Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 148 - 4. august 2006 ] Dreingirnir vunnu 1-0 í avgerðandi dystinum um bronsuna í B kappingini. Fótbóltsferð tíðindaskriv Ì nógva hitanum í síðstu viku var eitt ferðalag hjá dreingja­liðnum hjá MB/ SÍ uppá 17 leikarar og 5 leiðarar í “Football Festi­ val” í Aarhus og luttók í 4. stevnuni, sum AIA Tran­bjerg og Skovbakken skipaðu fyri. Tað vóru 135 lið í kappingini. Liðini komu úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Ungarn, Onglandi, Japan, Uganda, Albania. Í okkara bólki vóru um 28 lið. Úrslitini í innleiðandi bólkinum vóru: 25.07 Skogsvåg IL – MB/ SÍ 3-2 (3-0) (málskjúttar: Dann, Brandur) 26.07 MB/SÍ – AIA Tranbjerg 0-5 (0-2) 26.07 14.50 FK Totem 2 – MB/SÍ 5-0 (0-2) 27.07 FK Totem 2 - MB/ SÍ 1-1 (0-1) (Dann) 27.07 MB/SÍ – FC 8210 3-0 (2-0) (Brandur 2, Emil 1) 28.07 Semifinala: MB/SÍ – Mariehøj IF 1-2(1-0) (Dann) 29.07 3.pláss MB/SÍ - Kjelsås IL 1-0 (1-0) (Brandur) Her lótu vit ongan iva verða. Vit løgdu okkum á odda stutt fyri hálvleik við einum góðum málið av Brandi. Og so høvdu vit tamarhald á dystinum, og kundu fingið okkurt afturat, men at enda koyrdu liðið siðurin heim. Hósdagin vóru leikararnir í Tivoli og sunnudagin vóru leikararnir ein túr í Djurs Sommerland í nógva hitanum - um 31 hita­stig. Leikararnir búði í Grøn­lykkeskolen og ótu í Ítróttarhøllini á staðnum. Stutt var til vallirnar, sum vóru 25 í tali. Sum heild vóru hesir góðir, men tó heldur harðir, eftir ein mánað við turki. Dreingirnir takkað øllum sum gjørdi ferðina til veruleika. Ajax gevur pengar Eftir at tað mikukvøldið stóð greitt, at FCK skal spæla móti Ajax í royndunum at sleppa upp í part í Champions League, hevur talan verið um sera stóran áhuga fyri atgongumerkjum til dystin. Longu nú eru eini 25.000 atgongumerki seld, og í FCK verður roknað fyri víst, at øll 40.000 plássini eru seld, áðrenn dystardagin. -mørk Kvinnuliðið hjá B36, sum í fjør vann steypakappingina og silvur í lands­ kappingini, er í hesum døgum í einari altjóða kapping í Hollandi. Millum mót­støðuliðini í inn­leiðandi bólka­ spælinum í kapp­ ingini er belgiska stórliðið RSC Ander­ lecht ferðafrásøgn Hilmar Jan Hansen Tað er meira enn eitt hálvt ár síðani, at B36 fekk inn­ bjóðing til kappingina í Hollandi, sum eitur AVC International Tournament. Og tíðliga í hesum árin­um tók felagið av, so kvinn­ urnar kundu fáa eina spenn­ andi avbjóðing í summ­ar­ steðginum í føroysku kapp­ ingini. – Upprunaliga ætlaðu fyri­reikararnir at fáa KÍ- kvinnurnar við, men tá tað vísti seg, at tær vóru upp­tiknar av Europa Cup- fótbólti, kom kjansurin til B36. Og vit vóru sjálv­ andi fegin um at fáa møgu­ leikan, sigur venjarin hjá B36-kvinnunum, Jacob Thomsen. – Tað er altíð gott at fáa avbjóðingar, og so er tað eisini stuttligt at vera við í slíkum kappingum, tí tú lærir eina rúgvu av tí. So fyri okkara viðkomandi var eingin ivi um, at hesum áttu vit at taka av, tá nú kjansurin var har, tí hetta kann bara koma at gagna liðnum. Kappingin er í bý­num Sexbierum í útnyrð­ings­ partinum av Hollandi, og umframt B36 eru níggju onnur lið við, harav fleiri teljast millum tey heilt frægu í europeiskum kvinnufótbólti, so sum Ham­ burger SV úr Týsklandi og RSC Anderlecht úr Belgia, ið eru kend og stór feløg. Og ikki kann sigast annað, enn at B36-kvinnurnar verða tveittar fyri leyvurnar beinanvegin, tí tær spæla setanardystin í kappingini ímóti belgiska stórliðnum RSC Anderlecht. – At vit beinanvegin møta tí liðnum, sum má metast at vera væl tað sterkasta í okkara bólki, er helst ein fyrimunur fyri okkum. Hóast mótstøðan helst verð­­ur ivaleysa stór, so kunnu kvinnurnar ómóðar fara á vøllin, sigur Jacob Thomsen. – Tað hevði helst verið uppaftur torførari at møtt einum so góðum liði í triðja dystinum, tá spælararnir kunnu vera bæði moyrir og troyttir eftir teir báðar undanfarnu dystirnar. So tá vit nú skulu upp ímóti so sterkari mótstøðu, kunnu vit akkurát tað sama taka hana beinanvegin. Vunnu venjingardyst B36-kvinnurnar komu til Hollands mánakvøldið, og tær búgva í Harlingen, sum er ein heldur størri býur, ið liggur nærhendis Sexbierum. Harlingen er ein hugnaligur býur við kanalum og øllum tí, ið hoyrir til ein týpiskan hollendskan bý. Mikukvøldið spældi B36 ein venjingardyst ímóti ein­um lokalum kvinnuliði úr felagnum Flova Boys, og tann dystin vann B36 2-1 við málum, sum Ása á Neystabø og Halltóra Joensen skutu. Hetta var ein fult uppiborin sigur, ið kundi verið enntá størri, um kanónirnar høvdu verið eitt sindur betur innstillaðar, tí fleiri aðrir málkjansir vóru eisini. Hetta var ein dystur í full­ ari longd, men so verður ikki, nú sjálv kappingin fer í gongd. Av tí at so nógv lið eru við og bara dagurin í dag og í morgin eru settir av til kappingina, eru teir nógvu dystirnir stytri enn vanligt. Hvør dystur er tvær ferðir 20 minuttir, við hálvleikssteðgi í fimm minuttir. Í dag spæla liðini tríggjar teir fyrstu dystirnar í inn­ leiðandi umfarinum, og mót­ støðuliðini hjá B36 eru fyrst RSC Anderlecht úr Belgia, sum nevnt, og síðani tvey týsk lið, Lutgendortmund og Lokomotive Leipzig. Í morgin spælir B36 síðsta innleiðandi dystin ímóti hollendska liðnum Stedeco Hoornaar. Tá hesir fýra dystirnir eru spældir, eru støðurnar í bólkunum avgerandi fyri, hvat stendur upp á spæl í seinasta dystinum. Bólkavinnararnir spæla finalu, tveyararnir bronsu­ finalu og so eru hinir dyst­ irnir spæl um plaseringar­ nar niðureftir. 750 milliónir fyri Ronaldinho Sambært sponskum miðlum, eru Milan og Silvio Berlusconi altráðir eftir at fáa fatur á Ronaldinho, sum er sáttmálabundin at Barcelona. Sagt verður, at Milan her fyri beyð Barcelona ikki minni enn 750 mió kr. fyri spælaran, sum hartil kundi rokna við at fáa eina lønarhækkan úr 60 upp í 90 mió kr. um árið. Men hóast upphæddin er stór, so hevur Barcelona als ongar ætlanir um atseelja. Og Ronaldinho sjálvur ætlar sær heldur ongan veg. -Eg havi tað gott í Barcelona, og áskoðararnir fara væl við mær. Og pengar eru jú heldur ikki alt, sigur spælarin. Men við slíkari ársløn hevur hann helst eisini ráð til slíkar tankar… -mørk B36-kvinnurnar í Hollandi MB/SÍ dreingir gott úrslit á Danmarkarferð Leikararnir, sum vóru við á ferðini, vóru hesir: Jeffri Jørgensen, Ragnar á Prestrøðni, Emil Mikkelsen, Ólavur Hansen, Oluf Dam, Høgni Svabo, Martin Mikkelsen, Tórður á Prestrøðni, Brandur Heinason, Pól Meinhard Poulsen, Jóhan Selfoss, Henning S. Joensen, Gudmund Niclasen, Kristjan Johansen, Andrias Pauli Davidsen, Dann Johansen og Sveinur Ellefsen. B36-kvinnurnar eru við í altjóða kapping í Hollandi, og mikukvøldið vunnu tær 2-1 í einum venjingardysti, har Halltóra Joensen skoraði sigursmálið í seinna hálvleiki, eftir at tað hevði verið 1-1 í hálvleikinum