leygardagur 23. desember 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 23. desember 2000
29
28
Nr. 248 - 23. desember 2000
Sosialurin - 311820
Tel. 317500
Vit ynskja
viðskiftafólki okkara
eini gleðilig jól
og eitt av Harranum
signað nýggjár,
við tøkk fyri gott samstarv
í skjótt farna ári.
Hotellið letur aftur 24. desember og verður
opið aftur týsdagin 02. januar 2001.
Vit ynskja viðskiftafólki okkara
eini gleðilig jól og gott komandi ár.
Baldvin Baldvinsson
málarameistari
Vit ynskja øllum okkara
viðskiftafólkum eini gleðilig jól og gott
nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.
Málarameistararnir Falkenberg
Filmseftirlitið
Avgreiðslan er stongd millum jól og nýggjár.
Vit á Filmseftirlitinum ynskja øllum viðskiftafólki
okkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Kiosk til sølu
Um hóskandi boð fæst, er kiosk í Havn til sølu.
Kann yvirtakast í januar.
Áhugað kunnu skriva til:
Sosialurin,
Box 76,
110 Tórshavn,
Bill.mrk.242
Tøkk
Eg vil hervið takka øllum, ið stuðlaðu meg til bý-
ráðsvalið.
Tíverri rakk eg ikki nóg langt fyri at verða aftur-
valdur, men míni 16 ár í býráðnum hava verið fyri
meg nøkur góð ár.
Eina stóra tøkk til kaldbaksfólkið, sum hesaferð
gjørdi eina rimmar roynd fyri at bygdin skuldi hava
umboð, men eg rakk ov stutt.
Eg havi havt nakrar trúgvar stuðlar, hetta skulu tit
hava takk fyri, bæði í Havn, Argjum, Syðradali,
Norðradali, Kollafirði, Hvítanesi og í Kaldbak.
Eg vil ynskja øllum eini góð og hugnalig jól og
eitt av Harranum signað nýggjár.
Páll Petersen, Kaldbak
Fyribilsskattaskráin 2001
Fríir ágóðar v.m.
Hjá teimum, sum hava ymisk framíhjárættindi sum part av lønini, ásetur Toll- og
Skattaráð Føroya eina ferð um árið virðið á hesum lunnindum, og eru virðini fyri
2001 hesi,íroknað meirvirðisgjald:
a) Virðið á fríum bústaði:
íbúð (partur av húsum) pr.m2
kr.
429
íbúð (heil hús) pr.m2
kr.
338
b) Eginnýtsla av el
kr.
6.200
c) Eginnýtsla av olju
kr.
13.200
d) Frí telefon
kr.
4.500
e) Virðið á fríum kosti pr.dag:
3 máltíðir
kr.
79
2 máltíðir
kr.
60
1 máltíð
kr.
44
f) Virðið á fríum bili:
1100 kg og undir
kr.
43.900
1101 kg til 1300 kg
kr.
56.200
1301 kg og meira
kr.
70.200
Allir aðrir bilar,sí viðmerking
kr. 32.925/21.950
Eginnýtsla hjá privatum vinnurekandi
Privatur vinnurekandi skal skatta av virðinum á vørum og framleiðslum,sum hann
tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til gávur. Virðið
verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum vørum.
Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skatta av tí partinum av útreiðslunum,sum
svarar til privatnýtsluna, tá tað snýr seg um t.d. bil, telefon, ljós og hita, har
útreiðslurnar umfata bæði privatu og vinnuligu nýtsluna.
Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal gera eina neyva metan av,
hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla, og skal henda metan
vera við atliti til stødd á t.d.húsi og húski.
Sum leiðbeinandi minstamark hevur Toll- og Skattaráð Føroya tí ásett hesi virði
fyri nýttar vørur:
g) Eginnýtsla av vørum:
Bakarar
kr.
6.400
Bakarar við keypmansvørum
kr.
8.400
Keypmenn
kr.
21.600
Leiðbeinandi minstamark fyri privatnýtslu av bili
hjá hýruvognsførara er
kr.
15.300
h) Virðið á partaeigaralánum hjá høvuðspartaeigarum:
10%
i) Kapitaleftirlønarfrádrátturin er hægst
kr.
41.400
j) Frádrátturin fyri donsk lesandi
kr.
60.000
Viðmerking til »Allir aðrir bilar« undir f)
Omanfyri nevndu upphæddir eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónvognar
smb.§ 3 í 11.nr.175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum.
Fyri bilar skrásettir sum vørubilar eftir § 5 í 11. nr. 175 frá 18.12.1992 um skrá-
setingargjald á motorakførum verður virðið sett til 75% av upphæddini fyri bilar
undir 1100 kg.
Fyri aðrar bilar enn omanfyri nevndu t.d.bilar skrásettir eftir § 6 og § 8 í 11.nr.175
frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum verður virðið sett til 50% av
upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.
Toll- og Skattstova Føroya tilskilar sær rætt at krevja avrit av skrásetingarskjalinum
fyri bilin.
Tórshavn,15.desember 2000
Toll- og Skattaráð Føroya
¥Byrjanarundirvsing
f¿royskumogenskum
¥AltjÝaskeiÝsamstarvi
viÝCambridgeUniversity
¥SerskeiÝeftirynski
L¾tt,stuttligt,mennandi
Tel.422574-Fax422521
www.depilin.fo
Sosialurin - 311820
JÓLAHUGLEIÐING
Leysliga týtt:
Heri Joensen, prestur
Jólaaftansmorgun var upprunnin. Fá vóru
komin á føtur. Veðrið hevði verið av tí
fagrasta, men knappliga brast hann á við
kavaroki. Kavaælini gjørdust alsamt tjúkri,
og veðrið vísti seg ikki at batna.
Anna búði í útkantinum av býnum. Nógv
var at takast við og fáa frá hondini hendan
jólaaftansmorgunin. Maðurin og børnini
vóru farin við bilinum at koyra út jólagáv-
urnar. Sjálv vaskaði hon gólvini og ruddaði
tað, sum eftir var. Men tíðin gekk so skjótt.
Anna hevði eina kenslu av, at alt hetta
stríðið og øll hendan fyrireikingin líkasum
forðaði henni at fyrireika hjartað til jól-
anna. Tað var eins og gloymdi hon jólini í
øllum fyrireikingunum.
Hon hugdi út gjøgnum videygað, men
har sást ongan veg fyri kavarokinum. Hon
bað stutta bøn fyri skyldfólkunum, ið vóru
á ferð runt býin við jólagávunum. Síðani
fór hon aftur at rudda. Tá hon fór innar í
stovuna og hugdi har út gjøgnum videygað,
sá hon okkurt svart, sum fleyg har til og
frá. Tá Anna hugdi betur, sá hon, at hetta
var ein flokkur av smáfuglum, sum strídd-
ust fyri lívinum har í illveðrinum. Fuglar-
nir royndu at finna sær skjól. Men teir
fingu ikki flogið, og tí fuku teir aftur og
fram. Summir fuku í vindeygað ella á hús-
ið og kloydust.
Anna hugsaði nú, hvat hon skuldi gera.
Hon skundaði sær fram í køkin, fekk fatur
á fuglamatinum, tí hon var von at geva
smáfuglunum, tá kavi var og kalt. Hon
skundaði sær út í bilskúrin, stroyddi fugla-
matin á góvið og opnaði stóru hurðina á
bilskúrinum. Nú ansaðu fuglarnir eftir, at
skjól var at finna. Teir flugu inn í bilskúrin,
og tað var teirra bjarging.
Tá húsfólkini hjá Onnu vóru komin aftur
til hús, legði hon frá sær arbeiðið og bað
tey øll koma innar í stovuna. Nú fortaldi
hon teimum, hvat hent var.
— Tað var hetta, sum Guð gjørdi fyri
okkum á jólum, segði Anna. Hann bjargaði
okkum, tá hann sendi Jesus niður á jørðina.
Tá opnaði hann okkum skjól, sum er faðir-
sins opnu armar. Hetta hevði eg næstan
gloymt sjálv í øllum stákinum. Jólini eru
vissuliga stór gleðishátíð. Guð hevur givið
okkum menniskjum skjól hjá sær.
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:
Paradís portrið er opnað mær
1. «Gleðilig jól! Gleðilig jól!»
ljóðar av himli einglalag.
«Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: «Jesus er føddur í dag.» :,: »
2. Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: veri um ævi tær dýrd. :,:
3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:
Fr. Petersen 1891.
Lag: Sl. 84.