fríggjadagur 4. august 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 148 - 4. august 2006 ]
Ætlar sær
farloyvi
Tað er saman við Eyðun
Lamhauge og Bjarna
Joensen, at Marni Mort
ensen er farin í holt við
verkætlanina um føroysk
an fótbólt og fótbóltshag
tøl.
Innsavan og –tøppan
av upplýsingunum stend
ur Marni sjálvur fyir,
meðan hinir báðir er
teldumenn. Eyðun, sum
er krumtappurin inn
an forritanina, meðan
Bjarni, sum er búsitandi
í Danmark, higartil hevur
verið eitt slag av back-
up, hann kemur væntandi
meira upp í arbeiðið.
– Nú hava vit arbeitt
við hesum eina tíð, og
upp á eitt hálvt ár havi
eg lagt kanska 1.000 dóm
araseðlar inn. Var tað ikki
tí, at eg havi fingið so
góðan stuðul heimanífrá,
so hevði tað als ikki borið
til, men samstundis meti
eg ikki, at eg áhaldandi
kann bjóða familjuni tey
kor, at eg mest sum hvørt
tað einasta kvøld skal sita
við hesum.
– Sjálvur síggi eg
fyri mær, at hetta er ein
spennandi ætlan, sum
bæði feløg, FSF og onnur
kunnu fáa gleði av, og
tí havi eg vent mær til
føroysku feløgini við eini
umsókn um peningaligan
stuðul. Endamálið við
hesum er, at sjálvur
kann taka mær farloyvi í
kanska tríggjar mánaðir,
soleiðis at eg veruliga
kann koma víðari í hesum
arbeiðinum, sigur Marni.
Áðrenn umsóknirnar
vórðu sendar út, hevði
hann verið í sambandi við
fleiri feløg, og ikki minst
FSF, har stórur partur av
dómaraseðlunum eru.
– Higartil hava øll verið
positiv, og tað er ongan tíð
nakar, sum hevur nokta at
hjálpt við yiskum lutum.
Bæði
hjá
feløgunum
og hjá FSF. Tí rokni eg
við, at tey eisini síggja
møguleikar í hesum, og
tí vóni eg, at tey eisini
vilja stuðla hesum við
eini lítlari upphædd hvør.
Nakað sum nøkur longu
nú hava givið tilsøgn um,
staðfestir Marni.
-mørk
Marni Mortensen
er saman við øðrum
farin í holt við at
gera ein veruligan
databasa yvir
føroyskan fótbólt.
Í fyrstu atløgu fyri
bestu mansdeildina,
men sum frálíður
skulu allir dystir í
føroyskum vaksna
mannafótbólti vera
partur av skipanini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tey flestu við kunnleika til
føroyskan fótbólt munnu
kenna Marna sum ídnasta og
drúgvasta heimasíðuvertin
í
føroyskum
fótbólti.
Hóast aðrar føroyskar fót
bóltssíður hava gjørt upp
til fleiri upplop, so er tað
neyvan nøkur teirra, sum
eins støðugt hevur verið
dagførd, sum tann hjá HB
hevur verið tað.
Ein
týðandi
partur
av hesi hevur altíð verið
neyvu hagtølini, sum eru
at finna á síðuni. Ikki
minst søguligi parturin av
hesum, og hóast hann ikki
vil rópast hagtalsfreak,
so sigur Marni, at hetta
leingi hevur havt hansara
áhuga. Og ætlanin at gera
eitt veruligt yvir føroyskan
fótbólt, er eisini nakað, sum
hevur búnast leingi.
– Tað byrjaði nokk, tá
eg fyrstu ferð spældi í
fyrstu deild – í 1985. Eg
hevði lagt merkis til, at
einki bleiv skrásett í før
oyskum fótbólti, og tá líka
sum byrjaði tað. Seinni
havi eg so verið partur av
arbeiðinum at gera tvær
bøkur um HB, og tá sá
eg eisini, hvussu ótrúliga
stór mangulvøra hetta er í
føroyskum fótbólti. Tað var
annars nakað, sum eg – og
helst fleiri við mær – tóku
sum eina sjálvfylgju varð
skrásett hjá FSF, men tað er
tað bara ikki. Og feløgini
sjálv eru somikið lítil, at
tey hava ikki orku til hetta.
Bøkurnar
skundaðu undir
Hóast tað til tíðir hevur
verið enntá sera møtumikið,
so hevur arbeiðið við júst
teimum báðum bókunum á
sín hátt eisini verið við til at
skunda undir ætlanirnar at
fara í holt við eina somikið
stóra verkætlan, sum hesa.
– Tað hevur í øllum før
um givið mær nakrar roynd
ir, soleiðis at eg í dag eri
munandi betri førur fyri at
finna fram til røttu keldurnar.
Eg veit, hvat eg kann finna
hjá FSF, hvat er at síggja
á landsbókasavninum og
hvat kanska er á lands
skjalasavninum ella gerða
bókum hjá feløgum og
privatpersónum. Og kanska
veit eg eisini, hvat er vón
leyst at finna, soleiðis at
ikki alt ov nógvar kreftir
verða nýttar til onga nyttu.
– Samstundis hevur ætl
anin á sín hátt eisini bíða
eftir teimum røttu sam
starvsfeløgunum. Sjálvur
eri eg avgjørt ikki nakar
KT-snillingur, og tí var
umráðandi, at eg hevði
ein ella fleiri makkarar,
sum vóru stinnir á hesum
økinum. Og samstundis
skuldu hesir vera menn,
sum eg visti áhaldandi
vildu arbeiða við hesum.
Altso ikki nakrir, sum bara
byrjaðu, og so mistu áhug
an, tá ein mánaður ella tveir
vóru lidnir. Og teir báðar
menninar haldi eg meg hava
funnið í Eyðun Lamhauge
og Bjarna Joensen.
Vil finna sum mest
Hóast
ambitiónsstøðið
í ætlanini er at gera eitt
yvirlit, sum gongur aftur
til fyrstu landskappingina
– í 1942 – so er Marni tó
skjótur at ásanna, at tað
mes sum við vissu er púr
asta ógjørligt at gera eitt
fullfíggjað hagtalsyvirlit
somikið langt aftur.
– Tað er nú einaferð so, at
tað besta amboðið, um slíkar
skrásetingar skulu gerast,
er sjálvur dómaraseðilin.
Men í fleiri førum – sjálvt
innan seinastu árini – er
dómaraseðilin
als
ikki
til. Men tekru tú fremstu
deildina, so sleppur tú helst
nøkun lunda snikkaleysur
aftur til 1991 ella so. Og
tá hugsi eg altso um skrá
setingar av øllum. Spæl
arum, málskjúttum, gul
um og reyðum kortum,
útskiftingunum v.m. Men
fert tú longur aftur enn
1991, so er dómaraseðilin
snøgt sagt ov vánaligur.
Eisini hóast FSF eigur teir
flestu seðlarnar aftur til
1978, so innihalda hesir
langt ífrá allar upplýsingar.
– Og skalt tú longur aft
ur, so er tað, at vit tosa
um landsskjalasavn, tíðinda
bløð og annað, men tá er
trupult at fáa nakað full
fíggjað yvirlit. Úrslitini ber
hinvegin til at fáa fatur á, og
verða hesi skrásett, so eru
allir dystirnir so í skipanini.
Og vónandi ber til at gera
eina skipan, har øll faktuel
vitan innan føroyskan fót
bólt er skrásett. Og ikki
minst eisini vitanin um,
hvat ikki bar til at leita
fram.
Ónøktandi skipan
Hóast tað í dag er mun
andi lættari at leita sær upp
lýsingar, enn tað var fyri
nøkrum áratíggjum síðani,
so er Marni tó langt ífrá
nøgdur um tær skrásetingar,
sum í dag verða gjørdar.
Ein hálvgum frustratión,
sum hann helst hevur til
felags við flestu føroysku
ítróttarskrivarar.
– At vit yvir høvur hava
somikið fræga skráseting
í dag, kemst helst eisini
av, at eitt nú eg – men
sjálvandi eisni fleiri onnur
– hava roynt at greitt frá
hesum. Og tað hevur nokk
eisini gjørt sítt, at Føroyar
eru komnar upp í altjóða
fótbólt.
– Men sjálvt í dag eru
skrásetingarnar langt ífrá
nøktandi. Sjálvt til ein dyst í
Formula-deildini – fremstu
føroysku deildini – verður
ikki eingongd skrásett, um
eitt mál er brotsspark, hvør
hevur gjørt sjálvmál, hvar
ella hvat klokkan dysturin
er spældur og so framvegis.
Funktiónin hjá leiðarum á
beinkinum er heldur ikki
skrásett, og sum heilt tykist
tað ov tilvildarligt. Tað
Endamálið er at gera eina heimasíðu, sum snýr seg
um føroysk fótbóltshagtøl burturav. Herundir eisini
upplýsingar um feløg, vøllir v.m., sum ikki beinleiðis verða
bólkað undir hagtøl. Á síðuni skal verða gjørligt at spyrja
um stórt sæð alt: Úrslit og støður, spælarar, málskjúttar,
dystar- og máltal fyri einstøku spælararnar, dómara- og
venjarahagtøl o.s.fr. Snøgt sagt ein føroysk fótbóltsalfrøði
um alt tað, sum fyriferst innan føroyskan felags- og
landsliðsfótbólt.
Allir tøkir dómaraseðlar skulu lesast inn, heilt frá fyrstu
landskappingini í 1942. Í fyrstu atløgu er endamálið at
skráseta bestu mansdeildini, næst bestu mansdeildina,
steypakappingina fyri menn, altjóða dystir hjá feløgum,
altjóða dystir hjá landsliðnum, bestu kvinnudeildina og
steypakappingina hjá kvinnum.
Tilsamans verður mett, at talan er um væl oman fyri
10.000 seðlar, sum soleiðis skulu lesast inn. Sjálvandi við
nógvum upplýsingum og hvørjum einstøkum seðli. Fyrsti
parturin av ætlanini snýr seg um bestu mansdeildina, og
bar her eru á leið 3.000 dómaraseðlar.
Um alt gongur heilt væl, verður miðað ímóti at
heimasíðan kann gerast almenn einaferð í 2007.
FAKTA UM ÆTLANINA
Hagtølini hava
ein góðan vin
Rendi á reinsdjór
Champ Car koyrarin Christiano Da Matta varð í gjár fluttur á
sjúkrahús, har hann var lagdur undir skurð fyri eina bløðing í
heilanum. Hetta hendi eftir at Da Matta við nógvari ferð rendi
á eitt reinsdjór, ið var sloppið inn á Road America breytina,
har Champ Car bilarnir royndarkoyra hesa vikuna.
28 ára gamli brasiliumaðurin Da Matta varð fluttur við
tyrlu á sjúkrahús, og beinanvegin lagdur undir skurð, sigur
CNN í dag. Enn hevur RuSport liðið, har Da Matta koyrir,
ikki sagt nakað um, hvussu støðan hjá Da Matta er eftir
skurðviðgerðina.
-nud
Svimja til Nólsoyar
Ovastevnan verður ikki fyrr enn um eina viku, men longu nú leygardagin
verður farið undir árliga svimjitúrin til Nólsoyar. Hetta tí streymurin er
rættiliga harður, tá ovastevnan sjálv stendur á skránni.
Byrjað veðrur klokkan 13 yvir við Strond við Stóradamm, og so
skulu teir fýra kilometrarnir út til Nólsoyar svimjast. Málið er við
Heiðursportrið, og koma svimjararnir á land aðrastaðni á oynni, skulu
hesir renna yvir til málið.
Kravt verður av svimjarunum, at hesi skulu vera í b´únum, sum hóska
seg til avbjóðingina, eins og bátar við neyðugu trygdarútgerðini skulu
fylgja hvørjum einstøkum svimjara.
-mørk