Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2006 19 tíðindi Myrkar søgur um lívsgleði Meðan Budam í yvir ein tíma bergtók áhoyrararnir, fyltist Virkishúsið alsamt. Á sín heilt egna hátt vísti fyrrverandi Ivory, 200 og Deepend gittarleikarin Búi Dam sín innara søgu­for­ teljara - Hesin er inniligur og ógvisligur og tykist at hava bíða í alt ov nógv ár eftir at sleppa út. Søgurnar eru mest um lívsgleði, m.a. mista lívs­ gleði og vaknandi lívs­gleði, tó eru tær í stóran mun bæði myrkar, daprar og ógvisligar, og mest av øll­ um ikki fittar. Bólkurin taldi Magnus Johannesen á tangentum, Rógva á Rógvu á slagverki og tí sera sensuellu Ásu Wraae Olsen á rødd og sjálvan høvuðsmannin Búa Dam á gittara og rødd. Tey spældu eina konsert, ið tyktist nakað so øgiliga viðkomandi. Her vóru søg­ ur um krabbamein, ein­ semi, deyða, missin av børn­um, kynsliga samveru, um kvinnuliga kynið og mangt annað. Vit lurtaðu, klappaðu, trampaðu og livdu við, og øll vóru berg­ tikin. Budam minnir í løtum um Nick Cave í inniligheit og um Runa T. Kidde í formi. Tú mátti lurta, hetta er ikki tónleikur, ið kann lirast av. Hetta skal spælast inniligt, og tað gjørdi Bu­ dam. Serliga stuttligt var at síggja hvussu teir báðir gomlu garparnir Magnus og Rógvi hugnaðu sær, tyktist sum um teir í hesi verkætlan veruliga hava funnið spæligleðina aftur. Ása Wraae Olsen er í mínari verð eitt óskrivað blað, men tað kemst ikki uttanum, at hon í leik­luti­ num, sum eitt slag av fúlari álvagentu, gav Budam eitt lyft, og undirstrikaði inni­ ligheitina í úttrykkinum. Virkishúsið riggaði ófati­ liga væl sum karmur um hesa framførslu, ið endaði eitt heldur blandað tón­ leikakvøld í Klaksvík. Búi Dam lat í ein tíma sín innara søgu­for­ teljara fáa fríar ræsur og úrslitið var ein bergtakandi uppliving Summarfestivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hugnalig upphiting til Summarfestivalin Hóskvøldið gav fólki ein lítl­ an forsmakk uppá Summ­ar Festivalin, sum av álvara byrjar kl. 18.00 fríggja­ kvøldið. Fleiri ókeyp­is til­ tøk vóru á skránni hós­ kvøldið, og tey riggaðu av­ bera væl. Barnaundirhald var við Angelu & Hannibal, og tað vóru sera nógv børn og hugdu at. Eisini var sungið karaoke, og har stóðu fólk í langari bíðirøð fyri at sleppa framat. Virkishúsið leggur javnan pall til kar­ aoke og tað var lætt at síggja, at hesi ungu vóru von við at syngja karaoke. Í Virkishúsinum spældu The Story Ends, Isadora and The Rebels og Budam og allar tríggjar konsertir vóru sera væl vitjaðar. Silvaland hevði opið hós­ kvøldið, og børnini stutt­ leikaðu sær óført, bíðirøðin til at ríða á hesti var long, og tey trý fryntligu rossini bóru nógv hundrað børn eftir Vágsbø. Ein pápi, ið vit fingu orðið á helt, at tað var heilt fantastiskt, at tey høvdu gjørt alt hetta fyri børnini. Hoppiborgirnar og klintriborgin vóru væl vitjaðar og einstøk børn sótu í stóra sandkassanum og hugnaði sær. Kl. 19.00 fríggjakvøldið verður fyrsta konsertin á Summarfestivalinum, tá Sarah Brendel fer at spæla á Vágsbøi. Hóskvøldið vóru fyrstu tiltøkini á Summarfestivalinum, og fólk veruliga hugnaðu sær í tí góða veðrinum. Á skránni var barnaundirhald, karaoke og annað Summarfestivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hestarnir vóru millum best umtóktu upplivingarnar í Silvalandi mynd: Bárður og Anton Nógv ung fólk royndi seg á karaoke pallinum á Torginum mynd: nud Búi Dam fortelur søgur, ið tú noyðist at lurta eftir mynd: nud Áskoðarar lurtaðu bergtiknir eftir søgunum hjá Búa myndir: nud