Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 148 - 4. august 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 » Fyritreytirnar hjá mær at taka við nú og fyritreytirnar, sum Henrik hevði eru fullkomuliga ymiskar í allar mátar« Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Føroyar U17 – Ísland 0-2 (0-2) Vunnu dystin í fyrra hálvleiki Truckur steðgaði Arnbirni Arnbjørn Hansen hjá EBS/treymi er ikki tøkur, tá oddabrak verður í Klaksvík leygardagin klokkan 17 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verða nummar eitt og tvey, sum spæla einastu Formula-uppgerðina, ið stendur á skránni hetta vikuskiftið. Tí er væl hugsandi, at tað verður stúgvandi fult kring Djúpumýru, tá KÍ tekur móti EB/Stryemi, og at talan samstundis er um festival-dyst, man ikki gera lagið verri. Hjá heimaliðnum verð­ ur eisini sagt, at allir mans eru tøkir. Steðgurin er fyrst og fremst nýttur til hvíld, og tí eru skaðar ikki nakað, sum teir kenna til í løtuni. Og setningurin hesa ferð er púrasta greiður. Dysturin skal vinnast, um KÍ skal gera sær vónir um at vinna heilt upp á toppin, har EB/ Streymur í løtuni er fimm stig framman fyri KÍ, samstundis sum felagsliðið hevur spælt ein dyst færri. Truckur steðgaði Arnbjørn Hjá EB/Streymi kom illa við, at Arnbjørn Hansen í vikuni mátti geva avboð. Á arbeiðsplássinum koyrdi ein trukkur yvir fótin á honum, og tí er hann ikki við í hópinum leygardagin. Tað verða allir hinir spælararnir, men nøkur ivamál eru tó, verður sagt. Bæði Hans Pauli Samuelsen og Sorin Ang­ hel dragast við skaðar, og tí er ivasamt, hvørt teir eru til reiðar at spæla 90 minuttir við fullari ferð. So tað er ikki óhugsandi, at annar teirra – og kanska báðir – teljast mill­um áskoðararnar, verð­ur sagt. Føroyar fingu síni fyrstu og einastu stig í kappingini, tá tað eydnaðist teimum at basa íslendingum í einum merkisverdum dysti í Gundadali hósdagin NM-KAPPING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var ein undarligur dyst­ ur føroyska U17-landsliðið leikti á ovara vølli í Gunda­ dali í gjár. Úrslitið fara vit ikki at finnast at, tí tað er óført at vinna við tveimum málum móti grannunum fyri norðan. Men tey, ið bara sóu seinna hálvleik av dystinum í gjár vildu illa trúgva, at føroyska liðið hevði skorað tvey mál. Føroyingar vóru oman á í fyrra hálvleiki og fingu eisini løn fyri stríðið, með­ an íslendingar mugu kenna seg eitt sindur snýttar í seinna hálvleiki, har teir vóru oman á og onki fingu burtur úr. Klæmint avgjørdi Tað var sjónligt, at føroyska liðið vildi enda bólkaspælið í NM-kappingini á ein góð­ an hátt, tá teir runnu inn á vøllin og skuldu dystast við íslendingar. Í dystinum móti dønum vóru teir bein­ leiðis óhepnir ikki at fáa meiri burtur úr, og í móti finnum høvdu teir eisini uppiborið eitt betri úrslit enn teir fingu. Og tá teir fyrstu 40 minutt­ irnir vóru spældir var eisini nógv, ið bendi á, at eitt betri úrslit enn seinast var í væntu. Klæmint Olsen hevði við tveimum vøkrum málum lagt lið okkara á odda 2-0. Fyrra málið fall tá 12 minuttir vóru spældir. Er­ling Jacobsen tekur eitt fríspark frá miðvøllinum og leggur tað niðan móti íslendska brotsteiginum. Klæmint Olsen hoppar upp og leggur bóltin niður við bringuni. Hann leggur síðani bóltin, ger eitt trekk og síðani reiggjar beini og smekkar bóltin í netið. Eitt frágera vakurt mál frá Klæmint Olsen! Seinna málið kom júst tólv minuttir eftir tað fyrra. Viljormur Davidsen leggur eitt hornaspark aftur til handaru stong, og aftur har er Klæmint Olsen hægstur og stútar hann bóltin trygt í netið til 2-0. Eisini hetta var eitt gott mál. Føroyska liðið var spæl­ stýrandi liðið í fyrra hálv­ leiki. Tað vóru teir, sum settu dagsskránna og skaptu teir allar størstu kjansirnar. Hinvegin vóru íslendingar eisini framvið av og á, men onki munagott spurdist burt­ ur úr tí frá teirra síðu. Íslendingar oman á Seinni hálvleikur var lítið hugaligur at hyggja at. Før­oy­ingar skaptu bara ein nevniverdan kjans, tá teir spældu seg niðan til brotsteigin hjá íslendingum og síðani skutu, men fór bólturin eitt fitt petti upp um málið. Annars er tað at siga, at føroyingar ikki leiktu væl í seinna hálvleiki. Kanska var tað tí, at teir vóru á odda og kendu á sær, at hesa leiðsluna fóru teir ikki at missa. Ella fingu teir bara ikki tingini at hanga saman. Hvussu so er og ikki, so vóru tað íslendingar, ið vóru oman á allan seinna hálvleik. Teir høvdu bóltin mest og stýrdu teir seinna hálvleiki frá enda í annan. Kortini megnaðu teir ongan­ tíð at spæla seg fram til nakran veruligan stóran mál­møguleika, men teir vóru framvið allatíðina og lúrdu eftir møguleikan at sláa til. Einasta dramatiska løtan í seinna hálvleiki var, tá ein íslendingur varð rikin av vøllinum. Hann hevði framman undan fingið eitt gult kort, og tá so hann fekk seinna gula kortið fyri at lyfta albogarnar ov høgt í einum luftdysti, fekk hann seinna gula kortið og mátti út. Hetta hendi tá tað restaði umleið eitt korter, men tað forðaði ikki íslendingum í at kempa til tað allar síðsta. Hóast íslendingar spældu væl allan seinna hálvleik, og vóru nær við at verða heilt vandamiklir viðhvørt, so vantaði onkursvegna síðsti broddurin hjá teimum. Tí fingu teir heldur onki mál. Endaðu aftast Bólkaspælið í NM-kapp­ ingini er av. Føroyar fingu ein virðiligan enda við sigrinum á Íslandi, og hálaðu seg við sigrinum undir liðina á Íslandi í stigum. Men íslendingar hava verið raskari at skotið mál enn føroysku leikararnir, og end­ aðu føroyingar tí aftastir í bólkinum, og skulu teir tí spæla um sjeynda plássið ímóti Noreg. Føroyar U17 – Danmark 2-0 (2-0) 1-0: Klæmint A. Olsen, 12. 2-0: Klæmint A. Olsen, 25. Føroyar: Hans Jørgensen – Sámal Jákup Djurhuus (Uni Holm Johannesne, 78.), Rógvi Holm, Heri Nesá, Viljormur H. Davidsen – Erland Berg Danielsen (Andrias Ellingsgaard, 80.), Heini Vatnsdal, Gunnleif Olsen (Eli Simonsen, 74.), Erling Jacobsen (André Olsen, 81.) – Páll Klettskarð, Klæmint Olsen (Jóhan S. Edmundsson, 60.) Venjarar: Pætur Clementsen, Finn Johannesen FAKTA U17-landsliðið fekk eitt frálíkt úrslit ímóti íslendingum í Gundadali í gjar Mynd Álvur