fríggjadagur 4. august 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
28 vikuskifti
Myndir og orð: Dávur Winther
Malta er fyrst og fremst gróður
staðið fyri virkseminum hjá Levi
í yrki sínum sum trúboðari um
alt Jútland. Her búgva Levi og
Greta, sum hon verður kallað
og hava tey gjørt tað síðan 1984.
Ein lítil salur er í veghæddini við
stórum køki, so til ber at matgera
til rættiliga nógv fólk. Annars
búgva Levi og Greta uppiá.
Her verða hildin møti og sam
komur – og sunnudag, morgun
møti og sunnudagsskúli.
Møtisalurin á Malta er um
at vera ov lítil. Tí verður matar
stovan hjá Cosmos Trawl á
bryggjuni í Hirtshals eisini
nýtt til møtir fyri sjómenn og
ferðandi um summari.
Levi og Greta ganga 24 tímar
vakt – tað ber altíð til koma í
samband við Malta, tá ið ein
trongd sál kallar, sigur Levi.
Av tí at Malta er vorið ov lítið,
hevur samkoman søkt um, og
fingið loyvi til at byggja afturat.
Øll kenna Levi
Malta liggur á Vinkelvej 2; í
Hirtshals – beint uppat gongu
gøtuni. Uttanfyri er Merkið
hvønn dag vundið á stong. Levi
er kátur og fyrikomandi og er
ikki lættur at koma uttanum.
Hann vil læra fremmand at
kenna og hevur eitt innbjóðandi
lyndi, sum øll er trygg við.
Levi er vorðin ein býarmynd,
sum sæst allastaðni, tó mest
á havnarlagnum, har hann
hevur havt nógvar tímar bæði
sum sjómaður í mong ár, men
nú seinnu 25 árini mest sum
trúboðari.
Spyr tú mannin á gøtuni
– hvem er Levi?
So svara tey aftur
– det er ham den sjove fra
Malta.
Millum nógvar føroyingar
eru Levi og Malta vorðin sjálv
ímyndin av Hirtshals.
Malta ein sendistova
Malta, sum hvønn dag setir
Merkið á stong uttanfyri, fær
ymiskar uppgávur at loysa fyri
ráðaleysir føroyingar. Oftast tí
hesi ikki vita annan at venda sær
til enn Malta: Gretu ella Levi,
sum duga og vita mangt og eru
góð í ráðum. Og harafturat eru
sera fyrikomandi.
Politiið hevur onkuntíð heitt
á Levi, um at hjálpa sær at
finna fólk, sum ikki eru komin
rættstundis fram til skip ella
viðskiftafólk annars. Ella bert at
vera teimum hjálpin við onkrum
fyrispurningi, sum eftirhondini
ikki eru so fáir.
Partur av gerandisdegnum hjá
Levi er at vitja sjúkrahúsini í
Jútlandi. Tey heita eisini á Levi
til serligar vitjanir og eisini
at vera hjálpin við at greiða
spurningar um fólk, sum eru
komin inn, ið tey ikki hava
nøktandi upplýsingar um. Tað
kemur eisini fyri, at Levi verður
boðsendur at siga frá, um hann
kennir fólk, sum tey einki vita
um.
Eisini tá sjúklingar, sum eru
lammaðir og eru ringir at skilja,
ella bert eldri og ikki eru so køn
í donskum, verður heitt á Malta
um at fáa vitjan á sjúkrahúsunum.
Politi, hevur onkuntíð heitt
á Levi at hjálpa sær at finna
persónar, sum ikki eru komin
rættstundis fram til skipa ella
viðskiftafólk annars.
Hesar uppgávur eru nógvar
og tíðarkrevjandi, men Levi
ger tær við gleði, hóast tær
ikki eru álagdar honum. Levi
hevur ein sera stóran vinar- og
kenningarskari, sum eru honum
hjálpin í hesum arbeiði.
Fólk, ið eru á serligum
viðgerðarstovnum um Hirts
haltsleiðina koma ofta til Malta,
tí tey kenna sær ein serliga
tryggleika og heimligan kærleika
har. Í førum er talan um fólk, ið
eru illa heitin, sum bert kenna
sær Malta, Levi ella Gretu at fara
til. Her kenna tey sær ein linna
og umsorgan av serligum slag.
Fólk ringir úr Føroyum við
alskyns spurningum, sum Levi
og Greta síðani royna at svara
eftir førimuni – ofta við hjálp av
fleri ymiskum myndugleikum og
stovnum í Danmark.
Jú, fyrispurningar av øllum
handans slagi koma allar tíðir á
døgninum til Gretu og Levi. Tí
kann av røttum verða sagt, at
Levi og Greta eru á 24 tímars
vakt í virki sínum á Malta. Tá
ið eg skuldi seta bilin frá mær
uttanfyri Malta um náttina,
legði Levi dýran við ikki at seta
bilin, so hann ikki slapp út við
sínum, tí hann kundi allar tíðir á
døgninum verða kallaður út til
okkurt.
Malta
– ein óskrivað
sendistova
Malta í Hirtshals, ið Levi Joensen
saman við konu síni Margretu rekur
sum eina kristna samkomu við støði í
brøðrasamkomuni, hevur vunnið sær
stóra virðing í Hirtshals og øllum Jútlandi.
Malta er stillisliga vorðin ein sendistova,
sum øll venda sær til við øllum handans
spurningum. Malta er eisini staðið, har tey
bert støkka inn á gólvið fáa ein kaffimunn
ella bukka beinini eina møtistund
Levi og Greta giftust bert 21 og 22 ára gomul. Hennara stilla og sáttliga lyndi er hegnisliga skipanin í tí stóru
fólkamongd, tey umgangast, meðan Levi við gangi og skemti og tí serliga kæti, hann er kendur fyri, undirheldur
gestunum.
Greta er rósan í dagligdegnum hjá Levi. Tú hevur ikki tosað leingi við Levi,
uttan hann hevur nevnt Gretu nakrar ferðir. Greta er í øðrum hvørjum
setningi