Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 23. desember 2000 19 18 Nr. 248 - 23. desember 2000 gult cyan magenta svart Úr Kuala Lumpur til Vágs Lian Sim Lim er upp- vaksin beint uttan fyri milliónbýin Kuala Lumpur í Maleisia. Tá hon var 20, flutti hon til París og seinni til Keyp- mannahavnar. Nú er hon vorðin vágb- ingur, hevur keypt hús og starvast sum studentaskúlalærari FJAKKARI Orð: John Johannessen Myndir: Jens K. Vang — Føroyingar eru so fittir, fyrikomandi og hjálpsamir. Teir minna meg á gomlu maleisarnir, eg minnist frá mínum barndómsdøgum. Soleiðis lýsir 50 ára gamla Lian Sim Lim úr Maleisia føroyingar. Lian hevur búð í Vági seinastu seks árini, og hon er fegin um at búgva har. Tá Lian flutti til Vágs, visti hon einki um Føroyar, men hon helt tað vera áhugavert at royna nakað nýtt í eina tíð. — Tað var heilt av tilvild, at eg flutti til Føroya. Eg fekk gjøgnum arbeiðsávís- ingina hjá donskum stu- dentaskúlalærarum tilboð um at søka starv á einum skúla í Føroyum, sum kallaðist Miðnámsskúlin, og eg valdi at søkja, greiðir Lian frá. Tá hon søkti starvið í Vági, arbeiddi hon sum skrivari fyri Vesterbro Byfornyelse í Keypmanna- havn, men hon vildi kortini fegin hava starv sum studentaskúlalærari. — Tá eg søkti, visti eg ikki annað um Føroyar, enn at landið var til. Eg hevði hoyrt um hetta landið í barnaskúlanum heima í Maleisia. Tí tók eg mær nakrar ferðavinnufaldarar um Føroyar á eini ferða- skrivstovu hjá DSB og las teir ígjøgnum, so eg ikki var heilt á berum, greiðir Lian frá og lær hart. Tá Lian fekk at vita, at hon hevði fingið starvið, setti hon sum treyt, at kin- verski tempulhundurin, Lady, skuldi sleppa við til Føroya, annars kom hon ikki. Men landsins lógir skulu haldast, og tí mátti Lady í karantenu, beinanvegin hon kom til Føroya. Veruligur vágbingur Sáttmálin, sum Lian í 1995 gjørdi við Miðnámsskúlan í Vági var bert fyri tvey ár, tí hon ivaðist stórliga í, hvussu hon fór at trívast í lítla landinum, Føroyum. Lian hevur nevniliga alt lív- ið búð í milliónbýnum — fyrst í Kuala Lumpur, síðani í París og at enda í Keypmannahavn. Men Lian fall skjótt til í Vági, hóast hon fyrstu árini var noydd at flyta eitt sind- ur runt, tí húsini, hon leig- aði, vórðu seld. Lian hevur nú tikið við føstum starvi sum studenta- skúlalærari. Hon hevur lis- ið enskt og franskt á uni- versitetinum í Keypmanna- havn, og í hesum undirvísir hon í Vági. Í apríl í ár gjørdi Lian av at keypa hús í Vági. Hóast hon er einsamøll, vildi hon hava eini stór hús. Og tey skuldu hava gott útsýni. Slík hús eydnaðist at fáa fatur á, og Lian býr nú í einum stórum húsum uppi á Oyrabø í Vági, hagani hon hevur útsýni yvir alla bygdina. Enn hevur Lian ikki gjørt av, um hon skal verða ver- andi í Føroyum restina av ævini. Men hon ásannar, at húsakeypið bindur hana at Lian sýnir fram eina av sínum smáu buddastandmyndum. Hóast hon er buddist, heldur hon jól, tí tað er so hugnaligt Klaverspæl er eitt av frítíðarítrivunum hjá Lian. Men síðani hon flutti til Vágs, hevur hon havt so nógv at takast við, at hon nærum ikki hevur havt stundir at sett seg við tagentarnar verða verandi nøkur ár afturat — í minsta lagi tíggju. — Tá eg kom, setti eg mær eitt evstamark á fimm ár, men nú havi eg longu verið her í seks ár, og eg trívist væl. Her er so gott at vera. Føroyingar eru ógvu- liga hjálpsamir. Teir hjálpa tær við øllum møguligum, uttan at tú kennir teg noyddan at lata nakað aftur- fyri. Fólk her koma veru- liga hvørjum ørðum við, sigur Lian við einum stór- um hjartaligum smíli, ið prógvar, at hon veruliga trívist. Lívligt í Suðuroynni Lian Sim Lim tekur ikki undir við teimum, sum siga, at tað er keðiligt at búgva uttan fyri miðstaðar- økið. — Tað ber væl til at hava nóg mikið at gera í Vági, um tú hevur hug til tað, sig- ur Lian avgjørd. Hóast Lian er eitt rættu- ligt stórbýarmenniskja og er von við at hava møgu- leika fyri at fara til alskyns tiltøk, hevur hon aldri kett seg í Vági. Hon gongur javnan til veitslur, hóast hon ikki drekkur, og hon er eisini javnan við til at fyri- reika veitslur og onnur til- tøk. — Tá eg kom til Føroya, hevði eg alt tað tilfar til ymiskt handarbeiði, sum eg kundi. Eg væntaði nevni- liga, at eg mangan fór at keða meg á einum so lítlum plássi sum hesum. Men veruleikin er ein heilt ann- ar. Eg havi nærum ikki havt stundir til handarbeiði, tí eg havi havt so nógv annað at gjørt, greiðir Lian Sim Lim frá. Jú, tað kann sanniliga sigast, at Lian hevur úr at gera í Føroyum. Tí við síð- una av fulltíðarstarvinum sum studentaskúlalærari, tekst hon eisini við at gera køkuhús til ymsar felags- skapir at burturluta, og so ger hon eisini pynt og mat, tá veitslur skulu haldast. Og hetta heldur Lian vera nakað stak hugnaligt, sum hon ikki hevur upplivað aðrastaðni í heiminum. Tá Sosialurin vitjaði heima hjá Lian fyri góðari viku síðani, hevði hon úr at gera við at gera pynt til stóra jólaborðhaldið, sum Miðnámsskúlin skuldi halda í VB-húsinum í gjár- kvøldið. Og hetta var ikki einasta veitslan, sum Lian hevur havt stríð av seinastu tíðina. Í oktober helt hon stóran fimti ára føðingar- dag, og fyri góðum mánaði síðani beyð hon kirkjukóri- num Ljómi at halda árligu alahalgannaveitsluna heima hjá sær. Krás úr eysturlondum Lian dámar væl at gera mat, og tað hendir meira enn so, at fólk heita á hana um at gera sær »okkurt lekkurt og eksotiskt«. Tá ger hon ofta traditionellan væl kryddaðan maleisiskan mat, og hetta, sigur hon, dámar føroyingum væl. Tá Lian í oktober helt fimti ára føðingardag, borðreiddi hon tvey stór sjálvtøkuborð. Annað borð- ið var fylt við føroyskum mati og hitt við eystur- lendskum. Tá veitslan var av, var borðið við føroyska matinum framvegis fult. Tað, sum var etið, var av borðinum við eysturlend- ska matinum. — Eg havi annars altíð hildið, at føroyingar vóru ógvuliga kræsnir. Men hetta varð mótprógvað á føðingardegnum hjá mær. Føroyingum dámar væl at royna eysturlendskan mat. Tú skalt bara ansa eftir, at hann ikki er alt ov væl kryddaður, sigur Lian. Men tað er torført hjá Lian at fáa tilfar til eystur- lendska matin í Føroyum. Tí má hon í heilum heita á skyldfólk og vinir, um at senda sær vørur við posti- num. Eitt sindur av vøru- num ber kortini til at bí- leggja úr Danmark. Tollvaldið er tó ein stórur trupulleiki hjá Lian í hesum sambandi. Tí hvørja ferð, hon fær ein pakka, hevur tollvaldið skrætt hann upp, og so er okkurt oyðilagt. — Eg skilji ikki hetta stranga eftirlitið, sum er í Føroyum. Um tað var kríggj ella okkurt líknandi, hevði eg betur skilt hendan mistankan, sum øll eru undir, sigur Lian ørg. Lian greiðir frá, at systur hennara sendi henni serligt indiskt karry við í ein pakka saman við føðingar- dagsgávuni til fimti ára føðingardagin. Hendan pakkan hevði tollvaldið lat- ið upp, og sjálvsagt var hol komið á posan við karry, so føðingardagsgávan var kryddað, øll sum hon var. Og hetta er nakað sum javnan kemur fyri, staðfest- ir Lian. Tá Lian er uttanlands, keypir hon vanliga inn í stórum, so hon sleppur undan at skula fáa vørurnar sendandi við postinum. Samanumtikið staðfestir Lian, at tað ber til at liva sum maleisi í Føroyum, hó- ast tað ikki ber til at fara út í tún at heinta krydd og fruktir. Heldur føroysk jól Lian Sim Lim er buddist. Men kortini heldur hon jól. Hon heldur jólini vera so hugnalig. Av tí, at hon býr einsamøll, heldur hon jól saman við einum av starvs- feløgum sínum og familju hansara. Hon keypir jóla- gávur til tey, sum hon held- ur jól saman við, og tey geva henni jólagávur. Hetta heldur Lian vera mikið hugnaligt. Hon vildi ikki verið jólini fyriuttan. Við Lian hava jólini í Suðuroynni eisini fingið ein nýggjan sið, nevniliga at hava køkuhús. Eftir at Lian fyri nøkrum árum síð- ani gjørdi tað fyrsta av hennara væl umtóktu køku- húsum, kemur tað javnan fyri, at børn spyrja hana, um hon kann gera teimum køkuhús. Og so eru tað eis- ini øll tey køkuhúsini, sum fólk helst vilja hava til ymsu jólaveitslurnar upp undir jól. Jólakøkuhúsini hjá Lian eru gjørd úr siropskøku- deiggi. Lian bakar húsini í elementum, sum hon pyntar við alskyns góðgæti — sum hon eisini fær sendandi úr útlondum — og síðani lím- ar hon elementini saman. Tá húsini eru liðug, minna tey nógv um pannukøku- húsini í ævintýrinum um Hans og Gretu. Saknar kinverska nýggjárið Lian Sim Lim heldur tað vera ógvuliga hugnaligt at halda nýggjár í Vági, har tey gera meira burtur úr nýggjárshaldinum enn nakra aðrastaðni í landi- num. Og hon etur eisini ræst kjøt á veitsluni vesturi í VB-húsinum, eins og allir hinir vágbingarnir. Men kortini saknar Lian kinverska nýggjarið í februar. — Fyri meg er tað ógvu- liga týdningarmikið at halda kinverskt nýggjar. Hendan møguleikan hevði eg, tá eg búði í Danmark, men tað ber ikki rættuliga til í Føroyum. Eg fái ikki fatur í øllum tí, sum eg skal brúka til eitt slíkt nýggjárs- hald í Føroyum. Harafturat haldi eg ikki, at tað hevði riggað so væl, at boðið føroyingum til kinverskt nýggjárshald. Men hvør veit — kanska eg royni tað onkuntíð kortini, sigur Lian. Lian gleðir seg nógv til at fara í kirkju jólaaftan fyri at koma í jólahýr og síðani til sjálvt jólahaldið heima hjá starvsfelaga hennara. Og so er tað hugtakandi nýggjárs- haldið, sum er næsta stóra løtan. Lian í ferð við at pynta elementini til eitt av sínum væl umtóktu køkuhúsum Lim Sim Lian skrivað á kinverskum og øvugt - sjálvandi. Tá Lian kom til Føroya, setti hon sum ófrávíkiligt krav, at kinverski tempulhundur hennara, Lady, skuldi við