fríggjadagur 4. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
16 tíðindi
Leikur og ljóð í miðbýnum
Í gjár gingu luttakar
arnir á NEATA
festivalinum skrúð
gongu úr Lærara
skúlanum oman í
miðbýin. Málið var
Speakers Corner, har
tey sett u sín dám á
býin við horntónleiki,
ballónum og
framførslum.
NEATA festivalur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Har vóru bæði trøll og
klovnar, og eini hundrað
leikarar. Nakrir av teimum
gingu runt við stórum tyss
um av ballónum, og GHM
syrgdi fyri horntónleiki.
Tá tey komu oman í
miðbýin, steðgaðu tey í
Speakers Corner, har tey
stillaðu seg rundanum og
framførslurnar byrjaðu í
miðjuni. Íslendsku luttak
ararnir sungu.
Úr Lettlandi dansaðu
nakrir menn og sungu
afturvið. Eftir eina løtu
vóru nakrir av áskoðarunum
togaðir uppí dansin, meðan
ein av lettunum spýði eld
aftanfyri.
Úr Litava dansaðu tvey
pør fólkadans og Estland
framførdi ein lítlan leik við
klarinetspæli afturvið.
Tiltakið endaði við at
allir sjónleikararnir fingu
eina ballón í hondina, før
oyingar og útlendingar
stillaðu seg saman, og øll
sungu á føroyskum “Dukka
mín er blá”. Tá fyrsta ørindi
var liðugt, tóku tveir horn
leikarar frá GHM yvir,
meðan teir spældu, vórðu
allar ballónirnar sleptar, og
fóru til skýggja.
Mot slaktevekt
Tveir menn sita í einum bíðirúmi. Teir eru báðir dráps
menn og bíða eftir revsing síni. Fyri at fáa tíðina at
ganga telva teir - við bert einum talvfólki.
Leikurin
“Mot slak
tevekt” var
framførdur í
Sjónleikar
húsinum í gjár.
Tað var norski
bólkurin
Hinsides
Hekneby ið
framførdi.
Tveir lutt akarar
Kamilla Ravnsfjall og Rakul Thomsen er báðar
luttakarar á NEATA festivalinum. Tær eru við í
leikinum “Hørpuríma” hjá Havnar Sjónleikarfelagi.
Rakul sum sjónleikari og Kamilla sum tónleikari
Rakul Thomsen, 18 ár
Hevur tú verið á NEATA festivali fyrr?
– Ja, eg var við í Estlandi fyri fýra árum síðani.
Hví vilt tú vera við til festivalin?
– Tí eg havi spælt sjónleik í 7 ár og eg elski tað. Á
festivalinum læra vit nógv frá hinum londunum og av
teirra mentan. Tað er spennandi at síggja hini spæla,
og eg vóni at kunna fáa íblástur og kunna brúka
nøkur av teirra hugskotum. Festivalurin er eisini ein
góður møguleiki at fáa nýggjar vinir.
Kamilla Ravnsfjall, 17 ár
Hevur tú verið á NEATA festivali fyrr?
– Nei, eg hevði ongantíð hoyrt um hann fyrr enn nú.
Hví vilt tú vera við til festivalin?
– Eg bleiv spurd, um eg hevði hug at koma við sum
tónleikari, og tað hevði eg beinanvegin hug til. Mær
dámar væl at hava møguleika fyri, at síggja onnur
spæla og at møta fólki.
Kamilla Ravnsfjall
Rakul Thomsen