fríggjadagur 4. august 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 148 - 4. august 2006 ]
Føroyski landsliðs
venjarin heldur, at
hansara uppgáva í
dag er at byggja eitt
framtíðar landslið
upp. Tí biður hann
eisini um, at liðið og
spælararnir fáa tíð at
búnast, heldur enn at
krevja sensatiónir her
og nú
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinnapartin
hósdagin
kundi Jógvan Martin Olsen
fyri fyrstu ferð seta navn
á teir spælarar, sum hann
hevur valt at arbeiða við
í
undankappingardysti.
Maðurin, sum seinastu
nógvu árini hevur verið
hjálparvenjari, varð í ár
settur sum høvuðsvenjari
hjá
fótbóltslandsliðnum,
og eftir venjingarlegur og
–dystir er royndartíðin nú
av. Undankappingardystir
standa fyri framman, og
hóast Føroyar neyvan hava
eina vón um at koma víðari
úr okkara bólki, so er eingin
ivi um, at hesir dystir verða
tiknir í størri álvara millum
manna.
Tá vit eftir úttøkuna tosaðu
við
landsliðsvenjaran,
viðgekk hann, at úttøkan
kanska enn var nakað
leitandi. Men hann legið
samstundis dent á, at hetta
eisini hevði sínar orsøkir.
– Í mun fyri fýra árum
síðani, tá Henrik tók við, so
høvdu vit eitt lið, sum var í
góðari javnvág. Vit høvdu
eina rúgvu av spælarunum
í besta fótbóltsaldri og við
nógvum royndum. Eitt lið,
sum veruliga var í hæddini
til júst ta undankappingina.
– Síðani hava vit sagt far
væl til einar 10 av hesum
spælarum. Ikki minst í
verjupartinum, har eitt nú
Jens Kristian Hansen, Øssur
Hansen, Pól Thorsteinsson
og Hans Fróði Hansen ikki
longur eru við. Her hava
vit so sett menn sum Súna
Olsen, Jón Róa Jacobsen
og Inga Højsted við, og teir
eru allir skaddir í løtuni.
– Nú skal eg ikki grenja,
men hetta er ein av orsøk
unum til, at vit enn leita eitt
sindur. Men tað liðið, sum
vit hava tikið út hesaferð,
er tann hópurin, sum vit í
løtuni meta sum besta boð
upp á eitt føroyskt landslið.
Meinhardt í hitan
Tað navnið, sum vakti mest
ans, tá hópurin varð úttikin,
var uttan iva Meinhardt
Joensen, sum vanliga er
málverji hjá KÍ.
Hann var í landsliðs
hitanum fyri nøkrum árum
síðani, men síðani hevur
hann ikki gjørt tað heilt
nógva um seg. Heldur ikki
í KÍ, har hann við ársbyrjan
varð roknaður sum eykamál
verji, tí Paul Clapson skuldi
verja málið. Clapson er tó
eisini frálíkur útispælari, og
við málmansspælinum hjá
Meinhardt og málunum frá
Clapson er henda avgerð
neyvan ein av tí slagnum,
sum Tony Paris man iðra
seg um í dag.
– Seinastu 3-4 árini hevur
Meinhardt verið plágaður
av einum ryggskaða, og eg
haldi hetta vera fyrsta árið, at
hann veruliga hevur kunnað
vant ígjøgnum. Samstundis
hava Jens Martin og lagt
nógv fyri í royndunum at
finna tann málverjan, sum
er best skikkaður at taka
við, tá Jákup gevst. Fleiri
servenjingar hava verið á
skránni, og í felag hava vit
so valt tað, at Meinhardt
skal í hópin hesaferð.
Gevið liðnum tíð
At landsliðið í dag í nógv
størri mun er sett saman
av óroyndum spælarum,
samstundis sum nakrir av
avgjørdu lyklaspælarunum
eru skaddir í løtuni, ger
eisini, at vónirnar til liðið
kanska ikki eru heilt so
stórar, sum tær onkra tíð
hava verið. Ein veruleiki,
sum Jógvan Martin heldur
ikki er bangin fyri at við
ganga.
– Fyritreytirnar hjá mær
at taka við nú og fyritreyt
irnar, sum Henrik hevði
eru fullkomuliga ymiskar
í allar mátar. Hann tók
eitt lið, sum næstan var
grýtuklárt at skapa úrslit,
meðan mín uppgáva er at
finna skikkaðar spælarar
til eitt komandi føroyskt
landslið. Her havi eg so
lagt dent á, at vit skulu
hava bóltspælarar á øllum
plássum.
– Tí skulu vit kanska ikki
rokna við tí allar mesta her
og nú. Men tað ættarliðið,
sum vit nú seta við, skuldi
gjarna verið eitt sera sterkt
landslið um eini 4-6 ár. So
í so máta kanst tú gott siga,
at vit enn eru eitt sindur
trilvandi.
NSI styrkir
sær álopið
Runavíkingar hava
leigað álopsspælaran
Thomas Gormsen úr
danska SønderjyskE
restina av hesum
kappingarárinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á
heimasíðu
sínari
skrivar danska felagið,
at spælarin hevur sett
fram ynski um at royna
nakað nýtt, tá tað í ov
lítlan mun hevur eydnast
honum at fáa spælitíð á
besta liði felagsins.
Og ítróttarstjórin í felag
num, Jacob Gregersen,
sigur seg vera fegnan um,
at tað hevur eydnast at
fáa í lag leiguavtalu við
runavíkingar. Ikki minst,
tí spælarin við hesum
ikki fer at spæla við lið
um, sum SønderjyskE
kappast við í næst bestu
donsku deildini.
Sum skilst, so er talan
um ein sera vandamiklan
harra, sum runavíkingar
soleiðis hava styrkt sær
hópin við. Hóast hann
ikki hevur spælt nógv á
besta liðnum hjá felag
num, so eru mál í hópa
tali skorað hjá teimum
næstbestu, og tí ivaðist
felagið í, hvørt tað var
rætt at missa ein somikið
vandamiklan harra.
SønderjyskE var í fjør
í donsku superliguni,
og eitt skifti var Rógvi
Jacobsen eisini í hópi
teirra. Tað eydnaðist ikki
at halda fast um plássið
í deildini, men málið í
ár er púra greitt at vinna
seg aftur millum tey
ovastu.
Hetta er maðurin, sum
skal styrkja álopspartin hjá
NSÍ, nú farið verður undir
seinnu kappingarhálvu
Mynd: mynd: www.soenderjyske.
dk
Eftir at hava sagt farvæl til hópin av spælarum við drúgvum
altjóða royndum er setningurin nú at finna eitt nýtt ættarlið at
manna føroyska fótbóltslandsliðið
Uppgávan vendir
frameftir
burdi verið eitt náttúrligt
krav til dómaran, hvørji ting
verða skrásett, soleiðis at
tað ikki er upp til einstaka
dómaran, um hann tímir at
skriva ella ikki.
– Hetta seinasta hevur ser
liga verið sjónligt, so hvørt
sum dómaraseðlarnir eru
broytt. Tað tekur sína tíð,
áðrenn dómararnir venja
seg við, at nú skal hetta
og hatta skrivast á. Fyri
tær ovastu deildirnar og fyri
steypakappingina eigur tað
at vera eitt púrasta náttúrligt
krav, hvat skal skrásetast og
ikki, so á tí økinum eru vit
framvegis eftirbátar.
– Megna vit at savna tað
inn, sum á nakran hátt er
gjørligt fyri farnu árini,
samstundis sum vit fáa lyft
støðið her ífrá og frameftir,
so haldi eg, at nógv er
rokkið. Tá skrásetingarnar
hava verið somikið óneyvar,
so verður yvirlitið sjálvandi
ikki fullfíggjað so øgiliga
nógv ár aftureftir. Men mítt
mál er so eisini, at vit í
framtíðini ikki fáa sama
trupulleika.
Tímarnir, sum Marni
hevur nýtt í Gundadali
upp á føroyskan
fótbólt – og serliga HB
– eru nógvir. Nú er
ætlanin at gera eina
veruliga fótbóltsalfrøði,
har mest sum allir
statistiskir upplýsingar
um føroyskan fótbólt
kunnu heintast
Jákup Mikkelsen
B36
Meinhardt Joensen
KÍ
Atli Danielsen
KÍ
Vagnur M. Mortensen
HB
Óli Johannesen
TB
Janus M. Joensen
HB
Pauli Hansen
Skála
Kári Nielsen
HB
Jákup á Borg
HB
Fróði Benjaminsen
B36
Bergur Midjord
B36
Hanus Thorleifsson
B36
Claus B. Jørgensen
Coventry
Rógvi Jacobsen
HB
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
Símun Samuelsen
Keflavík
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
Andrew av Fløtum
Fremad Amager
HÓPURIN
Alexander Wurz avloysir Mark Webber í 2007
Tað vera Alexander Wurz og Nico Rosberg, ið skulu koyra bilin hjá Williams í formil 1 koyringunum í 2007, skrivar
f1.com. Royndarkoyrarin Wurz avloysir sostatt Mark Webber, ið tykist á veg til Renault.
Alexander Wurz var í sein hálvfemsunum formil 1 koyrari fyri táverandi Bennetton liðið, men varð skiftur út. Hann
var síðan fýra ár royndarkoyrari fyri McLaren Mercedes, áðrenn hann í ár gjørdist royndarkoyrari hjá Williams.
Bæði Williams liðið og Alexander Wurz gleðast um nýggju avtaluna. Í síðstu viku almannakunngjørdi Williams, at
frá komandi kappingarárið koyrir liðið við Toyota motorum, talan verður um somu motorar, sum Toyota liðið koyrir
við
Mark Webber, ið seinastu tvey árini hevur koyrt fyri Williams, hevur Renault stjóran Flavio Briatore sum
umboðsmann, og tað hevur ljóðað, at Webber verður liðfelagi við Giancarlo Fisichella í Renault komandi ár, tó er
einki vátta hesum viðvíkjandi.
-nud
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
16
10
-
4
-
2
40
18
22
34
2 KÍ
17
7
-
8
-
2
36
20
16
29
3 NSÍ
16
8
-
5
-
3
31
19
12
29
4 B36
16
8
-
5
-
3
27
15
12
29
5 HB
17
8
-
5
-
4
37
29
8
29
6 GÍ
17
7
-
7
-
3
23
18
5
28
7 Skála
17
4
-
4
-
9
17
19
-2
16
8 VB/S
17
3
-
3
-
11
17
50
-33
12
9 B68
17
2
-
4
-
11
17
35
-18
10
10 ÍF
16
2
-
3
-
11
16
38
-22
9