt hetta
við seðlunum. Har gjørdist
ikki annað enn at fara á
posthúsið við teimum.
Bíðaði eftir úrslitinum
Síðani hevur Bjørk mang
an tosað um, at hon fegin
vildi verða í Kommunu
skúlagarðinum tá seðlarnir
skuldu dragast. Tað eydn
aðist tíverri ikki, men hon
hevði kortini ikki gloymt
seðlarnar.
Dagin eftir segði hon
ommu síni, at nú vóru
seðlarnir altso drignir. Hin
uggaði hana við, at tey
mundu fara at síggja úrslitið
í bløðunum. So langt komu
tey kortini ikki!
Týsdagin vóru nevniliga
boð til Bjørk um at hon var
hepni vinnarin av Europa-
ferðini. Bjørk var um
hetta mundið og ferðaðist
í Lamba, men gleðin var
ikki minni av teirri orsøk á
báðum støðum.
Bjørk slapp sjálv at
avgera, hvagar ferðin skuldi
ganga. Fyri henni var kortini
eingin ivi: Leiðin skal ganga
til Disneyland í Paris!
Komandi summar er ætlan
in at fara hagar. Heima hava
tey longu verið á alnetinum
og hava prentað út vegrutuna
millum Hanstholm og Paris.
Næsta ár verður Bjørk í
øllum førum ein av teimum
túsundtals vitjandi í Disney
land.
– Eg eri longu farin at
gleða meg, sigur Bjørk.
Bjørk
sleppur
umsíðir
til
Disney
land
Heppin, heppin og
aftur heppin
Hóast Bjørk vann høvuðsvinningin hjá Tórshavnar
Ítróttarráð er hetta ikki einasti vinningur hennara í
summar.
Fyrst í juni mánaði vann hon eina nátt á Hotel Hafnia
fyri tvey, og herfyri vann hon eisini í Gekkinum.
Hetta kvøldið spældu hon og omman Gekk, og har vann
Bjørk ein ælabogavinning – í hesum føri eitt gávukort fyri
1000 kr. í BR, eina fartelefon frá Føroya Tele fyri 2000
kr. og eina flogferð frá Atlantsflogi fyri 3000 kr.
Ferðaseðilin gav hon ommu síni, og í morgin fer hon
til Danmarkar saman við Bjørk.
– HER ER TAÐ! Bjørk er longu farin at gleða seg og fyrireika seg til spennandi Europa-ferðina komandi summar. Ein møguleiki er
at sigla við Norrönu til Hanstholm og síðani koyra allan vegin til Paris
Mynd: Álvur Haraldsen