fríggjadagur 4. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
17
tíðindi
The Rasmus er
søgan um 4 finskar
vinmenn, ið hava
gjørt dreingja
dreymin til veruleika.
Teir komu til Føroya
í gjár og ætla at geva
alt teir eiga, tá teir
fara á pall á Summar
festivalinum í kvøld
Summarfesti
valurin 06
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
The Rasmus er settur
saman av vinmonnum, ið
hava spælt saman síðani
skúlaárini. Teir vandu í
kjallaranum hjá foreldrunum
hjá guitarleikaranum og
vóru stórir í Finnlandi, innan
altjóða gjøgnumbrotið. Teir
høvdu fleiri fløgur á baki,
innan sangurin In The
Shadows gav atgongd til
heimspallin.
Árini
síðani
altjóða
gjøgnumbrotið hava teir
ferðast heimin á tamb og
hóskvøldið komu teir til
Føroya og hóskvøldið var
tíðindafundur á Hotel
Vágum.
Tað vóru 4 vælupplagdir
vinmenn, ið fryntliga og
uttan hóvasták, tóku ímóti
føroyskum miðlafólki, ið
annars ikki á hvørjum degi
hitta háaktuellar heims
stjørnur.
Dreymurin
The Rasmus hava verið til í
12 ár. Síðani skúlaárini hava
teir spælt saman og gjørdust
stórir í Finnlandi, innan
altjóða gjøgnumbrotið, og
meta teir, at hetta hevur
gjørt, at teir hava dugað at
handfarið undanvindin, og
alt tað, ið heimurin hevur
at bjóða, tá tað ræður um
tað, sum hendir handan leik
tjøldini.
Teimum dámar væl ferð
ingina, sum tónleikalívið
hevur við sær. Teir vitja nógv
lond og nógv forkunnug
støð, sum t.d. Føroyar, og tað
er ein av fyrimununum.
Men hinvegin, so er lívið
„on the road“ strævið og
tað hendir seg meira enn
so, at tað eru løtur, har teir
kundu hugsað sær at havt
møguleika at verið heima,
sum t.d. tá vinfólk giftast og
líknandi.
Men lívið á heimspallinum
er teirra dreingjadreymur,
ið er vorðin veruleiki, so
teir hava tað stutt sagt sum
blomman í egginum.
Sum bólkur hava teir
altíð havt eina trúgv uppá,
at tað fór at eydnast. Sera
ærliga greiddu teir á tíð
indafundinum frá, at teirra
áskoðan hevur verið, at teir
eru góðir nokk og at tað fór
at eydnast. Teir eru stutt sagt
ein bólkur, ið hevur havt
sjálvsálit.
Líkir føroyingum
Men hinvegin ásanna teir
í The Rasmus, at dreingja
dreymurin í veruleikanum
krevur hart arbeiði og nógva
bíðitíð á flogvallum. Og so
eru tað eisini øll fólkini,
sum alla tíðina vilja práta
við teir, og sum fólkaslag,
so eru finnar ikki ólíkir
føroyingum, meta teir í the
Rasmus, tí finnar eru ikki
opið fólkaslag, ið tosar við
ein og hvønn til eina og
hvørja tíð.
Kenna ikki Rasmus
The Rasmus kenna ikki før
oyska slagaran um Rasmus,
og tað er onki at siga til.
Men navnið The Rasmus er
sum so heldur ikki so djúpt
ankrað í samleika teirra. Tað
er úrslit av, at teir allir komu
við uppskotum til navn á
bólkinum, og so valdu teir
The Rasmus, hóast hetta
sum navn ikki er til í finska
málinum, sum tað er á øðrum
málum, t.d. føroyskum.
– Og so er tað eisini ein
teddybjørn, so vit eru í
roynd og veru ein teddybear-
bólkur, skemtaðu teir í The
Rasmus á tíðindafundinum
hóskvøldið.
Vinmenninir fegnast um,
at teir nú hava stundir at
vitja í Finnlandi av og á, tí
tað kundu teir t.d. ikki fjør,
tí tá var lív teirra ein stór
ferð kring knøttin. Teir tosa
finskt sínamillum og fegnast
um, at flestu fólkini, ið teir
hava við sær, eru gamlir
vinir úr Finnlandi, og at tað
tí er møguligt at samskifta á
móðurmálinum.
– Og so ber eisini til at siga
ymskt um tápulig miðlafólk,
uttan at hesi skilja eitt einasta
orð, skemtaðu teir í The
Rasmus á tíðindafundinum,
ið gekk fyri seg á enskum.
Teir siga eisini, at finnar av
lyndi eru so, at tosað verður
beint fram, so at møguligir
trupulleikar verða loystir á
staðnum, og tí hóskar tað so
væl, at flestu í ferðalagnum
eru finnar og vinfólk.
Ikki skriviforðing
Spurdir, um tað at fáa eitt
so stórt hitt, sum In The
Shadows, ikki kann skapa
forðingar, siga teir avgjørt
nei, hóast tað er ikki ókent,
at fólk, ið skapa okkurt stórt,
kenna fjáltur, tí tey vænta ikki
at kunna liva upp til tað, ið
væntað verður av teimum.
Men bólkurin við sterka
sjálvsálitinum hevur ikki
kent hetta, men viðganga,
at teir fyri tíð síðani kendu,
at teir vóru í lítlum aldudali,
eftir at hava riðið á stóru
bylgjukambunum. Men
nú kenna teir tað, sum er
nýtt blóð og nýggj orka í
bólkinum.
Og so eru teir eisini vitn
andi um fyrbrigdið við skrivi
forðing, tí stóra finska tóna
skaldið Sibelius var útfyri
hesum.
Í hesum sambandið kann
nevnast, at The Rasmus
hava sligið gamla Sibelius
av rókini, tá umræður at
hava størsta tónlistaverk í
Finnlandi, ella tað verk, ið
hevur klárað seg best.
Men hinvegin meta teir í
The Rasmus, at kreppa eis
ini kann nýtast væl og geva
íblástur.
Geva alt á pallinum
í Klaksvík
Fyri framman hava the Ras
mus m.a. ferð í USA, har teir
fara at hita upp fyri kenda
bólkin Lost Prophets.
Men tá tíðindafólk hós
kvøldið spurdu um teirra
næsta mál, so svaraðu teir
í The Rasmus skemtandi,
at júst nú skuldu teir kanna
føroyska býarlívið.
Fríggjadagurin beyð teim
um m.a. kaving í Klaksvík,
tí hesum hava teira áhuga
fyri.
Og um teir komu uppaftur
um vatnskorpuna, so fóru
teir á pallin á Summarfesti
valinum og ætlaðu at geva
alt, ið teir áttu, og kanska
teir enntá fóru at spæla í
kavarabrillum, skemtaðu teir
væluppløgdu vinmenninir í
The Rasmus hókvøldið.
The Rasmus fara á pallin á
Summarfestivalinum í kvøld
klokkan 21:30.
The Rasmus liva dreingjadreymin
The Rasmus eru vinmenn síðani skúlaárini og teimum dámar væl at vitja mong og forkunnug støð, so sum t.d. Føroyar. Í kvøld
fara The Rasmus á pallin á Summarfestivalinum í Klaksvík
Mynd: Álvur Haralsen
Norðurlendsku
náttúruverndar
felagsskapirnir hava
júst havt ársfund í
Føroyum og ein av
felags samtyktunum
er ein áheitan á lands
stýrið um at taka við
Kyoto samtyktini.
Føroyar eru einasta
norðurland, ið ikk i
hevur tikið við Kyoto
samtyktini og millum
mest dálkandi lond í
heiminum
Náttúruvernd
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Føroya Náttúruverndarfelag
hevur verið vertur við árs
fundinum hjá norðurlendsku
náttúruverndarfeløgunum.
Á fundinum vórðu fleiri
samtyktir gjørdar og ein
teirra er, at ársfundurin
einmælt mælir føroysku
myndugleikunum til at taka
við Kyoto sáttmálanum.
Sagt verður, at so sum
Føroyar
landafrøðiliga
liggja, so er landið tengt
at veðurlagnum og at hetta
ávirkar lívsgrundarlagið á
oyggjunum.
Veðurlagið verður ávirkað
av orkunýtslu og CO2 útláti.
Kyoto sáttmálin er altjóða
avtalan, har mong lond hava
bundið seg til at minka
útlátið av ymsum gassum og
harvið gera sítt til, at minka
um veðurlagsbroytingar.
Føroyar eru millum tey
lond, sum fyri hvønn íbúgva
hevur mest útlát av CO2. Og
tí mælir ársfundurin eisini
til, at føroyingar umhugsa
alternativar
orkuhættir.
Føroyar eru einasta norður
land, ið ikki hevur tikið við
Kyoto samtyktini.
Náttúruverdarfelagsskapir mæla landsstýrinum
til at taka við Kyoto samtyktini