leygardagur 23. desember 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 23. desember 2000
27
26
Nr. 248 - 23. desember 2000
Ein ungur einkjumaður
skrivar dagbók
Hans Jacob Hansen
hevur síðan hann
misti konuna, íð
doyði av krabbameini
fyri fimm árum
síðan, skrivað niður
sínar tankar, tá ríng-
ast hevur staðið til
LAGT TIL RÆTTIS
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Summi tiga sorgina burtur,
onnur tosa allatíðina um
hana, uppaftur onnur lossa
sváru kenslurnar niður á
hvíta pappírið.
Tað, sum kemur eftir hesi
orð í hesi grein, tankar hjá
einum lutfallsliga ungum
einkjumanni, sum hevur
fótað sær aftur eftir at lívið
fyri hann og børnini næstan
steðgaði, tá konan og
mamman brádliga varð tik-
in frá teimum.
Næstu reglurnar og heilt
fram til endan á hesi
drúgvu
grein
eru
orð
einkjumannsins,
hvussu
hann greiðir frá sjúkraleg-
uni, deyðanum, jarðarferð
og tíðinini fram til dagin í
dag.
Hetta er søgan um familj-
una Lenvig Hansen í Tórs-
havn, nevniliga einkju-
mannin Hans Jacob Ronny
Hansen og konu hansara,
lærarinnuna Fridriku Len-
vig og trý børn teirra, ið
gjørdust móðirleys fyri 5
árum síðani, tá Fridrika
eftir sera stutta sjúkralegu,
brádliga doyði frá teim-
um...
Sæla byrjanin
Vit fara at leita aftur til árið
1990.
Ein vakran dag í juli
mánaði, júst 5. juli, við
nógvari stákan. Henda dag-
in blivu Hans Jacob og
Fridrika gift...
Brúðarvígslan var í Vest-
urkirkjuni kl.5 henda eftir-
middagin, síðani var farið
til myndatøku og aftaná til
hús saman við familju, vin-
um og kenningum at nýta
eitt glas av champagnu.
Hans Jacob sigur at hann
minnist hetta, sum eina sera
hugnaliga løtu.
Fridrika og Hans Jacob
áttu tvær smágentur tá, Irdi
og Lóu, ið vóru 4 og 1 ára
gamlar.
Irdi sigur seg minnast
sera væl henda dagin, tá
mamma og babba blivu
gift.
Kl. 7 um kvøldið var
boðið á Hotel Hafnia til
brúðarveitslu, hetta var eitt
stak hugnaligt kvøld og
nakað út á náttina, saman
við familju, vinum og
kenningum.
Alt var pakkað og bilurin
stóð klárur, tí morgunin eft-
ir brúdleypið, skuldi farast
á brúðarferð saman við
børnunum, einum sysktna-
barni hjá Fridriku, ið er
tænari og drongi hennara,
ið er hotell kokkur, túrurin
gekk til Danmarkar.
Onkuntíð hevur verið
skemtast við, at tey høvdu
bæði tænara og kokk við á
Brúdleypsreisina,
tað
skuldi verið gott, tað var
tað eisini, sigur Hans
Jacob.
Tey fóru so við Norrønu
morgunin eftir...
Á bilinum hingu ballónir
og følgg, eisini var málað á
bilin NÝGIFT, so fólk
heilsaðu og vóru sera frynt-
lig, tá koyrt var umborð á
Norrønu, men tá tey komu
á kamarið umborð á Norr-
ønu, stóð champagna og
stór skál við frukt á borðin-
um, ið onkur kendur per-
sónur hevði skipað fyri.
Brúdleypstúrurin var sera
góður, í einum summarhúsi
í norður Jútlandi, tætt úti
við strondina.
Familjan nørist
Árini eru so gingin og Frid-
rika átti ein son í 1992, alt
gekk væl og bleiv hann
kallaður Ronni, so nú áttu
Fridrika og Hans Jacob trý
børn, alt teknaði til at blíva
ein eydnurík framtíð, fyri
hesa lítlu familjuna.
Fridrika var um hetta
mundið
lærarinna
við
Hvítanes Skúla, men flutti
seinri oman til Hoyvíkar
Skúla at starvast, tí ov fá
børn vóru á Hvítanesi til
skúlagond, meðan Hans
Jacob hevði sína dagligu
arbeiðsgongd úti á Lands-
sjúkrahúsinum á psykiat-
risku deild, hvar hann arb-
eiður, sum sálarsjúkrarrøkt-
ari.
Vit koma so fram til árið
1994, tá Fridrika av fyrst-
antíð byrjar at kenna sær
eitt hvørt óregluligt fysiskt.
Um hetta mundið er Ronni
bert 11/2 ár, Lóa 5 og Irdi 9
ára gomul, nú mamman er
við at gerðast sjúk, men av
hvørjum, ella hvat er gal-
ið?.
Fridrika fór tá til komm-
unulæknan, ið kannaði
hana, men tað var sjálvandi
torført hjá honum at siga
nakað um.
Hon var síðani víst til
kanningar á Landssjúkra-
húsinum.
Í fyrstani var tankin um
møguligt magasár, tí pínan
stavaði hagan ífrá.
Men seinri, eftir at hava
fingið innlit í journal henn-
ara, havi eg funnið útav, at
man rættuliga tíðliga eftir
røntgenkanning av lungun-
um, hevði mistanka um
spjaðing av krabbameini, tí
sæddir vóru nakrir óreglu-
ligir blettir á lungunum,
hetta bleiv bara ikki sagt
okkum.
Fridrika gekk síðani í
óvissu, fleiri ferðir um vik-
una á Landssjúkrahúsið, til
ymiskar kanningar, hvar
tað eftir hvørja kanning,
bert bleiv sagt av læknun-
um citat: »Vit finna einki«,
men læknarnir søgdu ong-
antíð hvørjum teir leitaðu
eftir.
Metestasir ella krabbi
Hvussu vit fingu at vita
hvørjum teir leitaðu eftir...
Hetta var tá Fridrika var
innløgd til eina kanning og
skuldi í røntgen.
Journalin lá á songini
meðan hon bíðaði eftir at
koma framat, hon tók sær tá
tað fríheit at kaga í journal-
ina, og har stóð skrivað á
einum lepa, OBS. Metest-
asir , men hon var sjálvandi
ikki heilt vís í, hvat hetta
stóð fyri.
Tá hon seinri um dagin
kom til hús, var tað fyrsta
hon spurdi meg um, hvat
hetta OBS. Metestasir, ið
stóð í journal hennara
merkti.
Eg má siga, at eg nokk
ikki havi fingið størri skelk
enn tað sama. Ja, soleiðis
fingu vit boðini um sjúku
hennara.
Nakrar dagar seinri tá vit
vóru á Landssjúkrahúsin-
um, segði eg við ein av
yvirlæknunum, hvat eg nú
visti frá Fridriku.
Hesin yvirlæknin bleiv
sera illa við, tá eg segði
honum hetta, hann kom við
nógvum
undanførslum,
ymiskum frágreiðingum og
tyktist hann mær sera ør-
kymlaður.
Fridrika gekk so til kann-
ingar á Landssjúkrahúsin-
um, heilt til fyrst í desemb-
er mánaði ´94, uttan nakra,
sum helst viðgerð.
14 dagar áðrenn hon fór
niður á Ríkissjúkrahúsið, til
víðari kanningar, hevði hon
eina samrøðu við ein av
yvirlæknunum á Lands-
sjúkrahúsinum,
hesin
»bagatelliseraði«
sjúku
hennara, hvar hann setti
6–7 dømir upp um sjúkuna,
og møguleikin fyri at tað
var krabbamein, var aftast í
røðini, hetta gav sjálvandi
Fridriku og mær gott mót.
Á
Ríkissjúkrahúsinum
mátti hon so ígjøgnum allar
hesar kanningarnar, ið vóru
gjørdar á Landssjúkrahús-
inum og nakað væl afturat.
Síðani bleiv roynd tikin av
blettunum á lungunum,
men her bleiv uttan inn-
balling staðfest og sagt, at
hon hevði ringa krabba-
meinssjúku.
Kemoterapi
Hetta vóru ring boð allar
vegir, tí nú skuldi hon við-
gerðast fyri hesa ringu
sjúkuna, og hvussu fór tað
at vera, tí alt lá í skeljasorði
frá hesari løtuni av.
Orðið » Kemoterapi «, var
ræðandi í sær sjálvum, tað
hevði men hoyrt so nógv
ringt um, tað var jú tann
reina gift, sum bleiv sprænt
inn í æðrarnar, fór tað at
hjálpa og fór Fridrika at
tola hesa viðgerðina.
Vit høvdu so nógv brúk
fyri Fridriku og børnini,
sum vóru í Føroyum, tey
longdust so illa, nú vit vóru
niðri á Ríkissjúkrahúsinum,
bert eina viku undan jólum.
Vit komu aftur til Føroy-
ar, í ringasta kavaroki 22.
desember og trúgv mær at
frøðin var stór, tá børn okk-
ara sóðu okkum aftur, Frid-
rika var troytt.
Vit blivu so heima jólini
av, Fridrika var sera troytt,
men eg haldi at jólini gingu
stórt sæð, sum vanligt, men
vit vóru nokk nakað stúrin,
tí leiðin skuldi leggjast nið-
ur aftur á Ríkissjúkrahúsið
eftir nýggjár, tí hetta vóru
børnini sjálvandi ikki ser-
liga fegin um, at mamma
og babba skuldu so skjótt
niður aftur til Danmarkar,
uttan at tey sluppu við.
Vit komu so aftur á
Ríkissjúkrahúsið,
fyrstu
vikuna í januar mánaði ´95.
Nýggjar kanningar vóru
gjørdar, og Fridrika byrjaði
við sínari »kemoviðgerð«.
Vanliga fært tú »kemo«
sevjuna við droppi renn-
andi inn í æðrarnar, í tríggj-
ar fylgjandi dagar, men
Sovnaði stillisliga
Fridrika sovnaði stillsliga inn náttina til 14. mars,
eftir eitt ræðuliga hart stríð, fyri at halda seg á lívi, tí
hon hevði so nógv at liva fyri og geva frá sær til so
nógv.
Vit vóru rættuliga nógv rundanum hana, tá hon
sovnaði inn uml. kl. 02.00 hesa feigdarnáttina.
Stemningurin var sjálvandi sera tungur nú, hóast
eingin hevði gjørt sær greitt, hvat hetta fór at innibera
fyri okkum, sum familja, nú okkara grundarsteinur
og dagligi tryggleiki, var ryktur undan okkum.
Hetta var ein av mínum ringastu nætrum, og ikki
minst tá tankin kom til mín, at eg skuldi siga
børnunum morgunin eftir, at mamma teirra ikki var
millum okkum meira.
Vit fóru seinri heim av Landssjúkrahúsinum, nøk-
ur komu til hús við okkum.
Eg svav lítið og einki hesa náttina, um morgunin
skuldi eg jú verða tann sterki og siga børnunum um
mammu teirra.
Eg tók børnini inn á kamarið og upp í songina til
mín, tá var eg faktisk, sum gele hugsi eg.
Eg fekk tó sagt børnunum um mammu, tað var
ræðuligt, vit lógu jú øll har í songini sundurknúst og
bara grótu, í eina langa, langa løtu, ja Gud viti hvussu
leingi.
Eg fái ikki endurgivið hesi sundurknústu børnini, tí
vit bara grótu, tosaðu, grótu so aftur og soleiðis helt
tað bara á fram…
Hvat nú ???
Soleiðis minnast tey Fridriku
hetta gekk ikki serliga væl,
tí eitt av hjáárinunum er jú
kvalmi, spýggja og ongin
matarlyst.
Hjá Fridriku var tað verri
enn so, tí hon stakk upp at
bløða, mitt undir viðgerð-
ini, tann næsta dagin, small
um og fall í óvit, meðan
blóðið streymaði frá henni.
Alarmarnir ringdu um
alla gongina, har Fridrika
var innløgd, men tíbetur var
tað eg sjálvur, ið grípti
henni, tá hon small um,
mitt á gólvinum. Læknar og
sjúkrasystrar
komu
og
rennandi úr øllum heraðs-
hornum, eg haldi tey vóru
eini 5 ella 6 í tali, alt var ein
stórur »forvirringur og ka-
os«.
Fridrika misti hvønn ein
blóðdropa, men fekk inn-
sprænt nýtt blóð í æðrarnar
so hvørt, 5 litrar samlað.
Hevði hon ikki verið á
Ríkissjúkrahúsinum tá, er
nokk eingin ivi um, at lív
hennara hevði hingið í ein-
um enn klænri tráði, enn
tað gjørdi frammanundan.
Misti vitið
Tá hon kom fyri seg aftur
tveir dagar seinri, segði
hon, at hesir báðir dagarnir
vóru totalt skræddir úr álm-
anakkanum, men Fridrika
føldi seg sera væl tá, sjálv-
andi av tí nýggja blóðinum.
Viðgerðina tann triðja dag-
in fekk hon ikki, men vit
fóru heim til Føroyar, fyri
at styrkja okkum, eftir tað
ringu upplivingina,
á »Onkologisku deild« á
Ríkissjúkrahúsinum.
Vit vóru glað fyri at
verða við hús aftur, men eg
haldi, at »kemoviðgerðin«
eisini hevur tað ringa við
sær, at um hon ikki riggar
positiva vegin, byrjar tú hó-
ast alt at síggja sjúkur út, tí
tað gjørdi Fridrika eisini,
hon sá veruliga sjúk út fyrst
nú, meðan hon var sera
troytt eisini.
Tað vóru tung spor, fyrst
í februar at skula niður aft-
ur á Ríkissjúkrahúsið, eftir
tað ringu upplivingina vit
høvdu havt, síðst vit vóru
har.
Um børnini vóru kedd
fyrstu ferð vit fóru avstað,
so var standurin ikki betur
nú, vit skuldu aftur til Dan-
markar, tað er heilt ógjør-
ligt at skriva um, hvussu
ringt tað var at fara frá
teimum aftur.
Fridrika fekk sína næstu
seriu av »kemoviðgerð« í
tríggjar fylgjandi dagar, utt-
an serligar trupuleikar, men
sjálvandi tey vanligu hjáár-
inini kvalma, spýggju og
eingin matarlyst, tí Fridrika
var veruliga troytt nú, hetta
við hjáárinunum av »kemo-
viðgerðini« heldur fram
fleiri dagar, aftaná ein er
liðugur við viðgerðina.
Vit royndu at halda móti-
num uppi, við at stuðla
hvørt øðrum, men torført er
tað, tá tú sær hvussu tann
persónurin, ið tú elskar so
nógv, er so troyttur av sjúku
og svinnur spakuliga burt-
ur, og tú stórt sæð einki
kann gerða, uttan at verða
hjástaddur áskoðari, tað er
ringt…
Vit komu heim aftur á
klettarnar, men Fridrika
hevði tað ikki serliga gott,
fyri ikki at siga vánaligt,
men her stóðu vit so, Frid-
rika orkaði einki nú, ja fak-
tisk hvørki at liggja ella
ganga og vit høvdu trý smá
børn, ið bert vóru 2, 5 og 9
ára gomul og eg hugsi at
ikki mundi verða stuttligt
hjá
teimum
at
síggja
mammuna, ikki orka at
taka tey upp í heita favnin
sín, men bert svinna burtur
dag frá degi.
Versnaði brádliga
Fyrst í mars mánaði ´95
hendi eitt hvørt við sjúkuni
hjá Fridriku, hvar hon
knappliga eina náttina bleiv
ússalig,
við
ræðuligari
pínu, so vit noyddust at
hava vakthavandi lækna á
vitjan, fyri at geva henni
morfin innspræning.
Hon bleiv innløgd á
Landssjúkrahúsinum sama
morgum, við nógvari pínu
og hevði hon tað ikki ser-
liga gott.
Fridrika lá eina viku á
Landssjúkrahúsinum,
og
støðan batnaði, sum dagar-
nir gingu.
Hon kom aftur til hús, sá
sera sjúk út, men túrurin
heima var stokkutur, bert
eina ræðuliga nátt og bleiv
síðani innløgd aftur dagin
eftir, við nógvari pínu.
Nú gekk bara niður á bakka
hjá henni, dag frá degi.
Dagin
fyri
Fridrika
doyði, vóru øll tey nærm-
astu á vitjan á Landssjúkra-
húsinum, børnini so vakurt
pyntaði, tað var eitt hart
sýni, at síggja tey siga síð-
sta farvæl við Fridriku,
men tað var sera ymiskt,
hvussu tey bóru seg at, tá
tey
sóu
deyðasjúku
mammu teirra.
Irdi, ið er elst var 9 ár tá,
hon treivst als ikki inni á
stovuni hjá Fridriku, hon
segði orðarætt: »Mamma
sær so løgin út« og rætt
hevði hon í tí.
Tann yngra gentan Lóa,
ið var 5 ár bar seg at heilt
øðrvísi, tí hon vildi upp í
songina til Fridriku, fjasað-
ist við hana, og vildi sova
hjá mammuni, hon hevði
eisini gjørt eina tekning til
Fridriku. Ronni, ið bert var
2 ár tá, vildi sjálvandi upp
til mammuna, tað var jú
ikki so langt síðani, hann
hevði slept boppuni hjá
Fridriku, jú atdráttarmegin
var enn í kraft.
Vøkur jarðarferð
Dagarnir, sum komu fóru
við at fyrireika eina verd-
uga jarðarferð fyri Fridriku,
men tað vóru ótrúliga
nógvir »formalitetir«, ið
skuldu fáast uppá pláss.
Telefonin ringdi í heilum,
hon skuldi sjálvandi takast
og spurningar svarast.
Eg hugsi í dag hvussu eg
kundi megnað at klára øll
tingini, ið skuldu avgreið-
ast í samband við jarðar-
ferðina, men eg haldi, at
man fær eyka kreftir í slík-
um føri, tí eg megnaði at
klára alt sjálvur, tað var jú
málið, ið eg hevði sett mær.
Hetta vóru tungir sorgar-
kendir og strævni dagar, tí
eg hevði eisini børnini
rundan um meg alla tíðina,
hvar eg royndi at troysta
tey, meðan eg sjálvur var í
knúsi, tað var torført.
Ein rúgva av fólki kom
inn á gólvið hesar dagarnar,
tú skuldi jú verða blíður við
tey og helst tosa eitt sindur
eisini, tá tú bert hugsaði um
at sita beint upp og niður,
var húsið faktisk á tremur
av fólki til tíðir, heilt ótrú-
ligt.
So rann dagurin upp, tá
vit skuldu á Landssjúkra-
húsið at siga okkara síðsta
farvæl, við okkara elskaðu
Fridriku, hetta gjørdist ein
av teimum ringastu løtun-
um…
Tann nærmasta familjan
hittist úti á Landssjúkra-
húsinum. Irdi var rættuliga
sperd og kensluliga sundur-
brotin, hon bara græt og
græt, men Ronni skilti
sjálvandi ikki hesa støðuna,
tá hann segði mamma,
mamma fleiri ferðir…
Lóa »reageraði« heilt øðr-
vísi, hon hevði gjørt eina
tekning til Fridriku, legði
hana niður í kistuna til
mammuna, so pyntaði hon
rundan um Fridriku, við
ymiskum, ið hon hevði tik-
ið við sær.
I einari slíkari løtu, fara
ótrúliga
nógvir
tankar
ígjøgnum høvdið á tær, tú
skalt jú siga farvæl við tað
menniskja, ið tú elskar
mest av øllum, sum er jú
móðirin at børnum tínum.
Fridrika fór úr kapellin-
um dagin fyri jarðarferðina.
Vit høvdu pyntað nógv í
kapellinum á Landssjúkra-
húsinum, millum annað
høvdu vit gjørt fleiri stórar
fotomyndir av Fridriku
saman við børnunum.
Tað vóru so nógv fólk í
kapellinum, at ein stór fjøld
var noydd at standa uttan-
fyri.
Hvussu hevur man tað so
eina slíka løtu ???.
Tú skalt jú siga farvæl
um allar ævir, við konu og
móðir at børnum tínum,
hetta er jú tann persónurin,
ið tú hevur vígt lív títt til,
fingið trý deilig ynskibørn
saman við og hvussu kenn-
ist henda løtan hjá hesum
smáu børnunum, tey skulu
jú eisini siga mammuni
seinasta farvæl, hana, ið tey
hava so nógv brúk fyri og
standa so tætt klistraði
uppat.
Sera torført, fyri ikki at
siga ógjørligt, er at greiða
frá einari slíkari løtu, við
fáum orðum, men eitt kann
tó sigast, at alt liggur í
smæsta skeljasorði eina tí-
líka løtu, eingin skal verða í
iva um tað, tí tú hevur eina
rúgvu av fólki rundan um
teg, tú skuldi tá verið sera
heitur, men fakta er at tú
kennir teg ísakaldan og to-
talt einsamallan.
Løtan í kapellinum var
sera vøkur men, sum altíð
tílíkar løtur tyngd av sorg,
sakni og vónloysi.
Fridrika stóð undir børu í
Havnar Kirkju um nátt-
ina…
So kom dagurin tann
svárasti av øllum…
Tað var pyntað nógv í
kirkjuni
við
blómum,
kransum og vøkrum mynd-
um av Fridriku saman við
børnunum.
Prestur
var
Høgni Poulsen, sami prest-
ur, ið hevði gift okkum,
fyri bert knapt 5 árum síð-
ani, hann stóð nú og helt
gravtalua yvir hesari ungu
kvinnuni, ið hevði so nógv
at liva fyri, men ikki vóru
tillutaði henni meira enn 37
ár av ævini…
Ein bersøgin pápi, ið
Fridrika kendi so væl, tí
hon hevði dóttir hansara í
Hoyvíkar Skúla, málbar seg
soleiðis tá hann hoyrdi and-
látið av Fridriku: »Tað er
fantastiskt, tey góðu menn-
iskjuni fara tíðliga herfrá,
meðan tey keðiligu fáa
loyvið at ganga eftir«.
Havnar Kirkja var á
tremur av fólki henda dagin
til jarðarferðina og fleiri
vóru tey, ið ikki fingu sess,
tí fullsett var allastaðni,
hvar tú vendi tær.
Cornett lærarin hjá Irdi
spældi eitt so vakurt lag á
cornettina, hetta gjørdi hon
saman við orglinum.
Løtan í Havnar Kirkju
tók so ein enda, hóast eg
hugsaði við mær sjálvum,
bara vit kundu sitið har all-
ar ævir og havt Fridriku hja
okkum.
Kistan bleiv borin út í
bilin og so byrjaði líkfylgið
tað tungu gongd út í tann
stilla, kalda kirkjugarðin,
ein sera tung lang leið havi
eg mangan hugsað, tá eg
havi gingið eftaná líki.
Tað bleiv sungið í kirkju-
garðinum, nógv bleiv grát-
ið, tárini turkaði, men tey
spríktu fram aftur hvørja
ferð.
Vístu seg bert
við jarðarferðina
Dagarnar eftir jarðarferðina
vóru nógv fólk í heimi okk-
ara og telefonin kimaði
støðugt, men tú verður ikki
varðugur við tað beinaveg-
in, tað kemur fram fyri teg
av og á, hvar tú setur tær
spurningin, er her ikki bliv-
ið nakað tómt og einsligt.
Tað er svárt at ásanna, at
ein soleiðis skal blíva totalt
gloymdur, tí tú hevur havt
deyðan á vitjan.
Vit blíva jú øll, fyrr ella
seinri sett skák mát við
deyðan, á ein ella annan
hátt, spurningurin er bara
nær og undir hvørjum um-
støðum, men tað, sum síð-
ani hendir bæði við okkum
vaksnu og børnunum, er at
álit okkara á menniskju
verður svekkað, so ein ikki
hevur álit á persónar, í tann
mun ein hevði áður.
Eg havi mangan, nú aft-
aná vit mistu Fridriku,
ynskt okkum eina betri fa-
milju og nakrar fáar veru-
liga góðar vinir, tí ásannast
má, at hesi als ikki hava víst
»KULØR« í sorg og sakni
okkara, hvørki so ella so…
Gamla orðatakið sigur jú,
at tað er í neyðini tú lærir
vinir tínar at kenna, vit hava
so einki merkt, sæð ella
hoyrt til teir tey seinastu
mongu árini, síðani vit
mistu Fridriku.
Tað sigur mær í øllum
førum, at deyðin eisini hev-
ur aðrar avleiðingar við
sær, ikki nokk við tað, at tú
missir ein av tínum allar
kærastu, men tað kostar so
eisini bæði familju og teir
so nógv umtalaðu góðu
vinirnar.
Tungt at fóta sær aftur
Tað verður ofta havt á
munni, hvussu óførir vit
føroyingar eru til at hjálpa
har í ástendur, men hetta er
tó bert úti í heimi, eftir
mínari sannføring, tí hvat
verður gjørt her heima, fyri
at hjálpa teimum familjum,
ið koma illa fyri av einari
ella aðrari vanlukku, hvar
fleiri børn missa forsyrgj-
ara, eftir mínari sannføring
rætt og slætt einki.
Tú ert fyri langari tíð síð-
ani koppaður saman, áðr-
enn komið er á hálva leið.
Tú stoytir teg ímóti alla-
staðni, tí nú passar tú og
tíni ikki longur inn í sam-
felagið, sum einsamallur
forsyrgjari við fleiri børn-
um, lummin er tómur fyri
pengar, tí nú kemur bert
tann eina lønin inn um gátt-
ina.
Hetta er ein sera hug-
stoytandi uppliving, tí Frid-
rika kendi heilt ótrúliga
nógv fólk, ikki minst frá
sínum arbeiði, sum lærar-
inna, eg møti jú fleiri av
teimum í býnum til tíðir,
men fyrr var tað saman við
Fridriku, altíð ein heilsan
ella eitt lítið prát.
Í dag verður tað helst
sneitt hin vegin, hugt niður
ella til viks, so ein als ikki
hevur møguleikan at koma
við einari lítlari heilsan,
hetta tykist heilt ótrúligt í
mínari verð.
Ein stór tøkk skal falla til
starvsfókini á arbeiðsplássi
mínum, ið altíð hava verið
sera beinasom á so mangan
hátt, ikki minst tá Fridrika
lá sjúk og tað mangan lá illa
fyri hjá mær at verða til
arbeiðis, tí eg skuldi verða
um Fridriku og samtíðis
ansað børnunum.
Omman og abbin úti á
Frælsinum skulu eisini
hava eina stóra tøkk frá
mær og børnunum, fyri
tykkara altíð blíða lyndi
ímóti okkum, tí tit hava
sanniliga eisini merkt hvat
tað er at missa, men tykk-
ara gomlu vinir, mótvegis
okkara, hava nú verið sera
trúgvir at vitja tykkum, tað
er fløgandi at vita.
Ein
lítil
heilsan
og
áminning til tykkum, fa-
miljur og vinir at onkrum,
ið missir onkran kæran, sit-
ið ikki og bíði til tað verður
kallað á tykkum, um stuðul
ella hjálp tá slíkt hendir,
men takið tykkum saman,
støkkið inn á gólvið, tað
kostar einki, spyrjið hvussu
tað gongur og um tað er eitt
hvørt, tú kanst hjálpa við.
Tað tydningarmesta er
hóast alt at viðkomandi, ið
mist hevur, veit at tað er
onkur av hansara góðu vin-
um, ið hugsar um hann og
kemur bæði tá ið ástendur
líkasum til aðrar tíðir, tá alt
gongur væl, tí tað er ein
góður vinur eftir mínari
sannføring.
Tað seinastu tøkkina skal
systirdóttir mín J.á.L. hava,
tí er hon nevnd, ja so er hon
kend…
Kirkjugarðurin
Vit stóðu hjá gravstaðnum eina langa løtu, eftir at
Fridrika hevði nomið tað køldu svørtu moldina.
Síðani komu fólk framvið, tóku í hondina og onk-
ur tók um ein, men eina slíka løtu »registrerar« tú als
ikki alt rundan um teg, sjálvt um tú kennir hesi fólk-
ini á ein ella annan hátt, men tú ert, sum gingin í
stein.
Niðurboygd í sorg fóru vit, børnini oman á Hotel
Hafnia, at verða við til ervið eftir Fridriku, tað var
mær ein tung løta, saman við so nógvum fólkum,
men Fridrika var burtur um allar ævir.
Tað eru fleiri hundrað fólk rundan um teg, tú sær
tey øll, men bítur ikki nærri merki í hvørji tey eru,
bert tey fáu, soleiðis er tað bara.
Fólk koma og taka í hondina á tær og siga eitthvørt,
tað er jú hvat, ið sømir seg, men tað einasta tú hugsa,
hevði eg bara fingið frið og kunna verið næstan
einsamallur eina lítla løtu, tí tankar tínir eru als ikki
klárir í slíkari løtu. Ervið, fekk eisini sín enda, sum
alt annað her á fold…