Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 23. desember 2000 15 14 Nr. 248 - 23. desember 2000 Soleiðis halda tey jól Vibeke Larsen, ríkisumboð, Tórshavn Hvat gert tú á Jólum? – Eg haldi jól saman við og fyri familjuna, sum kom til Føroya í fyrradagin. Tey eru maður mín, dóttir okk- ara, versonurin og fýra ára gamla ommudóttirin. Vit fara at halda eini heilt van- lig donsk jól í Føroyum. Við donskum mati og danskari jólaguðstænastu í Havnar Kirkju. So skilir ommudóttirin eisini tað, sum sagt verður. Keypir tú sjálv jóla- gávurnar? – Ja, tað geri eg. Eg byrjaði longu í oktober at hyggja meg um og keypa slíkt, sum eg fegin vildi geva onkrum. Tað hevur fleiri fyrimunir við sær. Lutvís finnur tú ordiligar jólagáv- ur. Og so sleppur tú undan øllum hurlivasanum, sum altíð er, tá alt skal keypast í seinastu løtu. Hvat etur tú á jólum? – Ordiliga perudanskan jóladøgurða. Steikta dunnu við reyðkáli, brúnari sós og eplum. Oman á verður rís- ingreytur við mandlu í. Og mandlugávan er ein marci- pangrísur. Gert tú matin sjálv? – Ja, eg geri allan matin sjálv. Og eg njóti tað rætti- liga. Eg gangi mestsum all- an seinnapartin og hugni mær við matinum. Havi góða tíð og geri slíkt, eg annar ikki hevði funnið upp á at sett á borðið. Eitt nú tjúkka, brúna sós. Hvat ynskir tú tær í jóla- gávu? – Maðurin og eg hava fyri fleiri árum síðan gjørt av at geva hvørjum øðrum bøkur í jólagávu. Tær kunnu gott vera tjúkkar, so tær halda jólini út. Í ár havi eg ynskt mær eina bók um uppruna kristindómsins í byzantin- ska umráðnum. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, Tvøroyri Hvat gert tú á jólum? – Eg haldi jól saman við familjuni. Saman við børn- unum og abbabørnunum og sjálvandi eisini konuni. Eg haldi, at jólini hjá okkum eru vanligur føroyskur jóla- hugni – eisini í ár, nú vit halda jól hjá dótturini í Danmark. Keypur tú sjálvur jóla- gávurnar? – Nei, konan hjá mær tekur sær av øllum, sum eitur jólagávur. Sjálvsagt keypi eg jólagávu til konuna, men hana keypi eg aldri einsamallur. Eg plagdi fáa dótturina at hjálpa mær. Hvat etur tú jólaaftan? – Tað hevur gjøgnum langa tíð verið siður í familjuni, at vit koyra fragari ræstan lim í ovnin, og so eta vit kókað epli afturvið. Hetta ger tað lættari fyri konu- fólkini. Gás og annað hevur so nógva stákan við sær. Hvør ger matin? – Eg plagdi fara í kjallin eftir matinum, so lati eg konufólkini ordna restina. Hvat ynskir tú tær í jóla- gávu? – Eg ynski mær ikki bókina hjá Høgna Hoydal. Nei, eg fáa vanliga góðar skjúrtur, góð slips og kanska onkra góða bók. Eg eri glaður fyri tað, sum eg fái. Anfinn Kallsberg, løgmaður, Viðareiði Hvat gert tú á jólum? – Eg haldi jól saman við familjuni á jólum. Talan er um vanlig føroysk jól sam- an við børnum og abba- børnum. Men millum jól og nýggjár havi eg ein serligan sið. Annað jólakvøld fari eg undir eitt sórt puslispæl, helst á 1.500 prikkar, og so haldi eg á, til puslispælið er liðugt. Hetta er ógvuliga huganligt og avslappandi. Ofta koma fólk eisini at hjálpa mær, og tað er stuttligt. Keypir tú sjálvur jóla- gávur? – Vanliga gangi eg ikki og keypi jólagávur, men við- hvørt eri eg við. Sjálvandi eri eg noyddur at keypa til konuna, um hon skal hava nakra frá mær. Hvat etur tú jólaaftan? – Seinastu árini havi eg etið føroyska gás, sum eg sjálv- ur havi gøtt. Men í ár havi eg onga gás, so eg veit ikki, hvussu tað verður. Hvør ger matin? – Konan ordnar fyri. Men eg eri eisini uppí. Mær dámar væl at gera mat, og tí geri eg eisini onkuntíð mat. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? – Eg eri glaður fyri alt. Eg vil ikki hava stórar gávur, men mær dámar væl at fáa álmanakkan, streymtalvuna og hosur. Eg eri vorðin so forvandur nú, at tað, sum eg vanliga ynski mær, keypi eg sjálvur beinan vegin. Karl Martin Samuelsen, tónleikari, Klaksvík Hvat gert tú á jólum? - Fyri meg byrja jólini við øllum fyrireikingunum til jólini og við ymiskum til- tøkum í jólamánaðinum. Eg havi sungið á jólakon- sert í Christianskirkjuni, og eg fyrireiki eitt serligt jóla- hald í Klaksvíkar klubba. Sjálvir jóladagarnir verða brúktir saman við familj- uni. Vit vitja familjuna og fáa óiva eisini vitjan. Eg royni altíð at sleppa undan at hava ov nógv annað at takast við á jólum. Hvat etir tú jólaaftan? - Fyrr plagdi eg at eta dunnu heima hjá mammu míni, men seinastu árini havi eg etið gás. Svágurin mín hevur gæs, og vit plaga at savnast hjá verforeldru- num jólaftan. Keypir tu jólagávur? - Ja, tað geri eg, og tað er vanligt, at eg eri liðugur í síðstu løtu. Soleiðis plagar tað í hvussu so er at vera. Hvat ynskir tú tær í jóla- gávu? - Eg kundi hugsa mær at fingið eina nýggja, góða og skjóta teldu. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Tórshavn Hvat gert tú á jólum? - Jólini verða brúkt saman við familjuni - bæði á mín- ari síðu og hjá konuni. Jóla- aftan eru vit hjá verforeldr- unum. Ein treyt fyri, at eg kann halda jól í nøkun- lunda friði er, at nógv polit- iskt arbeiði verður fingið frá hondini undan jólum. Tað plagar at vera friður á jólum, men tað kann altíð okkurt stinga seg upp á politiska økinum. Hvat etir tú jólaaftan? - Vit fáa dunnu. Hvør ger matin? - Eg plagi at standa fyri matinum jólaaftan. Mær dámar væl at gera mat, men tað eru so sjáldan stundir til tað longur. Jólaftan royni eg tó at kompensera fyri tí. Keypir tú jólagávur sjálvur? - Ja, eg keypi til konuna og onkran annan, men tað er púra vist konan, sum tekur tað stóra takið tí viðvíkj- andi. Treytin fyri at vit kunnu hava eini góð jól er, at eg havi eina góða og tolna familju, sum kann gera nógvar av fyrireiking- unum. Eg fái ikki fyrireika nógv, tí eg havi sera nógv at gera í mínum arbeiði at gera beint undan jólum. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? - Eg havi sum so einki materielt ynski. Eg ynski bara at familjan fær eini góð jól, og at mann klárar at savna sær orku til tað komandi árið. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, Tórshavn Hvat gert tú á jólum? - Fyri meg eru jólini tríggir dagar saman við familjuni. Eg havi tvær døtur í Dan- mark, og tær koma heim til jólini. Vit halda jólaftan hjá systur míni, og har verða eini 15 fólk. Jóladagarnir verða eisini hildnir saman við familjuni. Hvat eta tit jólaaftan? - Vit eta bæði gás og dunnu. Hvør ger matin? - Vit gera eitt sindur hvør í sínum lagi, og taka tað við okkum. Keypir tú jólagávur? - Ja, tað geri eg. Eg eri í grundini akkurát á veg í býin til tað sama nú. Eg eri ofta í seinastu løtu, og tað klári eg neyvan at sleppa undan aftur í ár. Eg verði ikki stressaður av tí, men eg haldi, at onnur kanska verða stressað av, at eg eri so seinur á veg. Hvat ynskir tú tær í jóla- gávu? - Eg ynski mær onkra bók, fløgu ella klæði. Mær dám- ar at lesa bæði skaldsøgur og ævisøgur. Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyri Hvat gert tú á jólum? - Vit fara at halda jól heima. Tað plagar at skifta eitt sindur, hvar familjan heldur jól, men í ár verður tað heima hjá okkum. Vit halda jól saman við okkara børnum og teirra familjum. Vit vitja familjuna og fáa eisini nógva vitjan. Vit búgva mitt í bygdini, og tí koma nógv fólk inn á gólvið til okkara. Jólini eru ein ómetaliga hugnalig tíð. Hvat eta tit jólaaftan? - Um dagin plaga vit at fáa ræstan fisk og speril - tað er ein traditión heima hjá okkum. Tá øll familjan savnast um kvøldið er nátturði við ymiskum føroyskum viðskera. Keypir tú jólagávur? - Konan plagar at keypa jólagávurnar, men eg keypi henni eina gávu. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? - Eg havi ikki nakað greitt ynski um eina jólagávu, men eg verði fegin um tað, sum eg fái. JÓLASPURNINGAR John Johannesen Edvard Joensen Eyðun Klakstein Sosialurin hevur spurt nakrar kendar persónar í Føroyum, hvussu teir halda jól. Felags fyri øll teirra er, at tey gleða seg at vera saman við familjuni á jólum Tað hevði glett meg um fólk og handils- fólk kundu komið uppá aðrar tankar, og hugs-aðu veruliga um, hví man heldur Jól. At tað ikki er fyri at keypa og selja, men fyri at heiðra Jesus Kristus, sigur Vinjard Johansen handils- maður og formaður í Føroya Gospeltón- leikarafelag SAMRØÐA Birgir Kruse – Internet Sosialurin hevur í fyrstu adventsviku haft eina kanning gangandi, har fólk um telduna kunnu velja og siga, hvønn tey halda fáa mest burturúr jólunum. Kristnilívið fær lítið burtúr, familjan nakað – men handilslívið fer við næstan øllum atkvøðunum. Sum handilsmaður og for- maður í Føroya Gospeltón- leikarafelag, hvat sigur hetta tær? Eg eri heilt samdur við, at handilslívið fær stórsta partin av jólunum. Eg arbe- iði sjálvur sum sølumaður og haldi í nógvum førum at tað kann verða ov nógv av arbeiði um jólini. Kundin blívur skjótt vanur við, at man hevur leingi opið og útsetir tí keypið til beint áðrenn lukkitíð. Eg trúgvi at man kan selja líka nógv, um man steingir til vanliga handilstíð. Men tá ið allir handlar ikki steingja van- liga tíð, so muga hinir fylgja við. Tí kundin bíðar at keypa so leingi hann kann. Hevði man stongt kl. 24:00 um kvøldið, so kom kundin ikki fyrr en kl. 23:30. Tað hevði glett meg um fólk og handilsfólk kundu komið uppá aðrar tankar, og hugsaðu veruliga um, hví man heldur Jól. At tað ikki er fyri at keypa og selja, men fyri at heiðra Jesus Kristus. – Tú ert formaður í Føroya Gospeltónleikara- felag; hvat gongur tað út uppá? At verða formaður í Føroya Gospeltónleikara- felag inniber fyri tað fyrsta, at fáa evangelium út mill- um fólk, og síðani at hjálpa og royna at bøta um korini hjá tí føroyska gospeltón- leikaranum yvirhøvur. Og at verða við til at lyfta støðið upp tónleikaliga og andaliga. Sjálvt um Gospelfestival- urin hevur 6 ár á baki, hava vit síðan 1997 skipað fyri festivalinum og hava síðani tá verið við til at hækka støðið munandi. Tað vil so verða, tá ið man skipar fyri einum afturvendandi til- taki, at tónleikarar gerast spentir, og brúka tí meira tíð til at fáa eitt gott avrik burturúr. – Krevst, at gospeltón- leikarin er trúgvandi? Vit leggja stóran dent á, at gospeltónleikarin er trúgvandi og hevur valt at fylgja Jesusi Kristus. Og at hann meinar tað seriøst at spæla gospeltónleik. – Tá fólk herheima tosa um “gospel” og vit fara til “gospelkonsert”, tá er tað ikki tað slagi av gospel, sum eg kann uppliva, eitt nú í New Orleans. – Hví er tað so? Eg haldi sjálvur at tá ið t.d. Gospelfestivalurin hev- ur verið, hevur tað verið væl deilt millum hvítan gospel og svartan gospel. Tá hugsi eg mest um, at vit hava haft kór við á festivali- num næstan hvørt ár, har tey hava borið fram bæði góðan svartan og hvítan gospeltónleik, frá nøvnum sum Oslo Gospel Choir, Samuelsons, og øðrum góðum gospelnøvnum. Men nevna vit teir føroysku bólkarnar og til- farið frá teimum, so vil eg siga at tað er eitt sindur ser- stakt; blandað við inspira- tiónum frá bæði hvítum og svørtum gospel. Tað er møguligt at vit ikki síggja beinleiðis svart- an og beinleiðis hvítan gospeltónleik, tá ið vit hava gospelkonsertir, men eg haldi sjálvur at vit eiga at mynda okkara konsertir og festivalir á ein føroyskan hátt. Ikki avmynda aðrar festivalir. Lat okkum verða kend við okkara mátum. – Kunnu vit siga, at vit hava fingið eina “hvíta” og eina “svarta” gospeltradi- tión? Tað er møguligt, at vit kunna deila tað soleiðis upp tónleikaliga, men andaliga eri eg ikki samdur við, at man kan deila tað upp. Tí vit tæna øll sama Gudi. – Eftir ársskiftið bjóða tit til gospelkonsert við einum rættuliga kendum navni, Jessy Dixon… Ja, 24. februar fara vit aftur at hava eina stóra kon- sert í Norðurlandahúsinum við kenda Jessy Dixon frá USA. Hetta verður eitt spennandi tiltak, tí tað er langt síðan at ein so kendur gospelsangari hevur verið í Føroyum. Jessy Dixon kemur at ferðast runt í norðurlondum um hetta mundið, og kemur til Føroyar eftir at hava verið eina konsertferð í Norra. – Hvussu er tað komið í lag? Hetta kom ílag í septem- ber mánað, tá ið ein maður frá Noregi, ið kallast Mort- en Skjævestad kontaktaði okkum um at hava eina konsert við Jessy Dixon. Hetta hildu vit verða sera spennandi, og gjørdu síðan av at siga ja til fyrispurn- ingin, ið er blivin til veru- leika í dag. Og eg vænti at tey, ið leita sær niðan í Norðurlandahúsið hetta kvøldið, fáa eitt upplivilsi fyri lívið. Eg kann við- merkja at tað er ikki hvønn dag at vit fáa ein so kendan sangara til Føroyar. Hann hevur m.a. sungið saman við Paul Simon á eini kon- sertplátu. Jessy Dixon kemur at syngja saman við einum stórum kórið, ið er saman- sett av trimun føroyskum kórum. United Voises, Vox og Siloa Kórinum. – Herfyri hoyrdist at Jazz– og Gospelfestivalurin vórðu lagdir saman í eina Listastevnu. Hvat heldur tú um tað? Jú ein slík listastevna er OK, men eg haldi sjálvur at man burdi ikki blandað alt saman í eitt. Gospel er Gospel og eigur ikki at verða blandað saman við verðsligum tónleiki og sangi. Hetta er mín áskoð- an. – Fer Gospelfestivalurin kanska at halda áfram kort- ini? Vita hava ikki tikið støðu til hetta enn, men møgu- leikarnir eru nógvir. – Hvat er stórsta tiltak hjá tykkum í Føroya Gospeltónleikarafelag higartil? Andrew Crouch á Gosp- elfestiavlinum í 1997 er nokk tað stórsta tiltakið, sum Føroya Gospeltónleik- arafelag hevur sett sær fyri. Sjálvt um allir hinir festi- valarnir eisini hava verið stórar – Samstarva tit við líkn- andi feløg í øðrum londum? Ja vit hav samstarv við feløg úr Danmark, Norra og úr Svøriki. – Er nakar fastur ella ávísur karmur um møguligt samstarv við onnur feløg? Skulu samstarvsfelagar halda seg til eina ávísa trú- arjáttan, religiøsa sekt ella líknandi? Nei, í Guds rík eru øll líka. Vit taka ongantíð trúð- arspurningar upp í hesum høpi. – Um onkur kennir seg illa á eini konsert hjá tykk- um, hvat sigur tú so? Er hann komin á skeivt stað, ella hava tit gjørt ov nógv av, við at klappa, vitna og so framvegis? Eg vóni ikki at nakar hevur kent seg illa á okkara konsertum, tí vit royna at gera alt fyri, at øll skulu kenna seg væl. Føroya Gospeltónleikarafelag er fyri øll. Er tað ein, ið hevur kent seg illa, er hann væl- komin at seta seg í sam- band við okkum. Eg haldi ikki at vit hava spælt ov hart ella klappa ov nógv. Tað kann ofta verða ov lítið av klappi og lívi í áhoyraru- num haldi eg sjálvur. Vit royna í øllum førum at gera tað so gott sum møguligt, men tað er torført at gera øllum til vildar. – Tað eru tey, ið halda, at átrúnaðarlig viðurskifti hava vit í loyndum; tey eru millum meg og kirkjubakk- an. Og ongan annan. Og vit tosa ikki við onnur um tað. Í hvussu er ikki hart. Hvat heldur tú um hetta sjónar- mið? Tað er púra burtur við. Tað stendur: “Farið út og gerið øll fólkasløg til læru- sveinar mínar”. Ikki at man skal sita heima og bíða til ein kemur inn, og spyr um hann kann blíva ein læru- sveinur. Vit eiga sum krist- in at brúka okkara tíð til at fortelja okkara vinfólkum og okkara arbeiðsfeløgum, um hvussu álvarsamt tað er, at hava tikið valið at fylgja Jesusi. Eitt val fyri lívið; uttan Jesus stendur tú berur, men við Jesusi hevur tú ævigt lív. So einkult er tað. Skal eg siga fra mínum lívið so klári eg ikki at sita heima, uttan at fortelja fólki um Jesus, og hansara verk, og alt hann hevur gjørt fyri meg og teg. Tí havi eg eisini involverað meg í eitt felag sum Føroya Gospel–tónleikarafelag, tað er ein opin møguleiki at fortelja fólki um Jesus. – Er tað ein trongd, ella kanska rættari ein uppgáva hjá tykkum, at boða “gosp- el” kosta hvat tað kosta vil og so hart tað verða vil? Fólk hava brúk fyri at hoyra gleðiboðskapin, og fólk hava brúk fyri at venda um frá synd og fylgja Jesusi. Eg vil altíð verða við til at boða orðið út, kosta hvat tað kosta vil. Eg vil siga at tað er ein upp- gáva hjá okkum at boða orðið. – Í hesum tíðum, har jólakonsertir hava verið, m.a. Bach og Handel og teirra hákirkjuligu jólaora- toriir, so havi eg hug at spyrja teg um heavy rock. Síggi í plátubúðum, at eis- ini hesin stílur, heavy rock, finst í gospel høpi. Enntá fleiri nøvn. Gospel nøvn, sum spæla heavy rock. Onkur føroysk útgáva er eisini. Er tað rætt, sæð við tínum eygum? Heavy rock gospel er eis- ini ein stílur, ið eg lurti eftir og haldi, at tað er einki at ivast í, at tað er ein máti at boða gleðiboðskapin. Eg trúgvi, at tú kanst náða út til tey menniskju, ið vanliga lurta eftir verðsligum heavy rocki. Og hevði heavy gospel ikki verið, so rakk tú møguliga ikki út til hesa fjøldina við boðskapinum. Føroyskur heavy gospel er ikki nógv at velja í í plátubúðum, men nógvir gospel tónleikabólkar eru, sum spæla heavy og eg má siga, at tað hevur verið góð- ur tónleikur, og orðini hava rakt menniskju. – Ber til at syngja fyri Várharra við øllum tungum, streingjum og ljóðførum? Jesus setur ongan eftir. Og um tú syngur við ymiskum tungum ella tú spælir á ymisk ljóðføri, og hevur eitt mál at upphevja Jesus, so eru eingi mørk. – Eingir tónar eru meiri himmalskir enn aðrir? Tilbiður og upphevjar tú Jesus við tínum tónum, blíva teir himmalskir. – Vit leggja nú skjótt loka á hetta árið. Eg vil eisini siga, at vit leggja lok á hesa øldina og hetta ártúsund. Hvørjar tankar ger formað- urin í Føroya Gospeltón- leikarafelag sær við eitt sovorið høvið? Eg hugsi ikki so nógv um tað, meira enn at hvør dag- ur sum gongur, nærkast ævinleikanum. Eg havið haft eitt gott ár, og vit í Føroya Gospeltón- leikarafelag hava borðreitt við einari vælmóttiknari gospelfestival, og hava síð- ani staðfest at føroyskur gospeltónleikur stendur ikki aftan fyri annan før- oyskan tónleik. At vit slutta eina øld av, sigur mær bert tað, at hvør dagur narkast, til tey ið hava valt Jesus, og tey sum avnokta hann, skulu skilj- ast. – Well, at enda fari eg at ynskja tær eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Og góða eydnu við Dixonkon- sertini í februar. Stóra tøkk, tað hevur verið hugnaligt at tosað við teg og at deilt mínar tankar við teg á henda hátt. Til endans vil eg nýta høvið at takka øllum, ið stuðlaðu okkum á allan hátt við Gospelfestivalinum, og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjar. Vit síggjast 24. februar í Norð- urlandahúsinum! Gospel til heimin Kend nøvn sum Jessy Dixon úr USA vera at hoyra í februar Vinjard Johansen formaður í Føroya Gospeltónleikarafelag Mynd: Jens K. Vang