Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2006 30 vikuskifti Myndir og orð: Dávur Winther Ein dagin ringdi ein maður til Malta, sum æt Jens Arni Kjærbæk. Hann vildi vita eitt sindur um hvat tey høvdust at á Malta, sum hann hevði hoyrt so nógv gott um. “Ja, men tú ert vælkomin at vitja okkum og vera við til eitt av møtunum”, beyð Greta honum, sum henda dagin tók telefonina, tí Levi var upptikin av øðrum setningi úti í býnum. Jens Arni hevur verið virkin í tí harða brotsmanna- rokkara­ umhvørvinum í Danmark og uttan fyri Danmark. Jens Arni hevur verið í mongum leiki, sum ikki tolir dagsins ljós. Hann hevur sitið í fangahúsið í mong ár fyri misgerðir av ymiskum slagi. Hesin levnaður hevði fløkt hann inn í lívsins myrku skuggasíðu, ið hann vildi venda bakið. Jens Arni ynskti at saðla um og leggja lunnar undir eitt nýtt og annarleiðis lív. Tað rann skjótt saman millum Levi og Jens Arna og álit varð skapt teirra millum. Jens Arni koma aftur á møti. Nú er Jens Arni og familjan virkin í Malta. Hann og konan og elsta dótturin eru doypt har og hann er giftur við gentuni, sum hann hevur livað saman við í mong ár og eigur børn saman við. Brúðleypið var hildið í Malta. Jens Arni er nú fluttur til Hirtshals, hevur keypt sær stór og flott hús, sum hann nú byggir um saman við konu síni. Jens Arni hevur fingið góðan kjans við Ruth. Jens Arni er vorðin ein rættur maður, sum hevur vent kós síni 180 stig. Hetta fegnast øll um. Jens Arni hevur eisini fyri stuttum verið heima og heilsa uppá á politistøðini á Tvøroyri, sum kendu hann ovmikið væl frá gomlum døgum. Hann hevur sagt teimum hvør hann er í dag, og annars ynskt teimum góða eydnu við arbeiði sínum. Honum fingu teir so ikki meira samskifti við, segði hann teimum við einum brosi. Brotsmaður fann frið í Malta Eftir eitt lív í tí harða brotsmanna- og rokkara­ umhvørvinum fann suðuroyingurin Jens Arni Kjærbæk í Malta friðin til at leggja lunnar undir eitt nýtt lív Á hvørjum morgni verður Merkið vundið á stong uttan fyri Malta Jens Arni í hugnaligum práti við Levi frammanfyri nýggja húsi sínum í Hirtshals, sum hann nú setur í stand Jens Arni Kjærbæk, Andrev Hansen á fremsta bonki inni á Cosmos Trawl. Aftanfyri sæst kona Jens Arna, Maud Kjærbæk