fríggjadagur 4. august 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
27
27
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Takið regnskjólið við
Tað er nógv, sum bendir á, at talan verður um nakað av regni og annars mjørka um vikuskiftið.
Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, sum heldur tað vera fínt hugskot, um fólk taka regnskjólið við
sær, um farast til Klaksvíkar og Summarfestival.
Talan er tó um lýggja luft, sum rekur yvir Føroyar, og heldur ættin sær, so verður tað kanska
ikki so galið í Klaksvík kortini. Hann liggur nevnliga av útsynningi í løtuni, og tað verður vanliga
roknað sum besta ætt í Klaksvík.
Leygarkvøldið fer tó at klára í, og kemru sólin frá fram, so kann talan gerast um heilt gott veður,
sum frálíður.
Sunnudagin verður sól og ælingur, men mánadagin vendir summarveðrið aftur. Hvussu leingi
hetta verður, torir Petur tó ikki at siga. Ein ódn er aftur í ferð við at gera um seg, men í løtuni er
hendan tó nakað langt vestan fyri Føroyar.
-Hon er viknað í styrki, men um eina viku ella so fáa vit at síggja, hvussu hon sær út, tá hon
kemur hendanvegin, sigur Petur Skeel Jacobsen.
-mørk
Tað eru mangir háttir at fáa eitt kall og tað er ikki altíð so
guddommiligt. Ein sær ein tørv og tað er nóg mikið í sjálvum sær.
Magnus Jensen
Ein av ídnastu
handilsmonnunum
í Suðuroynni hevur
saman við konuni
gjørt av at selja hús
og fyritøku og leggja
leiðina til Noregs,
har offiserskúlin hjá
Frelsunarherinum bíðar.
– Hetta er eitt kall,
sigur Magnus Jensen,
sum í mong ár hevur
verið ein grundstuðul
í arbeiðinum hjá
Frelsunarherinum í
Vági
Kall
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Frelsunarherurin í Føroyum er
í Havn og í Vági. Grundstuðlar
síðstu mongu árini í arbeiðinum
hjá Frelsunarherinum í Vági,
hava verið hjúnini Magnus og
Miriam Jensen og Finnbogi
Olsen og Jacobina Heinesen.
Bæði hjúnini hava nú gjørt
av at fara á offiserskúla hjá
Frelsunarherinum í Noreg.
Magnus Jensen hevur í
mong ár verið ein av ídnastu
handilsmonnum í Suðuroynni, og
hann hevur havt handlar kring
alt landið. Kendir eru handlarnir
Mangt og Hvat og Zebra.
Nú selur Magnus hús og heim
og handilsketu sína. Hann og
konan og børnini hava gjørt av, at
stundin er komin til eina vend í
lívinum.
– Tað kemur ein løta, har ein
tekur eina avgerð. Hjá okkum
skuldi tað vera nú, um tað
nakrantíð skuldi verða til nakað.
Og hjá okkum var tað heldur
ongantíð ætlanin at búgva í Hovi
í allar ævir, sigur Magnus.
Kall
Fyritøkan verður nú seld og
húsini somuleiðis.
– Tað er stuttligari at fáast við
menniskju, enn lutir. Men tað
er eisini eitt kall og tað skal tað
vera. Men tað eru mangir háttir
at fáa eitt kall og tað er ikki
altít so guddommiligt. Ein sær
ein tørv og tað er nóg mikið í
sjálvum sær, sigur Magnus.
Hann sigur, at hóast tey vóru
í seinna lagi at søkja, so hevur
alt líkasum gingið sum tað skal
við at sleppa inn, við sølu av
fyritøku og húsum og øllum
øðrum, ið eisini skal rigga, tá ein
familja tekur tjaldpelarnar upp
og flytir langa leið.
Skúlin er tætt við Oslo og
tekur tvey ár. Eftir hetta verður
farið víðari, men júst hvar vita
Magnus og konan ikki.
– Frelsunarherurin hevur korps
har. Noreg, Føroyar og Ísland
hoyra saman, tá tað kemur til
at útbúgva fólk. Í býnum eru
so eisini skúli, barnagarður og
íbúðir, ið hoyra til skúlan, sigur
Magnus.
Børnini koma fyrst í ein
vælkomst flokk, har tey læra
norska málið eina tíð. Alt er sera
væl lagt til rættis, sigur Magnus
Jensen.
Innan Frelsunarherin fegnast
tey um, at tvey hjún nú fara
í skúla og í Harrans tænastu,
hóast talan er um nakrar av
grundstuðlunum í arbeiðinum
hjá Frelsunarherinum í Vági í
mong ár.
Frelsunarherurin í Vági hevur
fyri stuttum fingið nýggj og
stásilig hús og úr Noreg, haðani
øll fyriskipan fer fram, er ætlanin,
at arbeiðið í húsunum framvegis
skal hepnast væl.
Eyðun og Irena Christiansen
eru júst farin frá sum
forstandarar í Vági. Ístaðin koma
Ragnar Ludvig og konan. Tey
eru ættað av Tvøroyri.
So hóast nakrir av stuðlunum
nú fara av landinum eina tíð, so
merkir tað ikki, at arbeiðið hjá
Frelsunarherinum í Vági dettur
niðurfyri.
Tann 14. august fara Magnus,
Miriam og børnini til Noregs og
hvussu lívið lagar seg eftir tvey
ár í offiserskúla, vita tey ikki,
men avgerðin er tikin og tey ivast
ikki í, at hetta er tað rætta.
Magnus Jensen og konan Miriam
pakka saman. Her avmyndað, meðan
tey bera úr húsunum og í bngjuna
við flytigóðsi. Lívið hevur fingið
eina vend og leiðin gongur nú til
Noregs, har tey fara á offiserskúla hjá
Frelsunarherinum
Mynd: D.Olsen
Selja alt og fara í Harrans tænastu
Sunnudagin verður møti kl. 18.00. Tað verður farvælmøti fyri teim 4 ungu,
sum skulu á offisersskúla í Noreg. Eisini verða teir nýggju leiðararnir fyri
Frelsunarherin í Vági, Ragnar og Majken Ludvig, innsett av majorunum
Njál Djurhuus og Sámal Jákup Joensen. Øll eru vælkomin.