fríggjadagur 4. august 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
29
vikuskifti 29
Bestikkrúmið hjá Levi
Levi, sum er kendur fyri ikki at
ræðast nakað, fírir heldur ikki
fyri teldunum. Hann hevur ikki
minni enn tvær og eitt teldutøkt
myndtól í bestikkrúminum. Har
eru prentari og telefax. Hann
samskiftir á internetinum og
so er hann serliga kønur í at
hyggja á tey ymsu veðurkortini
á telduni, fyri at vita hvussu
bátarnir hava tað, og nær teir
møguliga koma inn. Levi ætlar
at fáa sær heimasíða, har hann
kann greiða frá virkseminum
hjá Malta og annars sýna fram
myndir frá møtum og vitjanum
kring Jútland
Eingin Levi uttan Gretu
Tú hevur ikki tosað leingi við
Levi, uttan hann hevur nevnt
Gretu nakrar ferðir. Greta er í
øðrum hvørjum settningi. “Greta
segði, Greta gjørdi”.. Greta er
blóman í lívinum hjá Levi, sum
hann hevur størstu virðing fyri
og ikki kann vera fyriuttan. Tey
komu at kennast rættiliga ung og
giftust bert 21 og 22 ára gomul.
Hennara stilla og sáttliga lyndi
er hegnisliga skipanin í tí stóru
fólkamongd, tey umgangast.
Hon fer hóvliga um tá ið hon
ger mangan drekkamunnin og
mangan góðan bita í tí stilla,
meðan Levi við gangi og skemti
og tí serliga kæti, hann er kendur
fyri, undirheldur gestunum.
Tó, so skemtiligur, sum Levi
er, eins álvarsamur, tá ið skriftin
verður havd á munni – og Greta
situr undir.
Jú, tað kann av sonnum
sigast, at Malta er ein óskrivað
sendistova ella umboðsstova,
sosialkontór, hugnastøva,
kaffistova, møtihús og sunnu
dagsskúli, so krevur tað sín
mann. Men eingin maður kann
gera slíkan setning, uttan eina
raska konu – og tað hevur Levi
sanniliga í Gertu!
Hóast skemt, kæti og kaffi, so
verður gleðiboðskapurin altíð
boðaður við eitthvørt høvið.
Levi er ótroyttiligur, ágrýtin og
brennandi. Øll fáa somu viðferð:
Løgmaður, tú og brotsmaðurin.
Tí hevur Malta við Levi og Gretu
á odda vunnið sær stóra virðing
gjøgnum árini. Øll vilja vitja
Malta, bæði høg og lá – At fáa
sær ein drekkamunn, eitt prát,
eina hugnaløtu, onkran at tosa
við um álvarsmál, onkran at vera
saman við, tá ið hart leikar á; tey,
ið kenna boðskapin og tey, ið
vilja hoyra um boðskapin – og øll
fara ríkari avstaðaftur frá Malta,
Levi og Gertu.
Tá ið eg undrist á hansara
arbeiðsemi, svarar Levi mær.
– Vit eru glað fyri, at okkum
unntust so móng góð ár her í
Hirtshals – meir enn 25. Men
hetta er alt Harrans verk – vit
hava bert Honum at takka fyri!
Hygg at sámli 36, vers 6:
HARRI, náði Tín røkkur til
himmals, trúfesti Tín til skýggini;
sigur Levi at enda.
Møtir á Malta:
Mikukvøld kl 20.00
Sunnumorgun kl 11.00
Sunnudagsskúli kl 13.00
Evangelisk møtir kl 18.00 sunnukvøld.
Fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði á donskum
Møtir aðrastaðni
Ålborg kl 19.00 - 1. leygarkvøld í mánaðinum
Esbjerg kl 19.30 - 2. fríggjakvøld í mánaðinum
Vejle kl 17.00 - 2. sunnukvøld í mánaðinum
Sønderborg kl 19.00 2. sunnukvøld í mánaðinum
Hóskvøld á Cosmos Trawl í summarmánaðunum
FAKTA
Hvørt hóskvøld í
summarhálvuni røðar
Levi í matarstovuni á
Cosmos Trawl.
Levi í “bestikkrúminum” har
hann samskiftir við umheimin.
Levi hevur tvær teldur, teldutøkt
myndatól og ætlar at gera
heimasíðu.
Av tí at Malta er vorðið ov
lítið, hevur samkoman søkt
um, og fingið loyvi til at
byggja afturat. Her verður
bygt móti grannamarki
– ein rúmligur salur.
Møtivirksemið hjá hjúnunum Levi og Gretu
1978 Levi byrjar at sjómenn við havnina í Hirtshals, fyrstu
tíðina vóru fundir umborð á skipum, ið lógu inni.
1982 fyrsti fundur er á Cosmos Trawl 18. juni
1983 byrjaðu regluligir fundir í Esbjerg
1984 Fyrsti fundur er á Malta 1. juli 1984 har 5 fólk vóru til
staðar
1986 Bergur Jacobsen heitir á Malta um at hava møtir
á Genner, seinni í Hygum. Hetta helt í 13 ár til skúlin varð
niðurlagdur
1985 – 89 Fundir á Bornholm tá upp í 18 smáir trolarar
sigldu har
Rønne, Nexø Gudhjem, Taine
Miðskeiðis í 1990’unum møtir á Svendborg søfartskole – á
Overgade 6
Miðskeiðis í 1980’unum møtir á handilsskúla í Varde
nógvir føroyskir næmingar gingu har. Hetta var áðrenn
handilsskúlin á Kambsdali byrjaði
1995 møtir í Sønderborg og eru har enn
1995 møtir í Frederikshavn og heldur á nøkur ár enn
1997 byrjaði at halda møtir 11. mai har vóru 46 fólk við til
henda fundin
Keldur:
Levi og Greta
Jens Arni Kjærbæk
Leirkerið 2006; 1-2
Útisetabókin 2006
FAKTA