fríggjadagur 4. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 148 - 4. august 2006
tíðindi
The Story Ends var fyrsti
bólkur at fara á pallin í
Virkishúsinum í Klaksvík
í gjárkvøldið og hetta var
eina framførsla ið eg trúgvi
eg, bæði bólkur og áskoð
arar kundu eins væl verið
fyri uttan.
Bólkurin skuldi eftir
skránni byrja kl. 18, men
klokkan var nærri 19, tá
The Story Ends komu til
Klaksvíkar. Fólk var komið
og farið og nýtt var komið
til. Hvør eigur feilin, veit
eg ikki, men avtalan var
eftir øllum at døma, at
bólkurin skuldi byrja kl.
19, meðan skráin fyri
Summarfestivalin segði 18.
Hetta er óheppið og irri
terandi.
Tá klokkan var nakrar
minuttir yvir sjey, byrjaði
bólkurin endiliga at spæla.
Men ljóðið var andskræmi
ligt. Tey ljóðkønu stríddust
eitt hart stríð, men klokkan
nærkaðist 19.30, áðrenn
ljóðið gjørdist nøkulundað.
Tá hevði bólkurin mist
pippið, og tyktist mest sum
uppgevandi. Hetta klæddi
illa teirra eitt sindur fan
denivoldska tónleiki. Tað
var ikki fyrr enn í allar
síðsta lagnum, at eitt sindur
av gleðini kom aftur.
Bólkurin byrjaði at jamma
og fjasa eitt sindur, og
tyktist at hava tað stuttligt,
men hetta var tíanverri
stuttligari hjá teimum enn
áskoðarunum.
Samanumtikið kann kon
sertin ikki ummælast, ljóð
ið var stutt sagt ov ringt.
Bólkurin kann tó í ávísan
mun lastast fyri ljóðið, teir
hava spælt í hølunum áður,
og áttu at verið komnir í
betri tíð um tað var neyðugt.
Her skein manglandi rut
inan ígjøgnum, og vísti
hvussu ungur og óroyndur
hesin bólkur í veruleika
num er, hóast umstøðurnar
vóru tær somu hjá hinum
bólkunum, ið spældu í
somu hølum, so hevði
hvørki Isadora ella Budam
nakrar trupulleikar. Her er
annars talan um ein tann
mest lovandi unga bólkin í
Føroyum. Við miðvísari
venjing og arbeiði við tón
leikinum, kann The Story
Ends við tíðini gerast ein
sera góður bólkur.
The Story Ends
mistu pippið, tá
stórir trupulleikar
við ljóðinum
oyðiløgdu konsertina
í Virkishúsinum
Summarfestivalurin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eftir eina heldur treka
byrjan á upphitingina til
Summarfestivalin við The
Story Ends, blásti Isadora
and The Rebels Virkishúsið
í Klaksvík um koll. Eg
mangli lýsingarorð at lýsa
framførsluna, sum stutt
sagt var frálík.
Eg havi ongantíð uppliva
Isadoru og rebellarnar
áður, og hóast eg bert havi
hoyrt jalig viðmælir, so
varð eg fullkomiliga tikin
av bóli. Isadora and the
Rebels er ein framúrskar
andi bólkur. At songkvinn
an Guðrið Hansen er frálík
visti eg væl, men í hesum
bólkinum er hon veruliga í
essinum. Talan er um teirra
heilt egna sera gjøgnum
førda tónleikabland, sum
vevur m.a. spælimanstón
leik, vísusang, 70’ára tung
málm, 90’ára rokk, indi
rokk og alt møguligt annað
saman í ein dýrabæran
vavstur. Eg haldi á onkran
hátt, at hetta er líka føroyskt
sum Týr og líka altjóða
sum Portishead. Eg havi
ikki hoyrt tílíkan tónleik
áður, men hann er berg
takandi. Ljóðumstøðurnar
eru ikki verðins best í
Virkishúsinum, men Isa
dora and the Rebels megn
aði at spæla uppum um
støðurnar, og við eini sera
dedikeraðari
framførslu
leveraðu tey vøruna 200%.
Tað var serliga stuttligt
at síggja hvussu Guðrið er
á pallinum, hon er miðdep
ilin í bólkinum, og stýrir
honum við eini sterkari
hond, hon er ikki bangin
fyri at taka ábyrgd av
framførsluni. Hetta kom t.
d. til sjóndar, tá trupulleikar
vóru við gittaranum hjá
gittarleikaranum Bartali. Í
staðin fyri langan og keði
ligan steðg, skar Guðrið
ígjøgnum og spældi saman
við restini av bólkinum
pausutónleik, hetta hóast
onkur tónleikari tyktist at
hava hug til at muta ímóti.
Hetta vísti innlit í tað, at
ein
framførsla
leggur
ábyrgd á herðarnar hjá
teimum í standa á pallinum,
at undirhalda tey, ið lurta,
eitt innlit sum forbiðið
nógv føroysk listafólk ikki
hava.
Tað er eisini heilt ótrúliga
lekkurt at hoyra blokk
floytu í rokktónleiki, takk
fyri tað Guðrið.
Isadora and The
Rebels spældi ein frá
líka konsert í Virkis
húsinum, bólkurin er
líka føroyskur sum
Týr og líka altjóða
sum Portishead.
Summarfestivalurin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað gongur betur enn
nakrantíð við at selja at
gongumerki til Summar
Festivalin, sum verður í
Klaksvík um vikuskiftið.
Eini 8.000 fólk hava nú
tryggjað sær atgongu
merki til festivalin, og
fyriskipararnir boða nú
frá, at bert 1.000 atgongu
merk verða seld afturat í
forsølu.
Fyrireikararnir siga, at
tað er umráðandi, at øll
fólkini, sum koma á festi
valin, fáa eitt gott uppliv
ilsi, og tí verða ikki seld
meira enn 9.000 atgongu
merki til festivalin í ár.
So tey, sum vilja sleppa
inn at hoyra bólkar sum
The Rasmus, Shu-Bi-Dua,
Johnny DeLuxe, David
Phelps og allar hinar,
skulu bera skjótt at fyri at
fyri at tryggja sær at
gongumerki.
-mørk
Trek byrjan
The Story Ends sangarin bað
áskoðararnar um umbering fyri
ringu konsertina
mynd: nud
Isadora blásti alt um koll
Selja fløgur til
eingin vil keypa tær
1.000 atgongu
merki eftir til
Summar Festivalin
Sólarn Solmunde dagligur leiðari í Leika
lund hevur longt upplatingartíðina í fløgu
handlinum, og er til reiðar at leingja hana
uppaftur meira um tørvur verður á tí.
Fløguhandilin í Klaksvík,
Leikalund hevur spent seg
út til allar festivalarnar í
summar, og nú Summar
festivalurin er har í bý
num, hevur handilin opið
til kl. 23 bæði kvøldini,
sigur Sólarn Solmunde
dagligur leiðari, men sigur
samstundis, at hetta veg
leiðandi afturlatingartíð,
og at um fólk eru í handli
num, ið ætla sær at keypa,
tá klokkan er farin av 23,
so verður upplatingartíðin
longd.
Leikalund hevði ein bás
á G!Festivalinum, men
hevur ikki bás á Summar
festivalinum. Sólarn sigur
orsøkina til hetta vera
einfalda, í Klaksvík kenna
øll handilin, meðan støðan
er ein onnur í Eysturoynni.
Við at luttaka á G! fekk
handilin víst andlit og so
leiðis marknaðarført seg
fyri einum nýggjum mál
bólki. Hann letur eisini
sera væl at søluni á G! og
sigur, at Leikalund seldi
hasar 3 dagarnar líka
nógvar fløgur, sum tey
vanliga selja ein heilan
mánað. Fleiri fløgur vóru
útseldar t.d. Animal Alpha
og Kaizers Orchestra.
Festivalnøvnini
hava
selt væl í Leikalund sum
mar, men seinastu dagar
nar eru tað serliga fløgur
nar hjá The Rasmus,
Johnny Deluxe og David
Phelps sum hava gingið
sum heitt breyð.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sólarn Solmunde er dagligur leiðari í Leikalund
mynd: nud
Isadora hevur tikið blokkfloytuna
inn í rokktónleikin
mynd: nud