leygardagur 23. desember 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 23. desember 2000
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 248 - 23. desember 2000
Eingin jólabýur fer
nakrantíð at hugtaka
so nógv - og so leingi,
sum gamli Jólamað-
urin á Áarvegnum
GAMLI JÓLAMAÐUR-
IN Á ÁARVEGNUM
Eirikur Lindenskov
Hann hevur glett manga
barnasálina í Havn seinastu
nógvu árini. Børn frá 90’u-
num kenna hann, børn frá
80’unum kenna hann, børn
frá 70’unum kenna hann,
børn frá 60 kenna hann…
Hann hevur glett fleiri
barnasálir enn allir jólabý-
irnir í SMS seinastu 23 ár-
ini tilsamans, eingin ivi um
tað.
Tað er gamla Jólamannin
hjá Katrinu Christiansen í
Havn vit tosa um – hann
sum altíð hevur staðið í
sýnisglugganum hjá Katr-
inu Christiansen. Hann,
sum so trúgvur tók telefon-
ina, tá fólk ringdu og
søgdu, hvat børnini skuldu
hava í jólagávu.
Eingin jól uttan
Jólamannin
Jól vóru ikki í Havn, fyrr
enn Jólamaðurin sást á Áar-
vegnum. Hitt týðuliga boð-
ið um jólini var jólatræið á
Vaglinum - og pyntaðu
handilsgluggarnir annars.
Barnagarðar og skúla-
flokkar gingu túr oman á
Áarvegin – bara fyri at
heilsa upp á jólamannin
Men í ár er Jólamaðurin
ikki at síggja. Tí í ár hevur
handilin hjá Katrinu Christ-
iansen heldur einki at sýna
fram í sýnisglugganum,
sum aðrir handlar nú leiga
frá Haldori, sum seinastu
50 árini hevur rikið handil-
in, ið ber navnið hjá móður
hansara, Katrinu Christian-
sen.
Nei, Haldor veit ikki so
nógv at siga um jólaman-
nin.
– Eg keypti hann einaferð
frá Esmar Hansen, eg
minnist ikki rættuliga nær,
sigur Haldor, sum kortini
heldur, at tað hevur verið í
fimmti- ella fyrst í sekstiár-
unum.
Bróðursonur og hjálpar-
maður hansara, komandi
borgarstjórin í Havn, Jan
Christiansen, leggur aftur-
at, at Haldor so bestemt
hevur keypti hann brúktan.
Teir vita ikki rættuliga
um aldurin at siga, men
hann er gamal – og hann er
slitin.
Vit báðir, myndamaður-
in, fáa lykilin til húsini hjá
Angeliku – tað eru húsini
hjá ommu Jonu Henriksen
niðri á Áarvegnum, sum
Haldor seinastu 30-40 árini
hevur havt sum sýnisglugga
– tey gomlu húsini, sum
standa millum Blákolluna
og húsini hjá Per á Sjó-
mansheiminum.
Sum gandur fyri
barnasálina
Í einum króki stendur, ella
rættari hongur Jólamaðurin
niður yvir borðið. Hvør
skal siga: Eg orki ikki
meira…
Øll minnast, hvussu av-
anseraður Jólamaðurin var.
Hann sat ikki bara stillur
sum ein dukka. Nei, hann
var livandi: Hann sat við
borðið - við telefonini.
Reistist við jøvnum mill-
umbilum, strekti armin,
settist aftur, og skrivaði
niður.
Bara hetta í sjálvur sær
var fantastiskt – hetta var
næstan
gandur
fyri
barnasálina.
Ellin er eyðsædd, tá vit
hitta Jólamannin. Inni í
honum er bjølgur, sum varð
blástur upp, hvørja ferð
hann reistist. Blásarin er
langstíðani steðgaður, men
hin
bróðursonurin
hjá
Haldori, Viggo, hevur biks-
að okkurt saman, so Jóla-
maðurin við hjálp av einum
gomlum Nilfisk-dustsúgv-
ara, einum rele og nøkrum
luftslangum hevur kunna
reist seg síðstu árini. Hetta
er so orsøkin til, at hann
ikki hevur verið líka fattur,
sum hann var, tá vit vóru
børn!
Sæð frægari tíðir
Handilin
hjá
Katrinu
Christiansen í Bartskers-
stovu í Bringsnargøtu er ein
gamal handil. Fyrr var hetta
handilin hjá Zacharis Hein-
esen, sum longur afturin í
tíðini var handilin hjá
verfaðir hansara, A. W.
Restorff.
Zacharias Heinesen búði
í húsunum í Bringsnargøtu
við
familjuni.
William
Heinesen er føddur á
loftinum.
Í 1927 flytir Heinesen
handilin oman í Vágsbotn,
har Valdemar Lützen er í
dag. Kolonialhandilin var
har, sum Andreas í Vágs-
botn er í dag, og klædna-
handilin har, sum Valdemar
Lützen hevur postalíns-
handilin.
So eyðsæð er, at handilin
hjá Katrinu Christiansen, ið
er tann seinasti, har keypt
verður um skivuna, hevur
sæð frægari dagar. Nýggjar
tíðir seta nýggj krøv, og
fólk vilja heldur keypa í
stórum handlum við nógv-
um vørum – handlum, sum
hava stórar jólabýir, sum
hugtaka bæði vaksin og
børn.
Men eingin jólabýur fer
nakrantíð at hugataka so
nógv og so leingi, sum
Jólamaðurin á Áarvegnum!
Føroya mest fagnaði jólamaður
Fyri fyrstu ferð í mannaminni er gamli
Jólamaðurin á Áarvegnum ikki at síggja í
sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen. Var
hetta fyrr í tíðini, so hevði verið ráma skrígg, tí
tá vóru eingi jól í miðbýnum, uttan gamla
Jólamannin
Mynd: Jens Kristian Vang
At vera ættaður av
Bakkanum í Fugla-
firði, uppvaksin mill-
um saltfisk á Stórhús-
ið, undir Luftbrúnni á
Stórubrúgv og nú
vera við til at syngja
Messias í Christians-
kirkjuni í Strandgade,
er næstan sum hjá
gamla Simeon í temp-
linum, tá ið hann sá
Jesusbarnið… at eg
havi sæð frelsuna,
hugleiðir Frits
Johannesen úr
Fuglafirði
Frits Johannesen
Hugsa tær, undir tróðrinum
í hesum sjaldsama húsi
hevur Grundtvig gamli
sjálvur prædika. Kirkjan
varð bygd í árunum 1754 til
1759 og Grundtvig prædik-
aði her frá 1832 – 1839.
Händel livdi frá 1685 til
1759. Messia smíðaði hann
í 1741 í 24 dagar. Umstøð-
urnar undir hesum bitum í
hesi kirkju skuldu verið
góðar at sungið hetta verk í.
Kirkjan er bygd sum ein
teaturkirkja. Upp við vegg-
irnar eru klivar, sum fólk
(hópar, familja) kunnu sita í
og vera fyri seg sjálvan, og
ikki at gloyma tey konga-
ligu, tey høvdu(hava) sín
kova at sita í. Kirkjurúmið
er fýrkantað, og síggjast
fólk sita allastaðni – hanga
sum krókur og likkja við
hjalsrimar upp eftir vegg-
unum.
Tritonuskórið er kórið
hjá John Høybye. Hetta er
sera gott kór, sum hevur
gott orð á sær. Hevur verið
víða – vitjað í Kina, Am-
erika og fleiri ferðir í Før-
oyum, vunnið sangkapp-
ingar á altjóða støði og havt
óteljandi konsertir t.d. í
Keypmannahavn. Tú hevur
sitið við Gamaleias føtur og
sungið hetta fjálga stykki
undir hansara hond og vóru
vit trý úr Fuglafirði, sum
sungu við í hesum kóri
leygardagin
9.
og
sunnudagin 10. Des.
Hoyrdi ein dagin, at tað
vóru 21 framførslur av
Messia í Keypmannahavn
til jóla, so spurningur er hja
fólki, hvat kór tey skulu
fara at lurta eftir. Í Kristja-
nskirkjuni varð, sum sagt,
Messia settur á breddan
tvær reisur. Útselt varð til
báðar konsertirnar. Opnar
tú lurtitólið ella sjónvarpið
móti jólum hoyrist eisini
Messias runga frá hesum
miðlum víða um.
Fyrstu ferð eg hoyrdi
Messia, var eitt kavakvøld
upp undir jól 1956 á
Bakkanum í Fuglafirði frá
BBC. Tá stóð Luftbrúgvin
uppi hjá Gamla Sámal Pet-
uri, og her undir plagdu
gørn og trossar hanga frá
sildatíðini. Ùt ímillum hesi
tjøld kom ljóðið av hesum
oratorium. “Troysta fólk
mítt, troysta tað,” sigur Gud
tykkara. Trossar og gørn
vóru frostbitin, og niðast
við lá kavin og goymdi seg
inn ímillum henda vevna av
barkaðum
gørnum
og
sildatrossum. Ariur og kór
komu út ímillum stívfrosn-
ar grastrossar, og gørnini
livdu í vetrarvindinum …..
Fyrsta kórið var so rung-
andi… And the Glory of
the Lord shall be reveal-
ed…. Men nú vart tú úti í
Kristjanskirkjuni á Kristj-
anshavn, og ikki á Kolbr-
únni, men ikki fekst tú slept
hesum enda. Øll tann
mannamúgva, sum plagdi
at vera á Kolbrúnni, tá ið
skipini komu undan Íslandi
ella Grønlandi, ella tá ið
Havhestur, Tjaldrið, Kat-
aritiza og Barjama løgdu
til….. mannamúgvan sang
so tað gnelti í: For unto us a
Child is born .. Tí at barn er
okkum føtt, sonur okkum
givin … John Høybye stóð
á brúgvarendanum saman
við Gekkinum ( Joen Jakku
hjá Mikkjals Jáku) og
stýrdi øllum. Tú skuldi
hava skil á mongum endum
og trossum, sum fuku um
oyruni á fólki… unto us a
Son is given. Kolbrúgvin
stunaði undir allari manna-
múgvuni. Sterk var hon
eins og Tempul Jerusal-
ems…. And his name shall
be
called:
Wonderfull,
Counsellor, The Mighty
God, the everlasting father,
the Prince of Peace!……
Gørnini, trossarnir, Luft-
brúgvin,
mannamúgvan
tirptist í Bethlehems gøt-
um. Fólk lógu í gluggum,
sótu uppi á tekjunum og
hoyrdu sangin og undrað-
ust….. For unto us a Child
is born, …. Men, men tú
vart í Christjanskirkjuni á
Kristjanshavn… men and-
in, hann var á Bakkanum í
Fuglafirði.
Óvitarnir sótu uppi á
Luftbrúnni, hugdu og lýddu
á…. Út úr Stórhúsum … út
eftir Luftbrúnni kom ein
eingil: Óttist ikki, sí eg
kunngeri tykkum eini gleð-
iboð. Hann skein sum bjart-
asta sól á hásumri.. Hetta
var eitt resitativ. Manna-
múgvan
vendi
sær
á.
Hugdu upp á Luftbrúnna,
sóu eingilin og ljósið, sum
skygdi
í
trossum
og
gørnum. Kórið sang: Glory
to God… Æraður verið
Gud í tí hægsta…Tú sat í
v i n d e y g a k a r m i n u m
Norðuri í Búi á Bakkanum í
Fuglafirði eitt seint vetrar-
kvøld upp undir jól við
kavafólvi
um
tindar,
skorðar, garðalið, bø og
ong… lýddi á Messias frá
BBC og hugdi oman á Kol-
brúnna.
Kórið sang : Lift up your
heads, O ye gates; Hevjið
tykkara høvur, borglið!
Reisist tit avgomlu portur,
at dýrdarinnar kongur kann
koma!…. Who is the King
of Glory?….. Var tað
Gekkurin ella John Høy-
bye? Tað kundi tað verið , tí
báðir hava gjørt eitt gott ar-
beiði. Gekkurin var ein
skilamaður, og tað er John
Høybye eisini… nei, The
Lord of Hosts, He is the
king of glory. Harri her-
skaranna. Hann er tað, ið er
dýrdar kongur! Hetta sást
tú niðri á Kolbrúnni og
hoyrdi tónleikin frá BBC
upp undir jól 1956. Jóla-
skipið Tjaldrið var komið
og hevði jólatrø á mastra-
toppunum. Hetta var sera
forkunnugt, meðan tú lurt-
aði eftir Messias at síggja
hetta. Og hetta var fyrstu
ferð á ævi tíni, at tú sást
hesa sjón.
Ilt er at siga, hvat er vakr-
ast í Messia. Eg dugi ikki at
taka dagar ímillum partar-
nar, tá ið um tónleikin ræð-
ur, men … knappliga skar
mannamúgvan á Brúnni í at
syngja: The Lord gave the
word…. Harrin læt sítt orð
ljóða, stórur var profetanna
skarði. Tað var rytmiskt
fast. Brúgvin livdi. Øll sum
vóru á brúnni kendu skrift-
ina. Summum dámdu betur
Gamla testamentið og vóru
ikki komin út í Nýggja
testamentið, men so vóru
tað tey, sum líkaðu betur
Nýggju pakt, ja og so vóru
tað tey, sum vóru eins stinn
í báðum pørtum. Tey sungu
um tað sama og hugsaðu
bara um gleðina .. danda-
gadandaga danda….
Mong av teimum, sum
stóðu
á
Brúnni
hetta
kvøldið, liggja nú undir
grønu torvu…. Men hetta
kvøldið 10. des ár 2000
vart tú í Kristjankirkjuni úti
á Kristjanshavn. Her sótu
danir, sviar og ameriku-
menn. Sigast má, at summi
vóru komin langa leið at
síggja barnið í krubbuni.
Soleiðis eigur tað at vera,
og vit trý úr Fuglafirði
royndu okkara besta.
John Høybye ættleiddi
kór og orkestur við sínum
taktstokki út í hetta rúmliga
verk av himmalskum anda.
Taktstokkin hevur Arnfinn-
ur Olsen, listasmiður til-
evnað úr hvalabeini. Hetta
var gáva frá Fuglafjarðar
sang- og gentukórið seinast
hann var í Fuglafirði.
Kanska er beinið av hvali,
sum er skorin upp á Stóru-
brúgv í sínari tíð… og glitr-
aði taktstokkurin, tá ið
hann stóð á Luftbrúnni og
orkestrið legði fyri við
Halleluja og skóru øll út í at
syngja: Halleluja!
Halleluja! Harrin Guð vár
tann
almáttugi hevur tikið
valdið.
Veraldarharradømi er nú
Harrans og salvaðu
hansara, og hann skal
verða kongur um aldur og
allar ævir,
kongur konganna, harri
harrana. Halleluja!
Togendar, trossar og gørn
skulvu undir hesum fragd-
arlagi. Undir Brúnni lá ein
æðublikur og blundaði og
frøddist yvir hetta ljóðið.
Mannamúgvan reistist úr
sati í Kristjanskirkjuni á
Kristjans- havn og klapp-
aðu. John Høybye stóð á
Luftbrúnni bukkaði og helt
varisliga um taktstokkin, tí
tað er bara ein av hesum
slag i heiminum,.…. og um
hundrað ár fer hann at hava
fleiri túsund krónur í virði.
Men her í andans húsi, har
sum Grundtvig hevur ging-
ið, hevur hann eitt mál, at
leiða kór og orkestur inn á
røtt spor og greiða teimum
ferðina, taktina, og fraser-
ingina í tónamálinum, sum
er í orðunum og tónleiki-
num.
Sinnisliga, stillisliga, liv-
andi syngur sopranin: I
know that my Redeemer
liveth…. Men eg veit, at
loysnari mín livir… Eg var
blivin so troyttur at stara
oman á Stórubrúgv, setti
meg undir lurtitólið og
lýddi á… Eg veit, at mín
loysnari livir, og hann á
ytsta degi skal trína fram á
jørðini……. Linkaði og
sovnaði fram á borðið í
køkinum. Flykrunar duttu
av himni… gjøgnum kava-
flykrurnar sást tú fólkið á
Stórubrúgv syngja: But
thanks be to God….. Men
takk fái Gud, sum givið
hevur okkum sigurin við
Harra Jesusi Kristus vár-
um. John Høybye lyfti takt-
stokkinum, og so sungu vit
Amen. Gekkurin stóð við
hansara lið og turkaði síni
tár av kinnklovunum, ein
gamal
sjómaður,
sum
mangan brattan hevði farið
sá…. sá inn í dýrdina við
fasta taktslagnum frá John
Høybye….. men tú vart á
Kristjanshavn í hesi sjald-
somu kirkju, men samtíðis
vart tú í køkinum í barna-
dómsheiminum á Bakka-
num, sá oman á Stórubrúgv
og hoyrdi Messias frá BBC.
Tað síðsta tú hómaði var, at
Gekkurin bjóðaði John
Høybye til gott kaffi…. teir
fóru heim eftir vegnum og
hvurvu ímillum flykrur og í
mannamúgvuni..
At syngja Messias í Christians-
krikjuni í Strandgade
John Højbye og solistar
Stórabrúgv í Fuglafirði