fríggjadagur 4. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 148 - 4. august 2006 ]
Føroyar stýrdu alt
og øllum tann fyrsta
stóra tíman, men í
eini deyðbóltstøðu
har føroyingar
ikki eru nóg
konsentreraðir skora
sviar, og so taptu
føroyingar eisini
henda dystin
NM-KAPPING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Føroyingar syrgdu fyri alt
og øllum í fyrra hálvleiki,
og hálvan veg inn í seinna
hálvleik var sama mynstur
galdandi. Føroyingar høvdu
alt spælið og gjørdi akkurát
sum tað passaði teimum.
Í roynd og veru vóru leik
lutirnir býttir um í mun
til tað sum vanligt er, tá
Føroyar spæla, tí tað var
føroyska liðið, sum royndi
at skapa dystin og sviar lógu
afturi og vardu, og royndu
at satsa upp á kontra.
Favoritt leiklutur
riggar ikki
Men hóast greiða leikliga
yvirvág, so vóru tað sviar,
sum struku avstað við øll
um.
– Jú, eg haldi at tað var
ein uppiborin sigur, sviar
fingu. Teir spældu klókt,
gjørdu tað gott og vóru
sterkir. Aftan á dystin
kunnu vit bara staðfesta,
at favorittleikluturin ikki
hóskar heilt til okkum,
staðfesti Bill McLeaud
Jacobsen eftir dystin.
Sviar stóðu nevniliga
í verjustøðu júst sum før
oyska liðið plagar at gera.
Føroyingar royndu at trýsta
og spæla seg í gjøgnum,
men tað gekk ov seint fyri
og tað vóru fáar upplagdar
møguleikar,
føroyingar
fingu spælt seg fram til.
Hinvegin vóru sviar vanda
miklir í kontraspælinum,
men tá ein tími var spældur
var enn onki mál komið.
Typiskt!
Og best sum ein stóð og
helt, at væl stóð til, so skor
aðu sviar í eini støðu, sum
vit hava sæð so ofta áður.
Sviar fáa hornaspark
og allir leikararnir standa
í einum trunka. Innleggið
verður lagt innfyri og við
handaru stong stendur ein
leikari púra einsamallur, og
so er lætt hjá honum at
leggja bóltin í netið.
Eitt typiskt mál sum før
oysk lið alt ov ofta lata.
Í altjóða kappingum verða
slík mistøk revsaði hart, og
í hesum førinum kostaði
tað trý stig.
Hinvegin so var tað
helst ikki óuppiborið, at
sviar vunnu dystin við hes
um málinum. Teir løgdu
seg aftur frá byrjan, og
føroyingar fingu nógv pláss
at spæla á. Men tað var
ógvuliga tilvitað verjuspæl
frá teirra síðu. Her til og ikki
longur, tóktiskt setningurin
í verjuni at vera, og tað
riggaði eisini væl.
Síðani var dúvað uppá
kontra, og har vóru teir
vandamiklari enn føroy
ingarnir nakrantíð vóru.
Ónøgdir
Bill McLeoud Jacobsen,
venjari, er ikki nøgdur
við úrslit hjá føroyingum
í dystinum, og heldur ikki
við úrslitini í kappingini
sum heild.
– Nei, vit fóru inn við
tí fyri eyga at vinna kapp
ingina. Nú vinna vit bara
ein dyst, og tað er als ikki
nøktandi. Hinvegin eru vit
fegnir um at hava luttikið, tí
vit fingu roynt nøkur nýggj
ting og øðrvísi skipanir
enn vanligt, og í so máta
var kappingin bara væl
eydnað.
– Eisini hevur kappingin
verið áhugaverd í so máta,
at vit hava spælt í móti
svenska U17-liðnum og
skulu leygardagin spæla
ímóti íslendska U17-lið
num. Hetta eru bæði lond,
vit skulu spæla ímóti í
komandi EM-undankapp
ing, so tí eru tað ógvuliga
áhugaverdar royndir vit
nú gera, staðfestir lands
liðsvenjarin.
Føroyingar endaðu næst
aftastir í bólkinum við
trimum stigum. Norðmenn
fingu onki stig og liggja
aftast. Leygardagin skulu
føroyingar sum sagt spæla
ímóti Íslandi, og tað verður
ein áhugaverdur dystur at
fylgja í fleiri mátar.
Fyrst og fremst tí tað
er ein dystur við góðu
grannar okkara fyri norð
an. Men eisini skal eldra
ungdómslandsliðið
nú
prógva sítt virði fyri tí
yngra, tí U17-landsliðið
vann í gjár á Íslandi, og
tað hevði verið øgiligt, um
U19-landsliðið ikki megn
aði tað, sum U17-liðið
klárar.
Reyes vil til Real Madrid
Spanska stjørnan í Arsenal, Jose Antino Reyes, vil gjarna
skifta Arsenal út við Real Madrid – tess fyrr tess betur.
Tað er nevniliga so, at týsdagin skal Arsenal spæla fyri
luttøku í bólkaspælinum í Champions League, og verður
Reyes nýttur tá, so kann hann ikki leika altjóða dystir fyri
Real Madrid í ár.
Tí vónar Reyes at hann verður seldur skjótast gjørligt.
Tað er annars áður komið fram, at Reyes ikki vil seljast frá
Arsenal, men sambært Reyes sjálvum, so er hann ongantíð
fallin til í London, og tí vil hann skifta felag.
Tað veit heimasíðan bold.dk at siga í dag.
Føroyar U19 – Svøríki 0-1 (0-0)
Taptu aftur tepurt
Danmark og Finnland spældu javnt
Í NM-kappingini hittust Danmark og Finland á niðara vølli í Gundadali í gjár. Fýra mál
komu í dystinum, har tað longi sá út til at Danmark fór at vinna.
Danir løgdu seg á odda við máli frá Andreas Moos. Hetta var í 40. minutti, men sjey
minuttir seinni svaraði Temu Pukki aftur fyri Finland.
Tá ein tími var spældur av dystinum var Andreas Moos aftur upp á spæl, og skoraði
hann til 2-1 til Danmark.
Hetta sá eisini út til at skula verða endaliga úrslitið, men fýra minuttir fyri leiklok
javnaði Jaako Lepola fyri Finland til endaliga úrslitið 2-2.
Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa hagtøl frá dystinum millum Ongland og
Noreg.
-rwd
Møguleiki fyri regnið
á Hungaroring
Einans 11 stig eru millum teir báðar fremstu
í heimsmeistarakappingini í formil 1 og
forsøgnir um regn kunnu benda á uppaftur
meira spenning í kappingini
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið verður formil 1 koyrt á Hungaroring
í Ungarn, og verður sum veðurfólkið spáða, so verður
talan um eitt váttligt vikuskiftið. Bæði í gjár og í dag
hevur regnað illa á breytini, og heldur ringa veðrið sær,
kann kappingin um heimsmeistaraheitið gerast uppaftur
meira spennandi.
Annars er stóra samrøðuevnið hesa vikuna, um 7
faldi heimsmeistarin Michael Schumacher fer at gevast
eftir hetta kappingarárið. Willi Weber umboðsmaður
hjá Schumacher hevur sagt, at hann hevur ráðgivið
Schumacher, at um hann gerst heimsmeistari hetta
kappingarárið, átti hann at givist, soleiðis at hann kann
gevast á toppinum.
Í løtuni er Michael Schumacher 11 stig aftan fyri
núverandi heimsmeistaran Fernando Alonso, og í
løtuni tykist týskarin í Ferrari munandi sterkari enn
spaniumaðurin í Renault. Við møguleika fyri regni
kann kappingin hetta vikuskiftið gerast sera spennandi,
tí í vátum veðri verða kortini blanda av nýggjum og
sigursharrin er ofta ein annar enn tann vanligi.
Úrslit og støður í bólki A
Føroyar U17 – Danmark 0-1
Finnland – Ísland 2-5
Føroyar U17– Finnland 1-4
Danmark – Ísland 3-1
Finnland – Danmark 2-2
Ísland – Føroyar U17 0-2
+/-
stig
1 Danmark
3
7
2 Finland
0
4
3 Ísland
-1
3
4 Føroyar U19
-2
3
Úrslit og støður í bólki B
Ongland – Svøríki 4-2
Føroyar U19 – Noreg 1-0
Ongland – Føroyar U19 1-0
Svøríki – Noreg 5-2
Føroyar U19 – Svøríki 0-1
Noreg – Ongland 1-2
+/-
stig
1 Ongland
4
9
2 Svøríki
2
6
3 Føroyar
-1
3
4 Noreg
-5
0
Finaludystir leygardagin í Gundadali
7. pláss
kl. 11.00
Føroyar U17 – Noreg
5. pláss
kl. 11.00
Ísland – Føroyar U19
3. pláss
kl. 13.00
Finnland – Svøríki
Finalan
kl. 15.00
Danmark - Ongland
Føroyar U19 – Svøríki 0-1
Føroyar: Mathias Samuelsen – Frank Poulsen, Sam
Jacobsen, Niklas Eysturor, Einar Hansen – Bogi Løkin,
Ólavur í Ólavsstovu, Oddmar Færø – Johan Ellingsgaard,
Levi Hansen, Kristoffur Jakobsen.
Venjari: Bill M. Jacobsen
FAKTA
U19-landsliðið tapti fyri aðru ferð í kappingini tepurt, tá teir í gjár máttu lúta fyri svium
Mynd Álvur