leygardagur 23. desember 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 23. desember 2000
25
24
Nr. 248 - 23. desember 2000
gult cyan magenta svart
Á eini ferð til
Egyptalands er eingin
ivi um, at ein eigur at
vitja pyramidurnar
og helst eisini sigla
eftir Nilánni. Hesar
báða ímyndirnar av
allari heimsins
mentan yvirhøvur
FERÐAFRÁSØGN
Edvard Joensen
úr Egyptalandi
Barnadreymurin er gingin
út. Har stendur pyramidan.
Hesin stóri kolossurin av
eini grótrúgvu, sum upp
gjøgnum skúlaárini hevur
fylt ein við undran og
seinni alt fram eina tráðan
eftir at síggja hetta undur-
verkið. Og nú er tað knapp-
liga veruleiki.
Tað eru bara nakrir tímar
lidnir, síðan vit í Kastrup
lufthavnini í Keypmanna-
havn vóru hjástødd, tá
egyptiski
sendiharrin
í
Danmark klipti snórin og á
tann hátt staðfesti, at
nýggja
flogrutan
hjá
Mærsk Air millum Kastrup
og Kairo var latin upp.
Tað var við stórum
spenningi, at farið varð upp
í hetta bláa flogfarið, sum
hálvanfimta tíma seinni
skuldi seta meg av í Kario í
Egyptalandi. Hesum søgu-
ríka býnum, sum so nógv er
hoyrt og lisið um.
Rutan er kunngjørd á
arki, sum liggur í flogfari-
num, og av tí, at eg havi
fingið setur við vindeygað,
er spennandi at vita, um
nakar møguleiki verður at
síggja Europa soleiðis úr
erva á ferðini niður. Men so
varð ikki. Skýggjað var all-
an vegin, líka til komið var
at turkisku Miðjarðarhavs-
strondini.
Men Miðjarðarhavið er
sær sjálvum líkt og blinkar
blátt og skyggjandi til mín
her einar 11 km. uppi í luft-
ini.
So alt í einum er Egypta-
land undir okkum. Eitt
grønt, sera væl velt land við
einum silvurlittum, skygg-
andi bandi mitt tvørtur
ígjøgnum. Onkur smávegis
bugur á og onkrir armar,
sum stinga út higar og
hagar.
Hetta er Niláin. Lívgev-
andi æðrin hjá øllum hesum
fólki, sum her býr. Í
Egyptalandi búgva umleið
64 milliónir fólk. Og av
teimum búgva 90% í Nilda-
linum og Ósanum.
Hendan søguríka áin,
sum millum annað er bein-
leiðis orsøk til, at vit hava
álmanakkan. Hon var tað,
sum fekk gomlu egyptarar-
nar at rokna út, hvussu long
tíð var liðin, síðan seinasta
vatnflóðin var, soleiðis at
teir kundu vera til reiðar, tá
tann næsta kom, gera nyttu
av henni í veltunum.
Kairo
Fram við ánni breiðir seg
ein býur, sum bara tykist at
vaksa og vaksa. Brúnur og
gráur. Keðiligur á liti. So
knappliga ein grønur blett-
ur. Tað er eitt ítróttarstadi-
on. So eitt svimjistadion.
Vit nærkast jørðini, nú vit
fara at lenda um eina løtu.
Og vit flúgva tætt yvir mið-
býnum i Kairo. Jú, her eru
nýmótans háhús og hand-
ilsbygningar eru at síggja.
Vit fara vestur um ánna, og
býurin minkar aftur eitt
sindur.
Og har, beint undir okk-
um liggja so pyramidurnar.
Smáar og brúnar at síggja
til á mentanarkantinum.
Ein hvassur kantur. Markið
millum býin og oyðimørki-
na, sum byrjar her og røkk-
ur allan samlan vegin vest-
ur til marokkansku Atlants-
havsstrondina. Meira enn
1.001 dagar at ríða, siga
beduinarnir.
Áðenn eg líkasum rætti-
liga havi hugsað tankan, er
flogfarið vent inn yvir aftur
býin, og vit lækka spaku-
liga niður móti flog-vølli-
num.
Eitt er at koma úr flog-
farinum og gjøgnum øll tey
eftirlit, ein altíð hoyrir um,
skulu vera á slíkum støð-
Ávegis til søguna
Nútíðar eslið er meira
framkomið enn tey, vit
lesa um í Skriftini. Hetta
lat seg, saman við
tveimum neytum, flyta í
lastbili gjøgnum
ferðsluruðuleikan í Kairo
Mynd: Edvard Joensen
Kanska líkist hesin nútíðar egyptin Abrahami gamla, tá hann í síni tíð kom til Egyptalands á reiðdjóri sínum. Báðir hava teir í
hvussu er riðið fram við pyramiduni
Mynd: Edvard Joensen
um. Men ikki her heldur
enn í Havana ella niðri í
miðjum Afrika var nakar
sum helst trupulleiki at
koma út. Uttan fyri farstøð-
ina bíðar nýmótans bussur
við øllum, sum teir best út-
gjørdu europeiksku bussar-
nir hava í dag. Hann skal
flyta okkum tvørtur um
ánna og gjøgnum býin til
Mena House beint undir
pyramidunum, har vit skulu
búgva.
Ruðulleiki
Við góðum treysti varð
farið í bussin. Vit hava góða
tíð, áðrenn vit fara í býin at
hitta okkurt handilssam-
band hjá vertum okkara. Vit
skulu bara koyra gjøgnum
býin.
Mn tað vísti seg kortini at
gerast ein túrur, sum bara
varð ein tíma styttri, enn
flogferðin allan vegin úr
Danmark.
Kairo avdúkaði seg stutt
sagt sum ein stóran ruðul-
leika, allur sum hann var,
hendan seinnapartin. Tað
var so at siga ikki fram-
komandi, og vit fingu ríki-
ligan møguleika at eygleiða
gøtulívið í býnum á ferðini.
Koyrdu tveir tríggjar
minuttir og stóðu so í bíði-
røð einar fimm til tíggju.
Soleiðis áhaldandi allan
samlan vegin út til oyði-
markarkantin.
Men áhugavert var kort-
ini at sita og eygleiða
ferðsluna í hesum potti-
num. Minnast skal til, at
einar 16 milliónir fólk eru
skrásett í Kairo. Men al-
menn hugsan er, at har
búgva nógv fleiri. Og tey
búgva allastaðni, har ein
fermetur er tøkur. Sjálvt á
gamla kirkjugarðinum í
miðbýnum verður mett, at
meira enn 30.000 fólk hava
funnið sær bústað í goml-
um gravum.
Gravirnar eru bygdar
sum hús ella íbúðir, har so
heilar familjur verða grav-
settar. Í hesum húsum hava
so heimleys leitað sær
skýli.
Stórir, nýggir handils-
bygningar og nýmótans
hotel stinga seg upp fram
við ánni. Og ferðslan er
øgilig. Og larmandi.
Eins nógv og ferðslan er,
eins fjølbroyt og øðrvísi frá
okkara viðurskiftum er
hon. Øll vanligu akførini,
vit kenna av okkara leiðum
eru har. Og so tey gomlu,
sum egyptar hava brúkt í
túsundvís av árum. Rossið
og eslið trampaðu trúliga
eftir gøtunum. Annaðhvørt
við vogni afturút, klyv á
rygginum ella bara sum
reiðdjór hjá einumhvørjum,
sum vildi sleppa undan at
ganga.
Satt at siga høvdu hesi
kríatúrini í mongum førum
langt síðan verið avlívað
her hjá okkum, ella eigarin
í besta føri settur í geglið
fyri djóramishandling. Men
ivaleyst verður ikki gingið
so nógv upp í djóravælferð
á teimum leiðunum.
Og kortini sá eg fyri
fyrstu ferð í lívinum búfflar
og esil koyra í lastbili. Jú
ferðslan var av sonnum
fjølbroytt.
Pyramidurnar
Bara nakrar fáar hundrað
metrar
frá
hotellinum
standa hesi søgunnar stóru
undur. Hesi seinastu av
teimum sjey stóru undur-
verkunum frá antiktíðini.
Her hava tey staðið út
móti fimmtúsund árum.
Hava staðið sum varðar,
sum ferðandi hava sæð
næstan hundrað kilometrar
burtur á veg til ríki faroana.
Hesar bygningar hava bæði
Jósef og Móses havt fyri
eyga fleiri túsund ferðir. Og
eisini Abraham gamli hevur
heilt víst sæð tær, tá hann
vitjaði farao á sinni.
Eingin ivi er heldur um,
at Jesus á síni útlegd í
Egyptalandi
sum
smá-
drongur, hevur skoðað hes-
ar bygningarnar.
Og enn standa tær sum
tigandi vitnisburðar um
eina tíð, vit ikki duga at
skilja.
Hvørji vóru hesi fólkini,
sum bygdu hesar kolossar-
nar? Hvussu bóru tey seg
at, og hvørjum teknikki
ráddu tey yvir, sum gjørdi
hetta møguligt.
Nógv hevur verið skrivað
og gitt um, hvussu byggi-
meistararnir hava borið seg
at. Men ein sannroynd er, at
hvussu teir enn hava borið
seg at, hava teir skapt bygn-
ingsverk, sum ikki enn
hava sæð sín líka.
Nútíðar
elementvirki
hava nógv at læra av hesum
meistarum. Har varð ikki
fylt
við
Sikaflex
ella
betongi millum steinarnar.
Samankomingarnar eru so
tættar inni í pyramiduna, at
ein má leita eftir teimum.
Eg royndi at stinga knívs-
eggina inn í millum steinar-
nar, tá eg endiliga hevði
funnið samankomingina,
men tað var ógjørligt. Og
tað eru ikki smásteinar, vit
tosa um. Teir viga í meðal
hálvttriðja tons. Aftur ein
orsøk til bøvuðbrýggj hjá
granskarunum í dag.
Men tað, sum volt hevur
granskarum eina størst
høvuðbrýggj er, hvussu
Kheops pyramidan, tann
størsta, er bygd. Hvønn
kunnleika
høvdu
hesir
gomlum meistararnir?
Hon liggur nágreiniliga á
linju, sum býtir landjørðina
í tvey. Verður ein strika
gjørd gjøgnum pyramid-
una, er júst líka nógv land-
jørð eystan fyri sum vestan
fyri hana.
Hæddin er tann sama
sum radius á einum sirkli
við sama ummáli sum
samlaða ummálið av pyra-
miduni niðri við jørðina.
Verður longdin á pyra-
midusíðunum býtt við ein-
um sólári, t.v.s. 365,242
døgum,
verður
úrslitið
63,66 cm. Falda vit so hetta
tal aftur við 10 milliónum,
hava vit avstandin frá centr-
um Jarðarinnar til annan
Pólin.
Falda vit hæddina á pyra-
miduni við 1.000 millión-
um, skuldu vit fingið frá-
støðuna frá Jørðini til Sól-
ina. Av tí, at frástøðan er
148.200.000 km, mugu vit
ganga út frá, at pyramidu-
hæddin ikki hevur verið
146 metrar, men heilt ná-
greiniliga 146,2 metrar.
Her skal tað fyrivarni sjálv-
andi takast, at hæddin í dag
helst víkur eitt sindur frá
teirri upprunaligu orsakað
av teimum skaðum, pyra-
midan hevur fingið gjøg-
num øldirnar, bæði av veðri
og fólkaávum. Sama er
galdandi við síðumálunum,
sum haldast mugu at hava
verið 232,8 m, heldur enn
teir núverandi 227 metrar-
nar.
Vit vita jú, at rættiliga
nógv grót er tikið uttan av
pyramidunum til byggitil-
far upp gjøgnum tíðirnar.
Eftir stendur so spurning-
urin um, hvussu teir hava
gjørt. Hvønn teknikk hava
teir nýtt? Kendu teir okk-
urt, vit ikki kenna til?
Ein spurnignur, sum sett-
ur hevur verið, er hvussu
teir fingu ljós inn í pyra-
miduna. Fram til endan av
nítjandu øld kendu vit bara
til osandi oljulampur sum
ljóskeldur. Men ávíst er, at
ikki ein einasti osblettur er
at finna nakrastaðni inni í
pyramyduni.
Hugurin vendir aftur til
gomlu,
eysturlendsku
ævintýrini, har fult er av
flúgvandi teppum, andum í
lampum og borðum, ið
verða reidd eftir ordra. Fyri
ikki at tala um boðini:
»Sesam, Sesam, lat teg
upp.«
Var hetta kanska ein
møguleiki fyri at flyta hesar
umleið 2,5 milliónir byggi-
klossurnar, sum viga fleiri
tons, aftur og fram?
Við øllum hesum í við-
førinum og rættiliga stórum
vónum varð við góðum
treysti fari inn í Kheops
pyramiduna, hóast sagt
mangan hevur verið, at har
er myrkt og skjótt at fáa
klaustrofobi.
Men her var størsta vón-
brotið á túrinum. Har var
als eingin atmosfera yvir-
høvur. Í heilaga navni
ferðavinnunnar
og
við
dollarteknum í eygunum,
hava egyptar fullkomuliga
oyðilagt pyramidurnar fyri
at gleða turistarnar.
Allan vegin gjøgnum
gongir og kømur inni í
pyramiduni skygdi sker-
andi og vamlislig neonljós í
hesum boðbera ættfedra
heimsmentananar.
Eitt rættiligt antiklimaks.
Ferðavinnan dugir eisini at fáa vinning burtur úr Nilánni. Í Kairo standa marglætishotel og
nýmótans handilsbygningar fram við áarbakkanum, meðan ferðafólkaskipini liggja við
bryggjurnar
Mynd: Edvard Joensen
Hvussu gomlu
egyptararnir hava borið
seg at, tá teir hava flutt
hesar klettarnar, er
framvegis ein gáta