Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 23. desember 2000 21 gult cyan magenta svart 20 Nr. 248 - 23. desember 2000 gult cyan magenta svart Eins og Abraham á sinni reistist at taka í móti ókunnumonn- unum, sum komu fram við tjaldi hansara, komu nútíð- ar egyptararnir við tónleiki og trummu- slátti gestum sínum á møti FERÐAFRÁSØGN Edvard Joensen úr Egyptalandi Oyðimarkarnáttin liggur tung og bikasvørt yvir okk- um, meðan vit í bussi krúpa eftir einumhvørjum asfal- teraðum vegi í sandinum, sum bara bussførarin tykist vita av. Langt burturi einastaðni har úti í náttini blaktra nøk- ur ljós. Einsamøll; burtur frá øllum bygdum og mannagongd. -Tað man vera hagar, vit skulu, verður hugsað, með- an bussurin ger enn eitt sving á hesum oyðimarkar- vegnum, sum ikki tykist vera har. Ljósini har úti hvørva, og bara sandurin er at síggja í ljósunum frá bussinum. So svingar hann aftur. Undan einum sand- heyggi koma vit, og knapp- liga eru ljósini beint hjá okkum. Nakrir kyndlar, sum standa fram við veg- num. Nú er eingin ivi. Hetta eru vegvísarar okkara, sum fara at leiða okkum at tjaldinum, vit skulu vitja til tess at eta og síggja undir- hald, sum beduinarnir iva- leyst hava brúkt tað í tús- undir av árum. Og kyndlarnir leiða fram til eitt størri ljóshav, har nógv fólk er at síggja. Har stendur ein væl mannað móttøkunevnd við klari- nettum og trummum, kyndlum og so sanniliga eisini einum rossi. Menn. Bara menn. Tað kennist ein ramur oljuroykur frá kyndlunum, meðan dustskýggini spaku- liga leggja seg aftan á okk- um, tá vit stíga út, og einir fýra, fimm ovurblíðir menn í síðum hvítum, arabiskum klædnabúna bjóða okkum vælkomnum. Teir sótu í tjalddurum sínum, hóast tað sum hjá Abrahami ikki var í mid- dagshitanum. Men teir fóru á føtur, beinanveg gestirnir komu framvið, og boðið var inn í tjaldið, so gesturin kundi rinda møðina og fáa okkurt at styrkja seg við. Dansandi ross Ein ungur maður á hvítum arabararossi er við í fylgi- num, sum tekur í móti okk- um. Tá spælimenninir hava leikt tað fyrsta lagið, sum býður okkum vælkomnum, tekur reiðmaðurin rossið inn á økið, sum er millum móttøkunevndina og gestir- nar. Spælimenninir tríva í eitt hvínandi, monotont lag, sum rossið tó tykist kenna væl. Tí rossið fer at dansa við unga manninum á baki. Og tað má sigast at vera rættiliga væl vant, tí ongan- tíð misti tað stevið. Men ikki skuldi hesin dansur gerast tann seinasti, vit upplivdu á hesi vitjan í beduintjaldinum í egypt- isku oyðimørkini. So langt burtur, at ikki so frægt sum glæman frá milliónabýnum Kairo var at hóma á luftini. Oyðimørk í orðsins sanna týdningi. Og stein- deyð lá kolasvarta náttin rundan um okkum. Eg fór eitt sindur burtur- frá. Vildi síggja stjørnu- himmalin her niðri, hvussu ólíkur hann mundi vera okkara egna. Hevði altíð hoyrt, at her skal vera so klárur himmal, men mátti tó sanna, at nakað av támi var, sum køvdi eitt sindur. Ikki tí. Onkur stjørnu- mynd var kortini, sum kendist aftur. Bæði Cassio- peia og beltið hjá Orion só- ust týðiliga. Og so ein rúgva av øðrum, sum eg ikki fekk skil á. Hesar stjørnurnar. So ómetaliga langt burtur. Og so nær kortini. Men so gamlar. Hugsa tær til. Hesum somu stjørnum hevur Mós- es navigerað eftir, tá hann flýddi undan Farao á sinni. Og undan honum hava synir Jákups sæð tær, tá teir fóru til Egyptalands at keypa korn. Og langabbi teirra, Abra- ham, tá hann í síni tíð var á hesum leiðum. Og allir teir gomlu egyptararnir, sum bygdu hetta landið. Og...... Nei, her er best at halda upp at og sleppa sær inn í tjald- ið, har borðreitt fer at verða hvørja løtu. Í orientalskum gildi Tað standa nógv smá borð inni i stóra tjaldinum. Komi skjótt eftir, at hetta tjaldið vist er sett upp her bert fyri okkara skuld. Minnir eitt sindur um stóru dansitjøld- ini á føroysku stevnunum, men kortini nakað heilt annað. Tað er tjaldað innan við teppum. Gólv lagt niður á sandin. Men tann uppruna- liga ljóskeldan, ein væntar her úti í oyðimørkini, er ikki. Her er elektriskt ljós. Rímiligvís frá onkrum mo- tori einastaðni, sum vit tó ikki hoyra, hvuss tað so enn ber til. Seks eru spælimenninir, sum sita fram við tjaldvegi- num í arabiskum klædna- búna við elektriskum ljóð- førum í hondini. Og ein ungur maður í leðurjakka og blonkum skóm stendur við eini mikrofon á gólvi- num. Soleiðis er við ferða- vinnuni. Vit sessast við smáu borðini og vænta líkasum, at her kemur onkur at bera okkum matin. Men nei. Tað er at fara sjálvur upp til langa borðið við borðiskinum og fáa tær uppá. Tað er altíð spennandi at royna nýggjar rættir í nýggjum londum ein vitjar fyrstu ferð. So nú er bar at halda seg framat. Pitabreyð er jú arabiskt, so tað skuldi verið rættiliga kent. Kokkurin - hann er í hvussu er klæddur í hvítum við høgari húgvu - gongur hinumegin borðið og greið- ir frá, hvat er í teimum ymsu rættunum. Og eingin grund er til at halda seg aftur. Hóast ókent, slíkt sum helst ikki hevði verið sett á føroyska nátturðaborðið, má sigast, at maturin var frálíka góð- ur. Føroyingar eiga at læra nakað av øðrum tjóðum, tá vit tosa um matgerð. Før- oyskur matur er mangan sera keðiligur og einkisig- andi. Einki sum helst verð- ur gjørt burturúr. Tað van- liga - tað traditionella - veður sett á borðið. Helst skal rúgvan vera stór, so ífyllan er í lagi. Eini tíggju ymisk sløg av salati, sum Hann sat í tjalddurum sínum Okkara Saloma vísti síni kynstur á dansigólvinum... Mynd: Edvard Joensen kortini øll smakka líka, er ikki óvanligt. Men her úti í oyðimørk- ini var eingin ivi um, at kokkurin legði æru í at gera eitt listaverk úr matinum. Synd var tí, at umstøðurnar at halda heitt ikki vóru eins góðar, og tær helst hava verið á einumhvørjum góð- um hotelli í Kairo, har hann ivaleyst arbeiðir dagliga. Men á borðendanum stóð nakað, sum eingin ivi stóðst av. Eitt heilstokt lamb við høvdi og øllum. Beinini vóru skorin av, og høvdið flett ella skrædlað, áðrenn alt krovið varð grillstokt. Soleiðis hevur Abraham ivaleyst eisini borðreitt fyri sínum gestum. Tó at tað stendur um teir tríggjar, sum vitjaðu hann í Mamre- lund, at teir fingu kálv, er eingin ivi um, at onkur seyður eisini hevur verið borðreiddur á hendan hátt. Eg haldi meg framat. Har innan fyri borðið stendur tænarin til reiðar at skera mær ein góðan bita. Eg hyggi at honum, og hann flaksar óført og roynir á góðum enskum máli at sannføra meg um, at hetta er góður matur. Jú, eg eri ikki í iva. Tað er meira manninum, eg hyggi at. Tænaranum. Somu støðu hevur hann, sum Eleazar, húskallur Abra- hams. Hin úr Brúðarvísuni. Man hann hava sæð so- leiðis út? Kanska var tað hann, sum slapp at borð- reiða kálvin fyri Harranum í Mamre? Salome So byrjaði undirhaldið. Tað var dansur eftir tónleiki- num, sum spælimenninir fram við tjaldvegginum spældu undir. Nøkur ungfólk komu fram á gólvið og fóru at dansa ymsar arabiskar fólkadansir. Veipaðu við ør- mum, og ringdu mjadnar- nar. Løtt á føti og snúðu sær, so ein skuldi hildið, at tey gjørdust í ørviti. Men ikki bilti. Og alla tíðina sang ungi maðurin í leðurjakkanum langan, drynjandi og eins- tónandi afturvið. Undraðist viðhvørt á, hvussu tey funnu nakað stev til tón- leikin. Men ikki bilti. Tað lá bara rættliga væl fyri. Tað stendur einki um tað í Fyrstu Mósebók, men iva- leyst hava gestir Abrahams eisini verið stuttleikaðir við slíkum undirhaldi, hóast musikinstrumentini hava verið heldur primitivari. So eru knappliga øll burt- ur. Men tað er heilt skjótt, at ein ung kvinna við onkr- um løttum ljósareyðum flákrandi uttan yvir sær, kemur í tjalddyrnar, og tón- leikurin tekur at spæla. Í hesum mansdominer- aða veitslulagnum er knappliga ein hálvnakin kvinna einsamøll á gólvi- num, meðan øll eygu eru vend móti henni. Hon lyftir akslarnar eitt sindur, spískar varrarnar og ristir mjadnarnar, sum hava ivaleyst av fóðring, so tað sæst væl, tá tær verða ristar. So byrjar hon at dansa. Ein fremmandan dans, sum ikki er vanligur norðuri á okkara leiðum. Í hvussu er ikki í teimum dansifeløg- um, eg havi upplivað í Føroyum. Hugurin rennur aftur til søguna hjá Markusi um føðingardagin hjá Heródesi Antipas. Heródes lá til borðs á Makærus borgini, hagar hann var flýddur saman við elskarinnuni, konu beiggj- ans. Hann var ræddur fyri, hvat fyrrverandi verfaðirin, ein forsmáddur arabara- kongur úr oyðimørkini, kundi fara at finna uppá. Tí var hann flýddur og hevði gyrt seg inni í hesi óhugna- ligu borgini, har ein dóma- dagsprædikantur, nevndur Jóhannes, sat fongslaður í onkrum kjallara. Og Saloma dansaði fyri Heródesi og gestum han- sara. Hon var yngri, enn hendan nútímans leiksystir hennara eftir øllum at døma er. Men dansurin kann væl hava verið tann sami. Okkara Saloma ringir seg eftir gólvinum. Viðhvørt tykist, sum hon einki hugs- ar um tónleikin. Tað sær í hvussu er ikki út til, at hon dansar eftir honum. Nærk- ast monnunum viðhvørt og er so mitt á gólvinum aftur. Aftur og fram. Einstáttað men hugtakandi kortini. Og tankarnir leita aftur til frágreiðing Markusar, með- an tú situr líkasum og bíðar eftir, at ein tænari fer at koma við einum høvdi á einum fati. Í staðin kemur okkara Saloma yvir móti mær og rættir armin út. Býður upp at dansa. Ups! Her er einki at gera annað enn at fara upp á gólv, hóast hetta ikki verður Seyðamaðurin á Sondum ella nakað sum líkist, ið nú verður byrjað. Spælimenninir tríva í aftur sínar hvínandi tónar, og Saloma ristir og ringlar við kroppinum, meðan eg, ólukkudýrið, standi har sum ein onnur saltsúla. Men illanstíð skulu ferðafelagarnir hava tað at flenna at, so eg geri nøkur sprell. Havi einaferð lært nøkur skotsk dansistig, og tey royni eg so her á tjald- gólvi Abrahams einastaðni úti í myrku, egyptisku oyði- mørkini. Men ikki man hava verið so galið kortini. Klappað varð, og eg slapp heilur aft- ur í bussin. Vð høvdi og øll- um. Klárur at fara eftir nýggj- um ævintýrum dagin eftir. Undrunarvert var, at dansarin ikki gjørdist púra í ørviti sum hann mól og snaraði til tess at undirhalda gestunum Mynd: Edvard Joensen Ferðavinnan brúkar eisini søguna. Hesin varðmaðurin stóð uttan fyri dyrnar og beyð gestunum vælkomnum ein túr aftur í søguna Mynd: Edvard Joensen