Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2006 32 vikuskifti SELATRAÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Jákup Weihe er búsitandi á Selatrað. Hann hevur búð har fast síðani 1983. Áðrenn tað búði hann uttanlands, og hann hevur eisini siglt úti. Jákupi dámar væl at búgva á Selatrað. Um summarið er sera vakurt, og hann sær eisini nøkur ferðafólk í bygdini summarmánaðarnar. – Tað eru summi fólk, sum fara á útferð her á Seletrað. Tað eru eisini nøkur, sum eiga summarhús á Selatrað, og tey ferðast ofta í teimum um summarið. Tó haldi eg, at tað vóru fleiri ferðafólk fyrr, men eg klári ikki at siga hví, sigur Jákup. Hevur dekksølu á Selatrað Jákup rekur eina dekksølu í garasjuni undir húsunum hjá sær. Eisini útflytur hann fisk. – Eg uppkeypi fisk og útflyti hann. Eg reki eisini eina dekk­ sølu, og tað er nóg mikið at gera har. Tað koma fólk úr øllum landinum. Summi koma heilt úr Familjan havt handil í hálvaaðru øld Jákup Weihe er búsitandi á Selatrað. Hann hevur eina dekksølu og útflytir fisk. Fyrr hevði hann eisini matvøruhandil. Handilin opnaði einans ein mánað eftir, at einahandilin varð avtikin. Í ár hevur handilin 150 ára hátíðarhald