Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 23. desember 2000 13 12 Nr. 248 - 23. desember 2000 Jólini eru friðar- hátíðin burturav, og tað merkist eisini á fólki, sigur biskupur, sum minnist serliga ein setning burtur úr lestri, sum lisin varð í Gjáar Kirkju á jólum VIÐTALA Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens Kristian Vang Hóast fólk tykjast rættiliga sperd undan jólum, kemur ein slíkur friður á tey um jólini, at ein rættiliga kenn- ir mun, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur. -Tað er nakað heilt serligt við hesi hátíðini sum ger, at fólk bókstaviliga broytast og verða góð. Og bispur minnist aftur á nakað, sum ivaleyst liggur nakað nær svarinum uppá, hví soleiðis er. Hann greiðir frá, at hann sum smádrongur í Gjáar Kirkju serliga minnist ein setning, sum gamli deknur- in las við serligari raddar- føring. Rættiliga hátíðar- liga og hábærsliga las hann: »Tað ber ikki til at klandr- ast á jólum.« Og soleiðis tykist tað veruliga at vera, sigur Hans Jacob Joensen. Jólini eru og verða Jólini eru javngomul við kristnu kirkjuna. Tey hava altíð verið, og tey koma at verða, so leingi fólk er á Jørðini, ivast bispur ikki í. Vit sita við eitt lítið borð í bispagarðinum. Á borði- num er borðreitt við kaffi og køkum. Ein jóladekora- tión stendur á borðinum. Aftan fyri bispin er veggur- in fyltur upp av bókahill- um, har bæði yrkisbók- mentir og fagrar bókmentir síggjast í rúgvuni. Beint yvir blaðmanninum hongur stór mynd av Jacobi Joen- sen, fyrrverandi varabispi, sum Ingálvur av Reyni hev- ur málað. Og fyri líkasum at bera skyldskapin yvir í bókahyllina liggur Royvið hjá Roberti Joensen, bróður varabispsins, oman á bøka- røðini í næstniðastu hyllini. -Nei, tekur bispur aftur í aftur. Jólunum ber hann ongan ótta fyri, Tey eru har, og tey fara ongan veg. Tað verður nógv tosað um, at jólini broytast so nógv. Og tað heldur bispur einki løgið vera. Tí alt broytist. Men við jólunum er tað bara uttaná, at broytt verður. Føroyingar eru støðufast- ir, og tað skulu nokk so stórar rembingar til, áðenn kristna grundin er tikin undan okkum. Ikki so at skilja, at vit bara skulu lata standa til, og lata Várharra klára alt fyri okkum. Tí hóast Hann ger tað óbiðin, eiga vit sjálvi at halda sambandið viðlíka. Fólkið tikið ábyrgdina Luther gav fólki ábyrgdina av kirkjuni, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Og føroyingar hava av sonnum tikið við hesi ábyrgd. Bispur vísir á, at eitt nú donsku starvsbrøður hans- ara, sum vóru í Føroyum á hvítusunnu í samband við 1.000 ára haldið, søgdu vitjanina vera eitt uppliv- ilsi. Eitt nú at merkja, at fólk veruliga kenna seg at vara av kirkjuni og soleiðis eis- ini tala at, tá okkurt er, sum teimum ikki dámar. Ikki so- leiðis at skilja, at fólk grenja og eru misnøgd. Men veruliga vilja hava, at tingini eru í lagi. Og munurin á eini fólka- kirkju og eini statskirkju er júst tann, at meðan staturin stýrir statskirkjuni, er tað fólkið - kirkjuliðið - sum stýrir fólkakirkjuni. Biskupur dylir ikki fyri , at hann fegin vil hava kirkj- una at verða verðandi eina fólkakirkju í orðsins rætta týdningi. Skipanin kann gott vera sum í dag við eini almennari kirkju, men stat- urin skal ongantíð kunna blanda seg uppí, hvat sagt verður í kirkjuni, og hvørja avgerðir annars verða tikn- ar har. Hans Jacob Joensen væntar eisini, at verandi skipan fer at halda fram. Tí føroyingar eru kirkjutrúgv- ir. Eini 85% av øllum før- oyingum eru limir í fólka- kirkjuni. Og teir brúka hana eisini. Tað er neyvan nakrastað- ni her á leið, at fólk ganga so regluliga og nógv í kirkju, sum í Føroyum, sig- ur bispur. Og tað hava frammandi prestar og bisp- ar eisini lagt merki til og frøast um. Soleiðis hava vit í grund- ini jól alt árið. Tí jólini eru jú ein gomul hátíð, sum hildin varð í samband við, at nú kom ljósið aftur. Men við Kristusi kom lívsins ljós í heimin, og tað hava vit fyri eyga, hvørja fer vit vitja kirkjuna. Og tá fólk ganga dúgliga í kirkju, er ljósið jú ongantíð lækkað, og sum tað stendur í føroysku Brúðarvísuni: »... tað vísir til hjartað, at her eru jól.« Tí kunnu vit siga, at í kirkjuni eru jól alt árið. Heldur vanlig jól Bispur heldur jól, sum flestu onnur fólk gera í dag, uttan tað, at hann fer sjálv- ur á prædikustólin undir eini av guðstænastunum á jólum. Í ár verður tað annan jóladag í Havnar Kirkju. Annars plagar hann at vera saman við familjuni á jólum, sigur hann. Konan er donsk, og tey fara altíð til danska guðstænastu jólaaftan, eins og farið verður til vanliga guðstæn- astu um jólini. Og maturin er sum hjá mongum føroyingi á jólum. Dunna plagar at vera jóal- aftan. Og jóladag verður altíð kókað ræst kjøt. Hóast bispafrúan er donsk, er tað eingin forðing fyri, at hon etur allan van- liga føroyskan mat. Tó við tveimum undantøkum. Markið verður sett við garnatálg og seyðarhøvd. Jólastákið í bispagarði- num er eisini sum í vanlig- um húsum. Og bispur hevur ongar trupulleikar av, at jólanissurnar eru farnar at loysa einglarnar av. Har er pláss fyri báðum, og Hans Jacob Joensen metir ikki, at jólini eru so veik, at tey ikki tola eina tvær nissur á vegginum. Einglunum veit hann av kortini, og teir fara altíð at verða har, teir hava verið. Hans Jacobi Joensen dámar væl føroyskan dans, hóast hann ikki vanliga gongur í dans. Men annað jólakvøld plagar hann altíð at lurta eftir føroyskum dansi, sum sendur verður í útvarpi og sjónvarpi. Og so verður lisið, sum hjá so mongum øðrum. Ivaleyst verður onkur bók undir jólatrænum, og tær eru altíð kærkomnar, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Á jólum eru vit góð Tað ber ikki til at klandrast á jólum, lærdi Hans Jacob Joensen sum smádrongur í Gjáar Kirkju Føroyingar eru trúgvir kirkjugangarar, og tað ger, at altíð er ljós í føroysku kirkjuni og harvið eisini jól alt árið Útibarnagarðurin í Klaksvík hevði øðrvísi jólahald týsdagin. Børn og foreldur fóru á skattajakt, og tað eydnaðist væl Tey 15 børnini, sum hoyra til Útíbarnagarðin í Klaks- vík, hildu øðrvísi jólahald týsdagin. Leiðin lá bæði oman í fjørina og nakað niðan í hagan. Børnini og foreldur høvdu jólahaldið í ljósinum mitt á degi týsdagin. Tey leitaðu eftir gulli í ánni Úti í Grøv, funnu fløskupost og vitjaðu ein vættur uppi í haganum. Tey ótu rísgreyt úti, og sjálvandi vitjaði jólamaður- in eisini børnini - í Gravara- dali. Nakrar dagar framman- undan hevði tann øðiligi Trølla-Pætur eisini verið á vitjan. Hann kom saman við jólamanninum oman úr haganum. Børn, foreldur og starvs- fólk í Útibarnagarðinum, sum hoyrir til Mylnuhúsið, vóru stak væl nøgd við jólahaldið. Børnini í útibarnagarði- num ynskja foreldrum og systkjum sínum gleðilig jól. Jólahald og skattajakt Jólahugleiðing úr Nunavut Børn og foreldur leita eftir gulli í ánni Trølla-Pætur og jólamaðurin á vitjan hjá Útibarnagarðinum Foreldur og børn hugnaðu sær óført undir jólahaldinum Jólamaðurin vitjar í Gravaradali JÓLAHUGLEIÐING Rannvá Erligsdóttir Simonsen, Iqaluit, Nunavut Fjørðurin er um at verða undir í ísi, nu ein nýggjur vetrar vøllur er í ger. Kuld- in klárar luftina og krystal- liserar litirnar á himmmal og jørð. Tað er kvirt uti, eitt op til ein stuttan, men góðan dag, sum eg kann liva í, enn einaferð. Á kantinum á verðini, við strondina í tí gamla Hudson Bay* mjøl vøruhusinum siti eg við mínari high tech teldu, og skrivi tíðarleysar tankar - eitt bræv heim. Eg fegnist um Føroyar, mítt land og mentan, har í fjareystri, sum, við sínum micro systemi, gav mær so gott innlit í verðins viður- skiftum. Her, á suðurlandi- num á Baffin landi, varð min Russiska vinkona úr Ukraine, í gjár góðtikin, sum Kanadisk statsborgari. Fegnar glað um at verða partur av hesum multi- mentannar samfelag á veg inn í framtiðina. Her liva so nógvar ymsar tjóðir, úr allari verðini. Og tað áhugaverda er, at tey liva saman í fantastiskari sameind og respekt. Her finnur tu illa kugað fólk, soleiðis, sum eg havi sæð tað millum til dømis, “invandrere” og grønlend- arar (og onkuntið føroying- ar eisini) í DK. Andlits bráðið her, sigur frá: ‘Eg eri von/vanur við at fáa res- pekt, og eg vænti tað!’ Fólk her eru nakað, sum føroyingar - alla staðni rundan um knøttin ferðast tey, arbeiða tey, liva tey. Lættliga og uttan fordómar. Tað eru Kanadiarir errin av. Og hetta, haldi eg, er grundarlagið, sum ein sam- eind verð fer at verða bygd á. Nøkur ár inni í framtíðini allíkavæl. Til dømis er her, eins og í USA (og Føroy- um, plagdi tað at verða...), er barnagarðs kaos upp undir valið, har menn (hetta eru menn, og ikki kvinnur) tyggja sær sum smádreingir í einum villum runu-kriggi, ístaðin fyri at geva okkum inlit í teirra ætlan, visionum og vitan um komandi landsstýri. Við hesum forspælinum kann eg ikki annað enn vænta, at tá annar teirra verður valdur, verður leik- urin framførdur á sama búnaðarstøði... Fyristilla tær at tu stillaði upp til ábyrgdar folk í familju husarhaldinum, sum polittikarar stilla upp til val! Fyristilla tær so komandi ættarlið, tá politikkarar, sum stilla up til ábyrgdar fullar sessir verða, sum ein kærleiksfull, vis, tolin, praktisk, økonomisk og ey- mjúk mamma! Tá dagurin er sum í dag, er toluligt at bíja, nu kagar solin fram, sum hon fer i kav heima í Føroyum. Bon ber við sær sítt gilta brá eis- ini higar. Eg ynski tykkum eitt hugnaligt kvøld, sum eg fari inn í mín dag. *) Tad, sum í Grønlandi er Kongaligi Handilin.