Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 248 - 23. desember 2000 Nr. 248 - 23. desember 2000 23 gult cyan magenta svart Hernaðarmál og tann politikkur, sum hevur samband við slík viðurskifti, hevur stóran týdning glo- balt og fyri einstakar tjóðir. Í Føroyum hava vit ásannað, at myndugleikarnir hava dult mangt í hesum sambandi fyri føroyingum. Hern- aðarliga støðan í heiminum yvirhøvur og eisini á okkara leiðum ger, at vit mugu verða varin og fylgja við í tí sum hendir, heldur Jákup Thorsteinsson, søgu- frøðingur SØGUGRANSKING Eyðun Klakstein Seinastu tvey árini hevur hann kastað ljós á ókend politisk og hernaðarlig við- urskifti í Føroyum. Hann hevur staðfest, hvussu tað dulda politiska spælið var, tá hernaðarligar útbyggingar skuldu gerast í Føroyum í fimtiárunum, og hann hevur lagt fram týð- andi upplýsingar um her- naðarpolitisk viðurskifti upp gjøgnum tíðina. Jákup Thorsteinsson skrivaði frágreiðingina Hernaðarmál og politikk- ur, sum var onnur av tveimum frágreiðingum í Svørtubók. Hetta var ein ávegisfrágreiðing um støðu Føroya í kalda krígnum, og fyrr í ár gjørdi hann eina ískoytisfrágreiðing til hesa frágreiðing. - Tá eg fór undir arbeiðið til Svørtubók, fekk eg eina fatan av politisku støðuni í Føroyum, sum eg ikki var greiður um frammanundan. Knappliga bar tað til at síggja, at altjóða áhugi hev- ur verið fyri Føroyum, og tað bar eisini til at stað- festa, at Føroyar hava havt eina týðandi strategiska støðu í Norðuratlantshavi- num, sigur Jákup Thor- steinsson. Hann tók útbúgving sum søgufrøðingur í Keyp- mannahavn í 1972, og í 1990 vardi hann doktararit- gerð á universitetinum í Århus. Hann starvaðist í 16 ár sum lærari á Studenta- skúlanum í Hoydølum, men síðani 1990 hevur verið embætismaður og gransk- ari. - Eg havi havt áhuga fyri søgu, síðani eg var smá- drongur, og fyri meg var tað púra náttúrligt, at eg fór at lesa søgu eftir studenta- skúlan. Fakið hevur altíð hugtikið meg. Tað er mill- um annað tankin um, at tað hava verið onnur og øðrvísi samfeløg, sum hevur verið spennandi, sigur hann. Keldurnar eru lykilin Søguskrivingin er gomul. Grikkarnir skrivaðu søgu, hóast tað var øðrvísi søgu- skriving enn tann, vit kenna í dag, og teir grundløgdu nakrar av teimum grund- leggjandi lutunum innan søguskriving. Tá snúði søgan seg fyrst og fremst um gerðir hjá djørvum monnum, kongum og londum, og hetta slag av skriving sæst eisini aftur hjá Saxo í Danmark og ís- lendskari søguskriving í miðøldini. Lykilin til søguskriving er keldutilfar. Søguligar keldur eru alt tað sum sigur frá, at fólk hava livað og virkað, og tað finnast bæði skrivaðar og óskrivaðar keldur - søgugranskarar nýta tó ofta skrivligar keld- ur, serliga í verki sum Hernaðarmál og politikkur. - Fyrst og fremst snýr tað seg um at finna keldurnar fram, síðani skulu tær við- gerast og greinast, og har er tað, at keldukritikkurin hevur ein týðandi leiklut, tí hann skal avgera, hvat av tilfarinum kann brúkast, greiðir Jákup Thorsteinsson frá. - Søguskriving er at skriva um um menniskju til ymsar tíðir, at læra av tí og at gera eina mynd av fortíð- ini, sum er so saklig og neyv sum gjørligt. Tað er ikki einfalt at tosa um objektivitet og subjektivi- tet, men søguskrivarar skulu hava ein sakligan hugsunarhátt og viðgerðar- hátt. Tað er eitt gott og er- ligt mál at hava, tá tú viðger søguligt tilfar, sigur Jákup Thorsteinsson. Søgan endurtekur seg - ikki Søguskrivingin er nógv broytt frá fyrstan tíð og fram til dagin í dag. Serliga síðani 18. og 19. øld kann tosast um eina veruliga fak- liga søguskriving, sum í granskingarprinsippum og høvuðstankum líkist øðrum vísindaligum logiskum hugsunarhátti. Hendan søguskriving skal viðføra eina so pro- fessionella lýsing sum gjør- ligt av søguligum viður- skiftum. - Eg kann ikki hugsa mær føroyingar sum søguleysur. Søgan er - hóast hon ikki øll er faksøga - ein avger- andi partur av føroysku mentanini, og tú hoyrir í dagligari talu, hvussu nógv føroyingar tosa um gamlar dagar. Eitt søguleyst fólk hevði verið eitt fólk uttan minni, tí søga er eisini minni. Ein av teimum slitnu vendingum, tá tað snýr seg um søgu, er, at søgan endurtekur seg, men tað ger hon ikki. - Søgan endurtekur seg ikki. Hon kann ikki endur- taka seg, tí tað, sum er hent einaferð, kann ikki henda aftur á sama hátt. Persónar- nir eru deyðir, og fortreytir- nar fyri hendingunum eru broyttar, men líknandi hendingar kunnu koma fyri - hendingar sum minna um tað, sum fór fram í gomlum tíðum, vísir Jákup Thor- steinsson á. - Tá vit hava við søgu at gera, tosa vit um eina vís- ind, sum ikki er tann sama sum onnur vísind. Tað er eitt sindur lættari at ávísa objektivar sannleikar, tá tú arbeiðir við aðrari vísindi, men ein søgufrøðingur skal royna at vera sakligur sum gjørligt, og hann skal royna at lýsa eitt evni út frá fleiri sjónarmiðum fyri at fáa javnvág í. Søguskriving uttan gølur Løgtingið samtykti í apríl mánaði í 1996, at skjøl, sum kundu lýsa hernaðar- ligu støðu Føroya undir kalda krígnum, skuldu savnast. Hesi skjøl skuldu finnast í Føroyum, Dan- mark og USA. Løgmaður setti ein stýrisbólk við fýra fólkum at standa fyri hesum arb- eiði, og Jákup Thorsteins- son var ein av hesum. Hann leitaði saman við Jóannesi Dalsgaard eftir skjølum í Danmark, og hann skrivaði ávegisfrágreiðingina um hernaðarmál og politikk, sum leggur nógvar nýggjar upplýsingar á borðið. - Tú skalt verða varin í hernaðarligari gransking, men tú skalt leggja fram tað, sum hevur almennan týdning. Tað sum føroying- ar hava krav um at kenna er, hvør føroyski leikluturin var, og hvussu politiski leikurin fór fram. Nógv av tí, sum fór fram, var dult fyri føroyingum at politisk- um orsøkum, sigur Jákup Thorsteinsson. - Søguskriving skal ikki gerast til sensatiónir og gøluskriving, og tað haldi eg heldur ikki, at tað er gjørt í Svørtubók. Nógv verður avdúkað, men har ræður um at skriva tað, sum tað er. Svartabók er ikki ein verulig søgulig ritgerð, tað er ein frágreiðing. Meira arbeiði skal gerast, áðrenn talan kann vera um eina fakliga ritgerð, men ein møguleiki er, at søgufrøð- ingar halda fram við arb- eiðnum, og tað so seinni verður til veruligar ritgerð- ir, og so kemur rættilig vís- ind uppí. - Tað evni, sum er við- gjørt í Svørtubók, skulu vit ikki brúka til at sláa nakran í høvdið við. Vit skulu læra av tí og siga, at vit mugu vera varin framyvir. Kalda kríggið er kanska liðugt, men heimurin er ikki av- vápnaður, og tað verður hann neyvan, sum støðan nú er við nýggju verju- ætlanini hjá USA og aðrari hernaðarligari útbygging - eisini í triðja heiminum. - Eg kann ikki avvísa, at líknandi hendingar, sum eru viðgjørdar í Svørtubók, fara at koma fyri aftur - at sannleikin verður duldur fyri føroyingum um her- naðarlig mál. Tí mugu føroyingar og føroyskir pol- itikarar verða varnir. - Vit kunnu ikki hava eina politiska skipan sum ger, at okkara politikarar gerast til statistar í altjóða politikki, tá tað snýr seg um føroysk mál og um lagnuna hjá føroyingum. Eg skal ikki tosa politikk, men eg kundi ynskt mær, at føroyskir politikarar fingu størri ávirkan í eitt nú hernaðar- málum. Politikarar og fjølmiðlar sakligir Jákup Thorsteinsson var var um 16 ára gamal, tá støðin í Mjørkadali varð bygt, so hann minnist tíð- ina. Hann minnist mótmæl- ini og blaðskrivingina, og tí hevur tað eisini verið áhugavert hjá honum at viðgera hetta evni sum søgufrøðingur. - Teir politikarar, sum tá sótu í andstøðu vóru sera atfinningarsamir móti tí, sum fór fram. Fólk vóru eisini nervøs, og tað vóru nógv illgitingar. Soleiðis verður tað altíð, tá tú fjalir nakað fyri fólki. - Tá tú arbeiðir við eini fakligum evnum, verður tín uppfatan av tí broytt, tí tú fært størri vitan og innlit í evnið. Soleiðis hevur tað eisini verið, nú eg havi arbeitt við hernaðarmálum og politikki. Tað hevur helst eisini ávirkað mína politisku fatan, heldur Jákup Thorsteinsson. Svartabók staðfestir, at føroyskir politikarar for- máddu sær lítið í tí stór- politiska spælinum, sum er Fortíðin krevur at føroyingar eru varnir - Tá eg sá, hvussu nógv amerikumenn vistu um Føroyar, trúði eg, at tað var lygn, sigur Jákup Thorsteinsson. Mynd: Jens Kristian Vang kring hernaðarlig viður- skifti. - Tað vóru tey stóru lond- ini, sum avgjørdu hvat skuldi henda innan verju- politikkin. Eitt lítið land sum Danmark hevði lítið at siga, og enn minni høvdu Føroyar nakra ávirkan. Í amerikanskum keldum ber til at síggja, at í Wash- ington var tosað um, at kan- ska áttu danir at havt verið eitt sindur meira opnir mót- vegis føroyingum í hesum málum. Beinleiðis hernaðarligir loynidómar kundu ikki ger- ast almennir, men ameriku- menn hildu, at danir vóru ov varnir, tá teir góvu før- oyingum upplýsingar um hernaðarlig viðurskifti. Tað kundi beint fyri nakað av óttanum hjá fólki, hildu teir. - Eftir at Svartabók kom út, eru tað nógv fólk, sum eru komin til mín og hava havt hug at tosa við meg um hana. Og tá tú so eisini tekur við, at Svartabók rættiliga skjótt varð útseld, má áhugin fyri hesum evnunum metast at verða stórur. Eg eri glaður fyri tær samrøður, sum eg havi havt við fólk um bókina. Fólk hava víst áhuga, og tey minnast tíðina, sigur Jákup Thorsteinsson. - Fyri meg hevði tað stór- an áhuga, hvussu Svarta- bók varð móttikin av fjøl- miðlum og alment annars. Og eg eri fegin um, at hon var móttikin á ein sakligan hátt, og viðgerðin í fjøl- miðlunum var góð og pro- fessionell. Bæði politikarar og fjølmiðlar hava víst, at teir hava dugað at handfarið bókina. Tímir ikki tannleysa søguskriving Uppgávan hjá søgufrøðing- um er at finna alt hugsandi tilfar fram um tey viður- skifti, sum teir skulu royna at lýsa. Tá tilfarið er fingið til vega, skal søgufrøðingurin tulka tað og royna at stað- festa, hvat tað var, sum fór fram. - Tú kanst gera ein niður- støðu, tá tú hevur viðgjørt eitt evni nóg keldukritiskt og nóg gjølla fakligt. Í Svørtubók havi eg gjørt nakrar niðustøður - lutvíst politiskar og lutvíst hernað- arpolitiskar - og tað haldi eg skal gerast. Gert tú ikki eina niðurstøðu í sambandi við slíka søguliga lýsing, so verður hon tannleys, og eg tími ikki tannleysa og einkisigandi søguskriving, sigur Jákup Thorsteinsson. - Tær niðurstøður, sum eg havi gjørt, kunnu sjálvandi diskuterast, tí verkið er ikki liðugt. Vit hava góðar keld- ur, bæði úr USA og úr Dan- mark, til at byggja hesa søguskriving á, men hevði eg skrivað Svørtubók sum eina ritgerð, hevði eg fingið meira fjølbroyttar og betri lýsingar og niðurstøður. Tað er ikki altíð lætt at gera eina rættvísandi mynd av søguligum hendingum, men betri skjalatilfar ein søgufrøðingur hevur, og meira nágreiniliga hann ar- beiðir, lættari er at gera eina haldbara niðurstøðu. - Eg havi ávarað ímóti, at ábyrgdarfólk frá tíðini 50’unum og 60’unum verða einsíðis dømd av fólki, tí hóast tað ber til at vísa á, hvat er farið fram, kann tað vera hent nakað afturat, sum vit einki vita um. Tað kann kanska broyta eina niðurstøðu til tað betra. - Eg veit ikki nóg mikið um munin ímillum danska og amerikanska skjalalóg- gávu, men fyri mær tykist tað, sum amerikumenn eru meira opnir, tá tað kemur til søgulig skjøl. Tilfarið úr USA og Danmark er sera umfatandi, men eg kann ikki við vissu siga, at vit hava fingið innlit í øll skjøl. Tað ber ikki til at vita í slík- um førði, tí tað kunnu verða skjøl, sum myndugleikarnir halda vera av so stórum týdningi fyri samfelagið, at tey kunnu ikki gerast al- menn. Ovfarin av vitanini hjá USA Ein av teimum spurning- unum, sum søgugranskarar skulu taka støðu til, tá teir lýsa søguligar hendingar, er, hvussu nær teir kunnu fara persónunum, sum hava við málini at gera. Í her- naðarligari gransking er hesin spurningur kanska serliga eymur, tí talan er ofta um umstrídd mál. - Í eini slíkari frágreiðing sum Svørtubók skulu vit halda okkum frá tí, sum bara hevur við persónlig viðurskifti at gera. Politik- arar og embætisfólk taka avgerðir og handla undir ábyrgd, og tá hesar avgerðir hava við málið at gera, skulu tær leggjast fram, sigur Jákup Thorsteinsson. - Um vit til dømis ikki høvdu lagt tað fram, sum snúði seg um vitanina hjá føroyskum og donskum politikarum í sambandi við hernaðarmál, so hevði meiningin við Svørtubók verið burtur. Í arbeiðnum við Svørtu- bók vóru persónligar upp- lýsingar lagdir til viks, tí tær vóru óviðkomandi fyri frágreiðingina. - Tá eg sá, hvussu nógv amerikumenn vistu um Føroyar, trúði eg, at tað var lygn. Teir høvdu lýst før- oyska samfelagið út í æsir. Teir vistu vinnuvegirnar hjá okkum, hvussu veik fiski- vinnan var í 50’unum, hvussu nógvan fisk vit seldu, hvussu nógvir skúlar vóru í Føroyum, hvussu nógvir politiskir flokkar vóru í landinum, og teir kendu nøvnini á øllum teimum týðandi politikaru- num, mentafólki og em- bætisfólki. - Í skjalatilfarinum úr USA eru nógvar lýsingar av føroyskum politikarum og av donskum og føroysk- um embætisfólki, men tá upplýsingarnar hava snúð seg um privatlívið hjá hes- um fólkum, havi eg latið tær ligið. Høvdu hesar upp- lýsingar havt politiskan týdning, hevði eg sjálvandi lagt tær fram. Amerikumenn gjørdu persónlýsingar av øllum teimum týðandi politikar- unum og embætisfólkinum, kannaðu hvørjar teirra sterku síður vóru, og hvørj- ar teirra veiku síður vóru. Teir fingu sínar upplýsing- ar frá til dømis amerikanar- um, sum vóru í Føroyum, frá føroyingum, frá ríkis- umboðnum og frá donskum ráðharrastovum. - Eg kundi havt tagt hetta heilt burtur, men eg valdi at nevna í Svørtubók, at hesar upplýsingar finnast, tí tað er púra vist, at eftir meg fara søgufrøðingar at gran- ska hetta tilfarið, og tá fara teir at koma fram á hesar upplýsingar, sum eg ikki havi tikið við. Ongar avdúkingar eftir USA vildi vita, hvussu føroyska samfelagið var samansett, og hvussu við- urskiftini vóru her hjá okkum, tí NATO skuldi gera stórar íløgur her. Teir fylgdu við í stóru verkføllu- num, sum vóru tá, og teir fylgdu eisini væl við í eitt nú læknastríðnum í Klaks- vík. - Amerikumenn vóru áhugaðir í friði og javnvág í Føroyum, og teir vildu ikki hava politiska og sosiala ónøgd í landinum. Tí søgdu teir dønum, at teir máttu lata føroyingar fáa somu sosial og livikor sum danir. Hetta gevur úrslit síðst í fimtiárunum, tá føroyingar fáa lóg um fólkapensjón, og aðrar ábøtur verða gjørdar, so tað verður lættari at búgva í Føroyum. Nøkur ár seinni staðfesta ameriku- menn, at nú hava føroying- ar tað betri, og nú eru teir ikki so politiskir, eitt nú í tjóðskaparmálum, sum teir vóru fimtiárunum. - Eg havi ikki latið nakað týðandi skjal ligið eftir í mínari viðgerð, og eg vil meta, at við tí sum nú er skrivað, verða tað neyvan fleiri avdúkingar innan her- naðarmál og politikk. Tað verður neyvan nakað, sum broytir tað fatan, sum vit hava fingið burtur úr okk- ara gransking, heldur Jákup Thorsteinsson. - Fakliga verður frágreið- ingin uttan iva betur, um føroyingar fáa upplýsingar úr Eystureuropa. Tað er viðkomandi at fáa at vita, hvat Warzawa-londini hildu um viðurskiftini í Føroyum, og hvønn leiklut hildu tey okkum hava. Løgmaður hevur boðað frá, at ein kanning í skjala- goymslum eystanfyri skal setast í verk fyrst í komandi ári. Tá hendan kanning kem- ur á mál einaferð í framtíð- ini, vita vit helst enn meira um føroysku støðuna og leiklutin undir kalda krígn- um. Hetta er kanning og søguskriving, sum skal avdúka dulda virksemið og onnur hernaðarlig og politisk viðurskifti í sam- bandi við hernaðarmál í Føroyum, og hetta er ein søga, sum føroyingar meta sum sín rætt kenna. - Vit kunnu ikki hava eina politiska skipan sum ger, at okkara politikarar gerast til statistar í altjóða politikki, tá tað snýr seg um føroysk mál og um lagnuna hjá føroyingum, heldur Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur. Mynd: Jens Kristian Vang