fríggjadagur 4. august 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
31
vikuskifti 31
Á eini av ferðum
sínum í Danmark
stakk Jóannes Eides
gaard løgmaður
inn á gólvið í Malta,
hann hevði hoyrt
nógv um staðið og
virksemið, og vildi
tí heilsa uppá
Myndir og orð: Dávur Winther
Ein dagin ringdi løgmaður og
segði, at hann á ferð síni til
Danmarkar hevði hugsað sær
at lagt leiðina um Malta fyri at
heilsa uppá.
– Ja, men tygum skulu vera
vælkomin, vóru greiðu boðini
hjá Levi.
Løgmaður hevði hoyrt mikið
um Malta og hevði lisið okkurt,
sum Levi hevði skrivað. Hann
var áhugaður í at hoyra nærri,
hvussu húsið var skipað og um
virksemi tess annars.
Levi greiddi frá sínum
lívi á sjónum í samfull 36 ár
og at ein týðandi táttur alla
staðir, har hann hevði verið
heilt frá ungum, var at boða
gleiðboðskapin. Tá ið hann
sum sjómaður eisini var komin
til Hirtshals í 80-unum, helt
hann, at sjómonnum vantaði
eitt sømiligari tilhaldsstað enn
kráirnar. Tí var dreymurin um
eitt samkomustað klaktur fyri
mongum árum síðan og hevur
Malta nú við meir enn 20 árum
á baki, verið fylling fyri hesum
dreymi og ynski.
Levi vísti á Útisetabókina
fyri 2006, sum greiður frá
virkinum hjá Malta, Levi og
Gretu. Eisini vísti hann á grein
í kristna tíðarritinum Leirker
inum, sum Levi hevði skrivað
um suðuroyingin Jens Arna
Kjærbæk. Tá ressaðist løg
maður rættiliga við og vildi vita
meir. Søgan var um ein mann,
sum æt Jens Arni Kjærbæk,
ið var illa kendur sum ringur
kúllur – bæði í Suðuroy og
seinnu nógvu árini eisini í
Danmark. Men sum í Malta
hevði funnið frið. Hetta frøddi
løgmann, ið kendi Jens Arna frá
skúlanum.
Løgmaður var fegin at vitja
Malta – staðið, sum hann hevði
hoyrt so nógv gott um.
Løgmaður gleðist um
arbeiðið á Malta
Í stuttari samrøðu við Jóannes
Eidesgaard, løgmann sigur
hann, at hann fegnast um tað
megnar arbeiði Levi og Greta
gera til gagns fyri teir mongu
føroyingarnar, sum búgva í
Hirtshals og har um vegir. Tað
var áhugavert at vera saman
við Levi, Gretu hesum serstøku
fólkunum, sum brenna so nógv
fyri sínum arbeiði; og annars
øllum teimum, løgmaður var
saman við henda dagin.
Á Malta verður gjørt eitt
megnar arbeiði, sum eg virðis
meti, sigur løgmaður at enda,
og ynskir vertsparinum á Malta,
Levi og Gretu góða eydnu í
arbeiði teirra.
Løgmaður vitjaði Malta
Løgmaður vitjar óskrivaðu sendistovu sína í Jútlandi, Malta f.v. Torvald Thomsen, Anita og Jóannes Eidesgaard,
Levi og Greta Joensen og Óli Nattestad
mynd: Sigga Thomsen
Jens Arni arbeiðir í havanum í nýkeyptu húsum sínum í Hirtshals. “Eg
gevi teimum traktatir og teir eru blíðir við meg!”sigur Jens Arni læandi,
tá ið eg spyrji hann hvat rokkarnir siga til, at hann nú er hálsaður um