fríggjadagur 4. august 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
33
vikuskifti 33
Heini S. Kristiansen
Sosialurin var týsdagin ein túr á Selatrað.
Veðrið var sera gott, og flotta umhvørvið á
Selatrað ger staðið til eitt rættiligt dreyma-
útferðarstað.
Friðarliga bygdin man vera sera væl egnað
til at kobla av í. Tað liggja nógv summarhús
á Selatrað og norðaliga í bygdini liggur
høvuðsstøðin hjá skótunum í Føroyum.
Hóast dýrdarveður og flotta umhvørvið,
vóru eingin ferðafólk at síggja. Tað er
kanska ein veikleiki, at tað ikki eru serliga
góðir gistingarmøguleikar í bygdini. Ei
heldur er nakað upplagt tjaldingarpláss.
Bygdin burdi heilt vist verið eitt av
teimum støðunum, sum var eitt ”must” hjá
útlendskum ferðafólkum at upplivað. Eisini
hevði tað verið upplagt hjá føroyingum,
sum eru búsitandi aðrastaðni í landinum at
ferðast á Selatrað.
Plantagan er vælegnað til útferðir og
stuttlig hjá børnunum at spæla í. Niðri í
bygdini er nógvur fríur bøur og ein lítil
strond. Tað ber væl til at rógva við jollu á
fjørðini og eisini at fiska.
Stutt sagt er Selatrað eitt upplagt evni til
eina summarútferð.
Selatrað í føgrum summarveðri
Havn at ordna sær dekkini. Tað
er tann lági prísurin hjá mær,
sum dregur, sigur Jákup.
– Eg hevði eisini matvøru
handil. Hann lat tó aftur í byrj
anini av 90´unum. Nú heldur
handilin fram sum dekksøla og
fiskaútflutningur. Handilin hevur
hátíðarhald í ár, nú hann hevur
verið opin í 150 ár.
Einahandilin varð avtikin
1. januar í 1856. Handilin á
Selatrað opnaði í februar sama
ár, og sostatt var hann ein av
teimum fyrstu handlunum, sum
opnaðu eftir einahandilin.
– Tað var verpápin hjá langabba,
sum opnaði handilin. Síðani
hevur familjan rikið handilin.
Pápi mín rak hann frá 1934 til
1992. Eftir tað tók eg yvir, men
tað gjørdist ógjørligt at reka
handil á so lítlum stað.
– Tað var alt ov dýrt at keypa
vøru frá heilsølunum. Eg fekk
vøruna bíligari frá Bónus enn
frá heilsøluni. Við tí góða
vegasambandinum og teimum
góðu akførunum í dag er eingin
trupulleiki at ferðast eitt sindur
til at keypa inn. Tí gavst eg
við matvøruhandilinum, men
eg haldi fram við fiska- og
dekksøluni.
Putlast í havanum
Jákup hevur ikki nakrar trupul
leikar av at vera noyddur at
ferðast av bygdini, um hann skal
keypa okkurt.
– Tað hugsi eg als ikki um. Eg
plagi at keypa inn á Skála ella
á Strondum. Onkuntíð fari eg
eisini til Runavíkar at keypa. Tað
plágar meg ikki.
Í frítíðini plagar Jákup at
fríðka um rundum húsini hjá
sær. Hann hevur stóran hava
rundanum húsini, og hann hevur
plantað nógv trø rundanum.
– Eg ætli mær at kappast við
plantaguna, sigur hann flennandi.
– Tað tekur leingi hjá trøunum
at vaksa, men eg havi funnið ein
góðan máta. Eg taki eina grein
av einum træi og seti hana niður.
Soleiðis vinni eg eini 2-3 ár,
sigur Jákup.
Jákup og hundurin hjá honum
fylgja okkum út, tá ið vit fara
avstað. Síðani fer Jákup aftur í
húsini hjá sær við dekksøluni í
garasjuni.
– Eg reki eisini eina dekksølu,
og tað er nóg mikið at gera
har. Tað koma fólk úr øllum
landinum. Summi koma heilt
úr Havn at ordna sær dekkini.
Tað er tann lági prísurin hjá
mær, sum dregur, sigur Jákup
Myndir: Súsanna Kass Kristiansen